Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo 1939 Skrivstovufólk 1/2 tíð Ítróttasamband Føroya søkir eftir hálvtíðar skrivstovufólki at byrja skjótast møguligt Okkum tørvar eitt skrivstovufólk, sum megnar at loysa okkara dagligu skrivstovu uppgávur, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur. Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar førleikar at samskifta og samstarva við ymiskar áhugapartar, so sum sersambond, almennar myndugleikar, feløg, íðkarar og onnnur. Vit leggja dent á at umsøkjarin hevur góðar mál- og telduførleikar, hetta í mun til samskifti í síni heild, men eisini í mun til heimasíðu og sosialar miðlar. Talan er um eitt fast hálvtíðarstarv, har arbeiðið fer fram í vanligari arbeiðstíð. Tó skal viðkomandi sum verður settur tola, at partur av arbeiðinum fer fram um kvøldið og í vikuskiftinum, eins og arbeiðsbyrðan kann verða skiftandi gjøgnum árið. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K ella sambært nærri avtalu. Umsókn Umsóknir skulu sendast til petur@isf.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. september 2017 kl. 12.00. Viðmerk “Umsókn um starv” í yvirskriftini á teldupostinum. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Mittún, aðalskrivara, fartlf. 218284 ella petur@isf.fo. Ítróttasamband Føroya Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu Tekniska deild Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari vegna aldur. Undir Teknisku deild eru umframt tað kommunala tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið. Høvuðsverkevni  Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd  Býar- og byggi planlegging  Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir  Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði  Stýring av kommunalum viðlíkhaldsarbeiðum  Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.  Projekteringsarbeiði og eftirlit  Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar-arbeiði  Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina Vit kunnu bjóða  Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til førleikamenning.  Eitt starv við nógvum áhugaverdum og avbjóðandi uppgávum Førleikakrøv  Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving  Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum  Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist  Munnligan og skrivligan førleika  Hollan telduførleika  Opna og fyrikomandi atferð  Evni, at ganga undan og geva íblástur í arbeiðinum  Leiðsluroyndir/-førleikar  Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi  Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á  Evnar at virka í eini politiskari skipan Setan og løn Starvið verður at seta 1. november 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avarandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita Um starvið við at venda sær til kommunustjóran Henrik Weihe Joensen á tlf. 221091 ella býarverkfrøðingin Tummas Sørensen á tlf. 211712 Umsókn Saman við avritum av prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, Tvørávegur 37, FO 800 Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”Leiðari til Teknisku deild”, í seinasta lagi mikudagin 27. september 2017 kl. 12.00. Umsóknir kunnu eisini sendast sum teldupostur til: tvoroyri@tvoroyri.fo Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. Hósdag 31. august: Rivjasteik · Knettir · Spaghetti & kjøtsós Fríggjadag 1. september: Piparbúffur · Stoktar pylsur · Lasanja Leygardag 2. september: Fleskasteik Mánadag 4. september: Eftirgjørd hara · Fiskafrikadellur Týsdag 5. september: Stoktur høsnarungi · Kókað neytakjøt Mikudag 6. september: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00 Søkt verður eftir rørsmiði Søkt verður eftir rørsmiði, ella fólki við líknandi útbúgving, at byrja sum skjótast. Skal kunna arbeiða nakað sjálvstøðugt og má hava koyrikort. Løn eftir nærri avtalu. Sp/f HVS Tøkni v/Hans Dam Rør- og Blikksmiður Dalavegur 4 100 Tórshavn Tlf: 509801