Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2017síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 35 • 28. AUGUST 2017 23 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Samferðslu- og marknaðarleiðari – vilt tú leiða og menna okkara samferðsludeild? Strandfaraskip Landsins (SSL) leitar eftir ágrýtnum og dugnaligum samferðsluleiðara, sum kann standa á odda fyri samferðsludeildini, og við Oyggja- og Bygdaleiðum síggja møguleikarnar at røkja og menna samferðslukervið. • Tú verður saman við øðrum ein týðandi partur partur av føroyska samferðslukervinum. • Tú verður virkandi leiðari fyri 12 starvsfólkum. • Tú verður partur av leiðslutoyminum á stovninum. • Við støði í fakligum førleika, yrkisroyndum og áhuga, er rúm fyri egnum hugskotum og stevnumiðum – tað týdningarmesta fyri SSL er, at tú røkkur felags málum. Samferðsludeild við kunda og ferðafólki í miðdeplinum Samferðsludeildin er partur av fyrisitingini hjá SSL. Aðalmálið hjá Samferðsludeildini er at røkja, samskipa og menna ferðafólka- og farmaflutningstænastuna hjá SSL. Tín leiklutur Sum samferðsluleiðari hevur tú ein fjøltáttaðan gerandisdag við stórum og spennandi avbjóðingum og evstu ábyrgd at menna eina av kjarnufunktiónunum á SSL. Tú fært ein avgerandi leiklut við at leiða, eggja og stuðla tínum starvsfólkum, sum týdningarmesta tilfeingið hjá stovninum, og soleiðis tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi og eitt ríkt samstarv bygt á álit, sínámillum virðing og viðurkenning. Tín fremsta uppgáva verður at leiða og menna allar tilgongdir Við fíggjarligari ábyrgd og við støði í einum góðum arbeiðsumhvørvi, innanhýsis samstarvi og samskifti við aðrar deildir/skip hjá SSL, verður tín fremsta uppgáva m.a. at menna øll ábyrgdarøki, og í mun til búskaparbroytingar og broytingar innan samferðslukervið skalt tú tryggja, at SSL megnar at ganga hesum broytingum á møti við nøktandi tænastu til kundar og ferðafólk. Verkætlanir, sum eru í gongd, skalt tú føra til máls, og tú skalt sjálv/-ur taka stig til aðrar verkætlanir. Umframt leiðsluleiklutin fevnir ábyrgdarøkið um: • At fyrireika sáttmálaøki, ferðaætlanir, ferðaseðlaskipanir og farmaavgreiðslu. • Vitan um maritima økið – lógir og reglugerðir. • Í mun til tænastuveitingar hjá SSL, menna eina úrslitagóða sølu- og tænastufremjandi marknaðarføring. Tú hevur drúgvar leiðsluroyndir og viðkomandi útbúgving: • T.d. hóskandi samfelagsliga útbúgving • Kunnleika og royndir við KT á høgum brúkarastøði • Royndir við leiðslu av verkætlanum • Evni at greina og arbeiða miðvíst • Góð evni at orða teg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Setanartreytir Starvið er lønt eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, ella í 35. lønarflokki hjá tænastumannafelagnum, tó uttan at starvið er tænastumannastarv. Umsóknir Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip landsins Sjógøta 5 Postboks 30 810 Tvøroyri ella við telduposti til eyj@ssl.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. septembur 2017. Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió. kr. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió.kr, og útreiðslurnar 216 mió.kr. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2016 var 1.172.000: 536 túsund við bussunum og 636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk. Leyst starv Tel: +298 227888 | rosah@rosah.fo Heiðavegur 25 | FO-600 | Saltangará Grafix 504251 Øll eru hjartaliga vælkomin Hetta er ein messa har hjálpartól og ymiskt annað verður víst og møguleiki er eisini at royna nøkur av teimum. ”Mini” Rehab Messa Útstillarar: Rosah · Protac · Handicare · Wellnessnordic 12. og 13. september kl. 10-17 í Løkshøll Fyri at fylgja við eru tit vælkomin at dáma Rosah á Facebook