hósdagur 31. august 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 101
32
BAKSÍÐAN
Ø
ll nú tímans samfeløg eru sett ssaman við
innviklaðum lógum og reglugerðum.
Føroyar eru als ikki nakað undantak í so
máta. Vit innflyta útlendskar lógir, sum eru
gjørdar til munandi størri samfeløg, men ikki altíð megna
vit at fylgja hesum lógum upp. Hvørki við neyðugum
reglugerðum ella við revsitiltøkum, sum skulu beina fólk
á leið, sum bróta hesar lógir.
Sum borgari undrast ein ofta á, hví tingini ongantíð
verða gjørd á nemmasta og einfaldasta máta. Tað er
sjálvandi altíð lætt at leggja eftir okkara politikarum,
men satt at siga, so eru tey ofta meira ella minni hentir
idiotar hjá einari umsiting, sum tykist hava eitt endamál:
at vaksa.
Vit sakna ofta, at politiska skipanin sigur við lands
stýrisfólkini, at nú er nóg mikið. Ongin premia verður
latin fyri at koma við so mongum nýggjum lógum sum
gjørligt.
Politiska uppgávan eigur hinvegin at vera at royna
at gera okkara samfelag so einfalt, sum til ber. Onkrar
samgongur í øðrum londum hava sett sær fyri, at teirra
høvuðsendamál er at minka talið av lógum og harvið gera
alt einfaldari.
Hesa vikuna hava vit hoyrt um, at landsgrannskoðarin
hevur kaanað viðurskiftini á Gygni og funnið fleiri viður
skifti, sum ikki eru framd eftir galdandi reglum.
Eitt er, at fólk eru sett í starv uttan at almenni
starvsfólkapolitikkurin er fylgdur.
Men er hetta eitt vanligt brot í almenna sektorinum?
Ja, tað sær soleiðis út, tí bert eina viku frammanundan
hendi tað sama í aðalráðnum í mentamálaráðnum.
Har settu tey eitt kunniongarfólk í starv uttan at
starvið var lýst leyst.
Kunningarfólkið skal hjálpa landsstýriskvinnuni við
mentamálum at samskifta og at skriva røður fyri hana.
Tá ið hetta kom fram reageraðu Føroysk Miðlafólk og
fleiri onnur fakfeløg. Tey hildu, at hetta líktist svartasta
ongum, at eitt aðalráð soleiðis uttan víðari setti almenna
stsarvsfólkapolitikkin til viks.
Men aðalstjórin í ráðnum svaraði aftur. Her var talan
um eitt so serligt starv, at tað kundi ikki lýsast leyst.
Hann gjørdi greitt, at hetta málið var avgreitt og helt fast
við setanina og ta mannagongd, sum mentamálaráðið
hevði brúkt.
Men, men...
So lætt slapp aðalstjórin ikki.
Helst hevurt hann fingið ein loddrættan ordra um,
at hetta ikki er rætt. Overnigth skifti hann meining og
sendi tíðindaskriv út, har hann boðaði frá, at starvið nú
verður lýst leyst og tað verður gjørt sambært almenna
setanarpolitikkinum og eftir galdandi sáttmálum.
Sum borgari hugsar man: hvat ger ein aðalstjóri,
sum í slíkum føri kemur sínum ráðið í ringt orð eins og
landsstýriskvinnan eisini verður løgd undir at víkja frá
setanarpolitikkinum.
Skal ein aðalstjóri ikki júst syrgja fyri, at
landsstýrisfólkini ikki gera slíkar brølarar, sum í seinasta
enda kunnu hava við sær, at tey missa politiska ávirkan
og kanska ikki verða vald aftur?
Tað verður ringt at trúgva einum slíkum aðalstjóra
næstu ferð hann sigur okkurt. Fer hann enn einaferð at
broyta meining totalt?
Hvørjar avleiðingar fær slíkt?
Eg spyrji bara.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
DANJAL AV RANA
T
eir báðir menn
inir, sum eru
skuldsettir fyri
drápsroynd á Ís
landsvegnum í Havn, sita
enn varðhaldsfongslaðir. Í
síðstu viku møttu teir aft
ur í Føroya rætti, har støða
skuldi takast til, um varð
haldsfongslingin skuldi
leingjast ella ikki.
Eins og áður gekk
fundurin fyri seg fyri
læstum durum, so tí er
lítið at frætta frá fundinum, ákær
unum móti monnunum og verju
teirra.
Miðlahúsið hevur tó fingið
váttað, at varðhaldsfongslingin
bleiv longd aftur hesa ferð, tó uttan
at okkum er upplýst, hvussu leingi.
Higartil eru teir tó varðhalds
fongslaðir fýra vikur afturat hvørja
ferð, teir hava verið í rættinum.
Tað var beint eftir midnátt 6.
mai, at ein maður bleiv álopin
av fleiri øðrum við vegamóti
Íslandsvegurin/Landavegurin í
vesturbýnum í Havn. Hann var
stungin fleiri ferðir og bløddi illa,
og sum skilst høvdu menninir nýtt
bæði knív, gággara og øks sum
vápn.
Sjúkrabilur og løgregla vóru
skjót á staðnum, og maðurin bleiv
fluttur á Landssjúkrahúsið.
Tveir mans vórðu handtikin
og varðhaldsfongslaðir fyri
álopið, meðan tveir aðrir vórðu
handtiknir, men leyslatnir aftur.
Teir báðir ákærdu menninir
vórðu handtiknir seinnapartin 6.
mai og hava sitið varðhaldsfongsl
aðir síðani. Teir hava tí sitið skjótt
fýra mánaðir í fongslinum.
Øksarmenninir
sita í varðhaldi
á fjórða mánaði
Mánadagur 8. mai 2017 Nr. 53 91. árg. kr. 20,00
KOM
KOM
osialurin 341800
Mánad
+ HAG
FAVORITTAR
KIKSAÐU
Á HEIMAVØLLI
ALT UM EFFO-DEILDINA Á S. 18-21
...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR
GILLI R. SØRENSEN:
1-1
SÍÐA 13
FM Í HÁLVMARATHON:
FAVORITTARNIR
STRUKU AVSTAÐ
VIÐ SIGRUNUM
SKORAÐI DREY
MÓTI MEISTAR
Á ÚTIVØLLI
U-17 LANDSLIÐIÐ:
LÆRDÓMUR FYRI
ALLAR PENGARNAR
LES UM U-17 LANDSLIÐIÐ Á SÍÐU 16-17
FM-FAVORITTARNIR ÚR VÍKINGI OG NSÍ SPÆLDU UM VIKUSKIFTIÐ
ÓVÆNTAÐAR JAVNLEIKIR Á HEIMAVØLLI Í EFFO-DEILDINI. SERLIGA
SKÁLA VAR NÆR VIÐ AT VINNA Á NSÍ.
BAKSÍÐAN
SKULDSETTIR FYRI DRÁPSROYND:
BLÓÐIÐ
FLEYT Á
VEGNUM
s8-9
– Øks, gággari og knívar vóru brúkt, tá ið ein maður
mundi verið dripin á Landavegnum í Havn um viku-
skiftið. Fýra fólk eru skuldsett. – Hatta er tað
ræðuligasta eg havi sæð, siga vitni við Sosialin