Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. august 2017 · Nr. 100 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit sóknast eftir námsfrøðingi, sjúkra røktarfrøðingi, heilsurøktara, fysioterapeuti, ergoterapeuti ella starvsfólki við aðrari námsfrøðiligari útbúgving, sum ynskir at vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag. Um størvini Sambýlið Smærugøta og Frítíðartilboðið í Svanga Søkt verður eftir fólkið at arbeiða 30 tímar í miðal um vikuna at byrja 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu. Á Sambýlinum í Smærugøtu er arbeiðstíðin skiftandi, dag- og kvøldvaktir og 3. hvørt vikuskifti. Á Frítíðartilboðnum í Svanga er arbeiðstíðin seinnapartar. Frítíðartilboðið SSM og Sambýlið Stoffalág 64 Søkt verður eftir fólkið at arbeiða 20 tímar í miðal um vikuna at byrja 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu. Hetta starvið er ein endurlýsing, har søkt verður eftir fólki at starvast á Frítíðartilboðnum SSM, seinnapartar miku-, hósdagar, og fríggjadag, tilsamans 15 tímar í miðal um vikuna. Afturat hesum arbeiði verður arbeitt hvørt mánakvøld á sambýlinum Stoffalág 64. Møguleiki er at fáa avloysaraarbeiði, tá tørvur er á avloysara í Eindini. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum - Eind 5. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkra-røktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergotera-peutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 13.09.2017 kl.12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: 2 starvsfólk til ávikavist sambýli og frítíðartilboð í Tórshavn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Jenny Peodora Andrea Joensen, f. Højgaard, f. 22.11.1924 d. 18.04.2016 andaðist og varð jarðað. Vit takka Boðanesheiminum fyri hjálp og umsorgan, og at tit tóku tykkum so væl av Jenny og vóru so góð við hana. Takk til Sverra Steinhólm fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í Havnar kirkju og til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og onnur fyri góða tænastu og hjálp. Tøkk fær eisini sangkórið, Cantabile, fyri vakran tónleik í kirkjuni. Tøkk til KFUK og tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Somuleiðis takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Vit takka eisini tí stóru fjøld, sum fylgdu Jenny á jarðarferðini. Vegna familjuna Jónleif, Eyðbjørg og Kaj VÁGS KOMMUNA SØKIR SKRIVSTOVUFÓLK Søkt verður eftir skrivstovufólki til kommunu skriv­ stovuna í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast tilber og fram til 1. oktober 2019. Vit vænta: • at umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið. • at umsøkjarin hevur kunnleika til bókhald. • at umsøkjarin hevur góðan málkunnleika, og ert før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt. • at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika. • kann arbeiða sjálvstøðugt, og ert fúsur at átaka sær skiftandi uppgávur í fyrisitingini. Fyrimunur er at kenna til m.a. bókhaldskipanina Navision, Lønarskipan Landsins, stempulskipanina Totalview og journalskipanina 360. Starvið er 39 tímar pr viku og er lønt samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kommunuskrivstovuna á telefon 663000 ella Petry Joensen, býráðsskrivara á telefon 733008. Vágs kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella ongan at seta í starvi. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 12. september 2017 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til : VÁGS KOMMUNU Vágsvegur 30 FO-900 Vágur Viðm. Skrivstovufólk Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á