Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. august 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 101 28 Durita og Lý Hví hava tit valt hetta? Durita: – Tí mær dámar væl at arbeiða við børnum, og her virkaði so hugnaligt at vera, tí eg gekk sjálv í barnagarði her, tá eg var lítil. Lý: – Tí mær dámar væl at arbeiða við børnum, og vildi gjarna fáa eina avbjóðing Hvat gera tit her? – Passa uppá børnini og spæla vid teimum, hjálpa til at geva teimum at eta, syngja við teimum um morgunin, úti at spæla vid teimum, ganga túr við teimum, vaska og rudda upp eftir børnunum. Er hetta nakað tit vilja gera í framtíðini? – Nei haldi ikki, tí vit vilja heldur hava aðra útbúgving, og her er ov strævið. Kemur hetta upp til tykkara forvantningar? – Ja, vit gera tað, sum vit forvantaði at gera, og børnini eru orduliga fitt og stuttligt at spæla við tey. Trívast tit her? – Ja, starvsfólkini eru fitt og duga væl at taka ímóti, og børnini venja seg skjótt við teg, ikki stressandi at vera her, og góðar umstøður. – Vit viðmæla tað, um tykkum dámar væl og vilja hava okkurt við børn at gera, og so kann man altíð avprøva tað her. Í STARVSVENJING Reyni Service Tummas og Leon Leon: Hví hava tit valt hetta? – Tí man sleppur at gera so nógv í bilmekanikaravirkinum. Læruríkt og gott at duga væl við bilum. Hvat gera tit her? – Koyra trýst á koplingina og kanna um bremsurnar eru í ordan og um nakað er galið við kaliprator, smyrja lásini og koyra papp í papppressarin. Er hettar nakað tit vilja gera í framtíðini? Leon: – Nei, bilmekanikari er so skitið arbeiði. Men eg vil arbeiða vid bilum heima, sum ein hobby. Tummas: – Hevði gott kunnað funnið uppá tað, men tað hevur ikki mín fyrsta áhuga, men eg hevði kunnað arbeitt við tí sum eina hobby, at orðna min egna bil, og kanska motorsukklur. Kemur hettar upp til tykkara forvantningar? – Ja, men ofta at man einki hevur at gera, ofta noyddur at spyrja um tey hava brúk fyri hjálp, hildu at tað for at vera meira skipað, vit sleppa at gera alt við bilinum uttan at arbeiða vid motorinum. Trívast tit her? – Ja, fólkini eru fitt og hjálpa okkum, góður matur og góðar umstøður, nógv at gera, nokkso chill. Leon: – Viðmæli at fara í praktik hjá Reyni Service, nóg nógv at gera og góðar umstøður. “eitt av teimum bestu støðunum at fara” Herbergið Janita Hví hevur tú valt hetta? – Hetta var ikki mítt fyrsta val, men eg eri ógvuliga glað fyri tað. Tí at tað er sera lærurikt og spennandi, og so dámar mær væl at hava við onnur folk at gera, so kann man læra nógv um tað keðiliga eisini. Hvat gert tú her? – Tosi við brúkaran og hjålpi teimum, um tað er nakað, hjálpi við at gera mat, vaski og støvsúgvi, seti á borðið og taki av. Koyri eftir vørum. Er hetta nakað tú vilt gera í framtíðini? – Nei, tað er øguliga gevandi og læruríkt og gódar umstøður og orduliga fitt fólk, men tað er ikki tann vegurin eg vil í framtíðini. Kemur hetta upp til tínar forvantningar? – Ja hetta livir upp til mínar forvantingar, men av tí eg bara eri 15 ár, so sleppi eg ikki at gera alt, tá tað kann vera áhóskandi fyri børn. – Trívist tu her? – Ja, eg trívist ógvuliga væl, starvsfólkini og brúkararnir her eru sera fitt og hjálpsom, eg havi nógv at gera, men tó ikki ov nógv, nógv ymiskt at gera eisini. Góðar umstøður, lekkur matur og ikki so langan arbeiðsdag. Eg haldi at øll høvdu havt gott av at verið i starvsvenjing her, tí tad er so gevandi og mennandi. Ymiskt frá øllum øðrum starvsvenjingar plássum. Dómara- skrivstovan Lea Hví hevur tú valt hetta her? – Tí eg vildi gjarna vita hvussu tað var at vera dómari, men mítt fyrsta val var at vera advokatur, men slapp ikki inn nakrastaðnis, so valdi dómara skrivstovuna so eg kundi hava samband við tað. Hvat gert tú her? Eg fari við inn í rættin, og lesi um málini, áðrenn eg fari inn. Er hetta nakað tú vilt gera í framtíðini? – Kanska, kanska meira innan advokat. Tí eg haldi eg hevði betur klárað at forsvarað personar enn at døma teir. Kemur hetta upp til tínar forvantningar? – Ja, eg hugsaði at sleppa í rættin og tað eri eg so sloppin, eg hevði ikki so nógvar forvantningar. Trívist tú her? – Eg trívist orduliga gott, tí tað er góðar umstøður og fólkini eru fitt. – Eg haldi at tað er keðuligt at vera her einsamøll, og hevði gott kunnað hugsað mær at verið saman við onkrum. Um man dámar væl at vera inni fyri lógini so viðmæli eg at fara her. Birkilund Helena Hansen og Katrina Sjóvará úr Eysturskúlanum í Havn eru í starvsvenjing í Miðlahúsinum í hesum døgum. Tær hava verið og vitjað aðrar næmingar at vita, hvat tey hava fingið burtur úr starvsvenjingini.