týsdagur 29. august 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Menn av Mars ella kvinnur av Venus!
Bergun Kass
býráðslimur
Ella er nakað eftir
hjá
okkum
at
gera?
Soleidis kundi
man spurt í kjal
arvørrinum
av
lesarabrævi
hjá
fyrrverandi borgarstjóra.
Havi heldur hug at skriva og
lýsa uppgávuna yrkisliga og undir
heitunum
um
avgreiðslu-
ella
virðispolitikk.
Har tað fyrra mest snýr seg um
pengar, karmar og kendar funk
tiónir, meðan tað seinna er um
sjálvt innihaldið av býráðsarbeiði,
nýggjar avbjóðingar, dagføringar
samsvarandi tíðaranda og virði hjá
borgara og fjøldini sum heild av
tí, tú sum politikkari, leggur fyri
dagin.
Man kann spyrja....
Burdi eisini verið hugsað um
eldráíbúðir og bústaðarmillum
loysnir
longu
tá
man
bygdi
Boðanesheimið - soleiðis at eldra
politikkurin var tíðarhóskandi?
Burdi man havt eitt dygdargott
alment kjak um fyrimunir og
vansar og hugsjónina um frælsi
hjá foreldrum at velja vanligu
ella nýggju loysnina, áðrenn man
loyvdi ella fór í gongd við skúla
stovur og skúlaflokkar við fimmti
næmingum?
Burdi man vitað um nøgd
semi hjá foreldrum av dagstovna
tilboðum - og/ella um leiðslur,
starvsfólk og foreldur halda viður
skiftini vera góð og tíðarhóskandi?
Ella áttu vit at ivast í, um tað
var rætt at keypa bygning til al
menna umsiting og virka fyri og
stuðla undir møguleika hjá privata
og banka at hita upp búskapin í
uppgangandi konjukturi, heldur
enn at arbeiða fyri kommunalum
fíggjarligum mekanismum, sum
geva loyvi til at leggja pengar
í grunn - og útseta íløgur og
verkætlanir til lágkonjuktur?
Og soleiðis kunnu vit
halda áfram, hugleiða,
r a m s a
upp og spyrja, ja, av Venus, sum
møguliga er svarið til fyrrverandi
borgarstjóra og størsta broytingin
í nýggja býrádnum.
Við vón um konstruktivan anda!
KJAK
Ummæli av bókini
»HERSKIN HERÐINDI«
eftir Arnstein Niclasen
Jógvan Purkhús,
Reykjavík
Bókin er heilbind, 470 síður og
kostar kr. 349 í bókabúðum
Sum ein stórur klaksvíksdrongur
upplivdi eg, og mangur við mær,
mangt av tí øsing og umtalu, ið tá
var undir læknastríðnum, tó uttan
at hava nakra fatan av tí størri
myndini.
Hvør var grundin? Hvør byrjaði?
Gjørdu
norðoyingar
rætt
ella
skeivt? Eg visti ikki um eg skuldi
hava skomm av tí, at hava rulla
tunnur til blokaduna av havnini,
sum umrødd var í heims tíðindum
saman við Korea krígnum.
Men nú hava vit fingið ómeta
liga góðar upplýsingar í bókini
»Herskin herðindi« eftir mín góða
vin Arnstein Niclasen. Bókin er
eitt roysnisbragd sum fáur hevði
klárað. Hann hugsar vítt og frítt.
Hann hevur eitt so gott tak á tí
føroyska málinum. Stílurin er
høgt flúgvandi og pennurin lætt
skrivandi. Við nógvum grundigum
kelduarbeiði og kryddað við yrk
ingum og kátum undirhaldi. Stutt
ligum søgum og meistaraliga góð
um persónslýsingum.
Fyri meg hevur tað verið ein
sonn undirvísing í okkara søgu, og
hvussu heimurin er og menniskjan.
Tað, sum eisini kemur undan kavi,
er tað, at Arnstein er ein fram
úrskarandi rithøvundur. Tað er so
væl samanumtikið.
UMMÆLI