týsdagur 29. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Evnini at gera breiðar semjur í
Føroyum mangla, og tað líkist ong
um!
Orðini eigur stjórin í Vinnuhúsi
num, Marita Rasmussen, í viðtalu í
Sosialinum mánadagin.
Har vísti hon millum annað á, at
ein nýskipan av fiskivinnuni eigur
at verða gjørd við eini breiðari
semju millum politisku flokkarnar
– men tað ber eftir øllum at døma
ikki til, staðfesti hon.
Rætt hevur hon eisini í tí, at
vinnan helst ikki hevur verið nóg
konstruktiv í øllum lutum. Hon
vísti á, at vinnan hevur ment seg
yvir langa tíð, og at viðurskiftini
nú eru so ógreið og óviss er fyrst
og fremst orsakað av politisku
skipanini, sum ikki hevur megnað
at gjørt eina nýskipan seinastu
tíggju árini.
Tað er ein heilt ótrúligur
glantrileikur, sum fer fram í polit
isku skipanini.
Bjørn Kalsø úr Sambandsflokki
num segði loyvini upp í samgongu
millum
Javnaðarflokkin,
Sam
bandsflokkin og Fólkaflokkin.
Síðani tá hava allir flokkar á
tingi – uttan undantak – sitið í
landsstýrinum, uttan at hava rørt
hond frá síðu fyri at loysa málið
um fiskiloyvini, sum ganga út nú
við ársskiftið. Allir politikarar hava
vitað tað alla tíðina, men hava bara
sópað trupulleikan framman fyri
sær til tann næsta at taka sær av.
Og tey næstu – sum nú verða tey
síðstu – mugu nú bara loysa trup
ulleikan sum frægast, tí eingin vilji
er til semju.
Ynskið um ta breiðu semjuna
er helst ikki so lætt at eftirlíka.
Tí føroyskir politikarar eru ikki
búnir at gera breiðar semjur.
Teir mangla tað konstruktiva
huglagið, tað, sum átti at eyðkent
politikarar, sum virka í fólksins
tænastu. Men tað er beint tvørt
urímóti. Vit síggja, at politikarar
eru ímóti bara fyri at vera ímóti.
Teir sum nú eru í andstøðu vita
væl, at samgongan má sjálv greiða
málið, um andstøðan ikki vil
verða við. Og tað er slett ikki vist,
at tað verður so lætt at broyta
nýskipanina aftur, tá onnur koma
til. Tað síggja vit eitt nú við flat
skattinum. Tá hetta landsstýrið
var andstøða dømdi tað flatskattin
niður og norður, men ger einki fyri
at broyta hann, nú tey hava valdið.
Tí tað er slett ikki so nemt at rulla
slíkar skipanir afturaftur.
Stóri trupulleikin er, at politik
arar vilja ikki, at tað skal eydnast
hjá øðrum at loysa mál, tey sjálv
ikki megnaðu. Tað nívir ov fast,
um tað í hesum førum verða Aksel,
Høgni og Poul sum fáa heiðurin
fyri at loysa stóra knútin um fiski
vinnuna.
Tí passar tað Bárði og Jørgen
best, at tað eisini miseydnast hjá
hesum landsstýrinum.
Tað er hetta, sum er so vanæru
ligt við føroyskum politikki.
Politiska ynskið um at tað
skal miseydnast er so ovurstórt
tað skal bara miseydnast
Menn
av Mars
kvinnur
av Venus
Sonn
undirvís
ing í søgu
ummæli
Síða 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Almennu Føroyar eiga at
varðveita
minnisvarðaná
Seyðisfirði í Íslandi.
Tað halda Mortan Jo
hannesen og Tummas Frank
Joensen, sum hava sent Rig
mor Dam, landsstýriskvinnu
í mentamálum, skriv um
málið.
Mortan Johannesen, skip
ari í Havn, hevur í fleiri ár
saman við Smyril-Line skip
að fyri »Sjómannatúrum«
til Seyðisfjarðar, har vitjað
verður á ymsum støðum á
Eysturlandinum.
Ein fastur táttur á hesum
túrum hevur verið vitjanin
á kirkjugarðinum á Seyðis
firði, har minnisvarði er
reistur yvir teir, ið sjólótust
við »Riddaranum«
– Ymskir prestar og præd
ikumenn, bæði føroyskir og
íslendskir, hava við hesi høvi
havt eitt orð við henda minn
isvarða, ið nú av álvara er
merktur av tíðarinnar tonn,
og tí treingir til eina góða
hond.
– Áskriftin er illa lesilig
og halda vit, at hesin minn
isvarði er komin á eitt veg
amót, har avgerð eigur at
verða tikin um, hvørt hesin
skal takst niður ella umvæl
ast, siga teir báðir í skrivinum
til landsstýriskvinnuna.
– Vit fara so inniliga at
heita á tygum við umbøn
um, at velja at umvæla stein
in, í staðin fyri at taka hann
niður, og at tygum bera so
í bandi, at stig verða tikin
til, at gongd kemur á hetta
arbeiðið, soleiðis at arbeiðið
kann verða liðugt til kom
andi »sjómannatúr« í apríl/
mai 2018, siga teir báðir, sum
halda, at »almennu Føroyar«,
eins og aðrar tjóðir gera, eiga
at taka stig til at virða og
varðveita henda og aðrar
minnisvarðar, okkum øllum
til heiður og sóma.
– Vit eiga at hava í huga,
at vit byggja á herðarnar á
teimum, ið farin eru, og er
hetta partur av søgu okkara,
ið vit eiga at varðveita og
minnast við virðing, siga
Mortan
Johannesen
og
Tummas Frank Joensen í
áheitanini til Rigmor Dam.
Vilja varðveita minnisvarða
um manningina á Riddaranum
Havhestatíð er, og nógvi
vindurin seinastu dagarnar
man hava blást nógvar hav
hestaungar av rókunum og
út á sjógv.
So tá hann makar vindin,
man góður fongur verða at
fáa í so máta.
Tó so. Allir ungarnar eru
ikki farnir til havs.
Myndina omanfyri tók
Suni Joensen í Lítlagerði úti
við Velbastaðvegin í Havn.
Um hesin ungin er farin
á flog, ella hevur liðið somu
lagnu, sum nógvir teirra, ið
eru farnir til sjós, skal vera
ósagt.
Havhestur hevur átt í Før
oyum í næstan 200 ár. Hann
kemur her miðan januar og
sæst í øllum bjørgum í Før
oyum og fer so longur suður
tíðliga í septembur. Hann
er 45-50 cm til longdar, og
longdin á báðum veingjunum
tilsamans er 102-112 cm og vig
ar gott 800 g. Havhestur etur
fisk, krabbadýr og slógv, og
kan blíva gott 40 ár.
Havhestur verpur egg í
mai, hann verpur 1 egg og
passar tað í 52-53 dagar, og tá
ið pisan er útkomin, verður
hon passað í einar 49 dagar.
Tað er júst í hesum døgum,
at tíð er at fara eftir havhesti
við báti – og tá nógvur vindur
hevur verið, sæst nógvur
havhestur á sjónum.
So her í Vágsbotni fara teir
helst at selja nógvan havhest
næstu dagarnar.
Havhestur í
Lítlagerði í Havn
Mortan Johannesen og
Tummas Frank Joensen
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Mynd: Suni Joensen
Bergunn kass
Kjak síða 12