hósdagur 31. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
1. september 2017
Vit mugu stýra útreiðslunum fyri at
fáa skil á búskapinum
Gamalt var, at politikarar plagdu at vita bet
ur enn ráðgevandi nevndir av ymsum slag.
Serliga ringt var tað, tá ráðgevandi nevndin
hjá forsætismálaráðnum kom við sínum
frágreiðingum í áttatiárunum. Politikarar
nir vóru ongantíð samdir við nevndini, teir
vistu altíð betur.
Hóast okkara fólkavaldu í orð og talu
ikki eru eins atfinningarsom at Búskapar
ráðnum, so lurta tey ikki meira eftir, enn
tað hóskar teimum best – og tey leggja tann
týdning í tað, sum sagt verður, sum politiskt
hóskar teimum best beint nú.
Hetta er ein ódygd í føroyskum politikki.
Stóra avbjóðingin í dag er – sambært Bú
skaparráðnum – stóru íløgurnar, sum ikki
fylgja konkuktursveiggjunum í samfelag
num. Íløgurnar hjá landinum eru fastlagdar
í karmi, meðan at kalla einki tamarhald er á
íløgunum hjá kommununum.
Vit hava hoyrt jabbið fyrr um komm
unalt sjálvræði – men tað sjálvræðið kann
ikki hava hægri raðfesting, enn fíggjarliga
skilvísi í landinum sum heild.
Tað sigur seg sjálvt, at tað almenna má
halda aftur, tá full ferð er á í samfelagnum.
Og ja, sjálvandi fer tað at merkjast, um onkr
ar týdningarmiklar íløgur ikki verða gjørdar.
Tað skal ikki tað stóra fíggjarliga innliti
til fyri at síggja, at tað er neyðugt, at tað al
menna heldur aftur, tá full ferð er á búskap
inum. Tá skal tað almenna leggja til síðis
soleiðis, at meiri ferð kann setast á, tá tað
sansar at í búskapinum annars. Hetta vita
øll, hetta vita politikarar, og hetta ávarar Bú
skaparráðið altíð ímóti.
Men politikarar lurta ikki eftir ráðum, tí
teir vita altíð betur sjálvir – halda teir.
Men vit vita øll eisini, at kommunalpolit
ikarar fara ikki at vísa slík fyrilit, tí tað er alt
ov nógv býttisligt klandur millum kommun
ur um havnir og vegir og stovnar og annað.
Sjálvandi skulu kommunurnar fáa ein
kjans. Men semjast tær ikki, so má og skal
landið taka um endan og seta eitt mark fyri,
hvussu nógvar íløgur kommunurnar skulu
sleppa at gera.
Øll sum hava við pengastreym at gera,
tað verið eg heima við hús ella í vinnulívi
num vita, at fyrsta treytin fyri at halda skil
á – tað er at kunna stýra útreiðslunum.
Nú er farið undir arbeiðið at byggja nýggja havn
í Haldórsvík.
Kommunustýrið í Sunda Kommunu hevur
áður játtað tvær milliónir krónur upp á at
leingja bryggjukantin 40 metrar. Men nú eru
850.000 krónur játtaðar afturat, so at bryggju
kanturin kann verða longdur 60 metrar.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur við
in.fo, at talan er um bryggjuna framman fyri
flakavirkið og Salthúsið, sum Marine Harvest
hevur keypt.
Men nú verður
bryggjan longd og
endamálið er so at
Marine Harvest skal
leiga bryggjuna frá
kommununi.
Fáið nú skil á íløgunum
60 metrar
av bryggju
haldórsvík
Les eisini blaðið
á telefonini
Fosturtøka: Ung
hava avgjørdar
meiningar
Tíðíndi síða 17-17
Nógvar kirkjur
at røkja í
Norðoyggjum
Siðsøga síða 24-25
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Í næstu viku verður nýggjasti
føroyski filmurin, »Dreymar við
havið« frumsýndur
Filmurin verður frumsýndur í
Norðurlandahúsinum týskvøldið fyri
innbodnum og í Havnar Bio mikukvøldið
klokkan 20. Eftir tað er hann fyribils á
skránni tvær og tríggjar ferðir um dagin
næstu vikuna.
Filmurin er um Ester (Juliett Nattestad),
sum býr í lítlu bygdini við havið. Hon gongur
í sunnudagsskúla, keðir seg, og einki hendir.
Alt hetta broytist, tá Ragna (Helena
Heðinsdóttir) flytur til bygdina.
Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur
seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna
hevur trupulleikar at dragast við, og Ester
lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar.
Saman droyma tær um at sleppa burtur,
men gera sær ikki rættiliga far um, hvørjum
tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.
Nú verður filmurin hjá
Sakarisi Stóra frumsýndur
Helena Heðinsdóttir hevur leiklutin sum Ragna
Sakaris Stórá er leikstjóri