Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 4 FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 4 Ein dagin herfyri, tá ið genturnar skuldu fara at venja við Fípuni Førgu til »Ódnartak«, sum er kapping eftir róðrarárið, vóru tær so óhepnar at gloyma fanglínuna, tá ið tær flotaðu bátin. Hetta man vera komið fyri fyrr aðrastaðni eisini, men tá stendur tú eitt sindur lotur og veit ikki livandi ráð. Onkur helt um høvdið, onkur rópti, onkur fór at renna og ein ringdi til Ísak Mikladal, formannin í Klaksvíkar Róðrarfelag um, at nú vóru góð ráð dýr. Menninir, sum smíðaðu fyri Bústaðir í miðbýnum, hugdu at við einum skálka­ smíli, vitandi at báturin mundi fara at reka at heimastu brúnum, tí tað var eitt passaligt lágættalot. Og so varð. Beint áðrenn báturin bar við bátarnar við heimastu bátabrúgvarnar, kom Ísak rennandi og tók sær av uppgávuni at fáa hendur á Fípuni, koma umborð og leggja bátin soleiðis, at manningin kundi sleppa umborð. Genturnar fingu enn ein góðan venjingardag og eina áminnandi hending ríkari um, at minnast til fanglínuna. Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at tvey fólk høvdu verið í einum haga og stolið nátungar. Løgreglan sigur, at tey vóru meldað fyri at hava tikið sær ein nátunga í part. Men bóndin, sum átti hagan, varnaðist hvat fór fram og hann gjørdi ikki mætari enn at melda. Løgreglan sigur, at málið verður viðgjørt sum eitt brot á veiðilógina. Løgreglan leggur afturat, at fólk kunnu ikki ganga inni á ogn hjá øðrum at veiða og tískil er málið tikið upp til viðgerar hjá løgregluni. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Nú verður turkiskt pipar tollfrítt Veitst tú, hvørji hasir 20 stjórarnir eru, sum fingu Merkið frá Atlantic? Nei, hvørji? Johnny í Grótinum. Um orðið sigur Sprotin: tað at verja og røkta náttúruna og náttúrutilfeingi fyri oyðilegging, dálking o.tíl., umhvørvisvernd NSÍ vann finaluna um Løgmanssteypið 1-0 móti B36 Ein 24 ára gamal maður lat lív í ferðsluvanlukku á Vestmannavegnum Sissal Kjartansdóttir Kristiansen vann seymikappingina Blue Fashion Challenge Íslendska løgreglan handtók fýra mans fyri at smuglað nokk rúsevni við Norrønu til at gera 20 kilo av amfetamini. Ein grind legði beinini í Hvannasundi, men varð deild til bygdir í Eysturoynni 89 metrar eru nú sprongdir av Eysturoyartunlinum. »Náttúruvernd« Fípan Fagra mannleys KAPPRÓÐUR MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Yvirskotið hjá Suður oyar Sparikassa fyrra hálvár í 2017 1.100.000 MANGT OG HVAT TÍÐINDI Tað hevur fingið øði í náttúruverjar at Luna hevur fingið loyvi at ala vesturi í Víkum norðanvert í Vágunum Tvey fólk meldað fyri at stjala nátungar FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 6-10 m/s 10-15 m/s Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella sirm, møguliga mjørki. Hitin millum 12 og 15 stig. Stívt andøvsgul upp í hvasssan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinni makar niður í gul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út á seinnapartin klárar í. Hitin millum 10 og 13 stig. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 6 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut. Hitin millum 10 og 13 stig. 5-10 m/s ma átin in kundi Siss Kja Kr se Bl Ch Íslends handtók fý Visti tú? At Skopunar kommuna ætlar at reisa ein minnisvarða eftir Petur Mohr Dam?