mánadagur 4. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. september 2017 · Nr. 102
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jørn Astrup Hansen
tíðargrein síða 7
Hví fáa
tilfeingi
ókeypis?
ítróttur síða 13
Javnt
ímóti
nr 22 í
heiminum
Tað er eitt sindur ódámligt, tá ein
gamal løgtingsmaður, sum betalir
fólki at skriva fyri seg, fer at briksla
og skjóta øðrum fólkum ivasom
motiv í skógvarnar.
Soleiðis hevur Edmund Joensen
gjørt nú í longri tíð. Í øllum førum
síðani hann setti »samskiftisráðgev
an« Per Højgaard at skriva fyri seg.
Tað er bara tað, at tá tú letur
onnur fólk skriva tíni lesarabrøv,
uttan at tú sjálvur fylgir við ella so
frægt sum lesur tey í gjøgnum, so er
vandi fyri, at okkurt verður skrivað,
sum avdúkar avsendaran, sum ikki
førir pennin sjálvur. Og sum kann
gerast beinleiðis flóvisligt.
Tí tá spinndoktarin hjá Edmundi
ikki lesur uppá, so kemur sperðil í.
Edmund Joensen er ikki fólka
tingsmaður longur, so tí fær hann
ikki fíggjað sína skriving tann veg
in. Men í 2015 gjørdi formansskap
urin í løgtiginum av, at tingfólk
skulu fáa 30.000 krónur um árið at
brúka til »at menna sínar førleikar
at røkja tingsessin«.
Hesar pengar hava til dømis Ed
mund Joensen og Bárður Nielsen
brúkt upp á »ráðgeving« frá Per
Højgaard – fyri soleiðis »at menna
sínar politisku førleikar«.
Edmund Joensen brúkti 24.500
krónur av løgtingspengunum í fjør
til spinndotkara sín Per Højgaard,
og Bárður Nielsen 18.000 krónur.
Tað er í lagi, at Edmund er tvør
ur, sum ein gamal sambandsmaður
eftir øllum at døma eigur at vera.
Men tíðir broytast, og sjálvt Ed
mund man í dag góðtaka, at før
oyskir lærarar sleppa at tosa á før
oyskum við børnini, hóast flokkurin
var ímóti hesum í tjúgunum – við
somu grundgeving, sum flokkurin
nú er ímóti, at Føroya fólk samtykk
ir eina stjórnarskipan, sum millum
annað skal gera av, at sjálvsavgerð
arrætturin er hjá Føroya fólki.
Í síðstu viku hevði Edmund Jo
ensen eina viðmerking á Facebook.
Ein av teimum tærnakrympandi
flóvisligu, sum kunnu fáa lesarar at
misteinkja Edmund Joensen fyri at
vera minnisveikan. Tí Edmund Jo
ensen avdúkar, at hann slett ikki
minnist, hvat Sambandsflokkurin
var samdur við hinar flokkarnar um
í 2010 – at viðmerkingar ikki skuldu
vera til einstøku lógargreinarnar í
stjórnarskipanaruppskotinum.
»Doktarin« hjá Edmundi hevur
helst tikið viðmerkingar frá Christ
iani Andreasen, advokati, til sín og
gjørt tær til Edmundsa.
Tað er fínasta ordan, at Edmund
Joensen sum tvørur sambandsmað
ur er ímóti stjórnarskipanini.
Men góðu Per og Edmund. Verið
tit bara í móti. Men ikki geva øðrum
skyldina við at skjóta teimum tollut
og fjollut motiv í skógvarnar!
doktarin má lesa uppá
Finansiel Stabili
tet krevur meira
enn 3 milliardir
krónur frá
bankaleiðslum.
Advokatar hava
higartil fingið
258 millónir
fyri ómakin
Í fleiri rættarmálum krevur
Finansiel Stabilitet tilsamans
meira enn tríggjar milliardir
krónur frá stjórum, nevnd
arlimum og grannskoðarum
í átta peningastovnum, sum
eru farnir á heysin – teir flestu
í sambandi við fíggjarkrepp
una.
Rættaruppgerðin er dýr.
Higartil hevur Finansiel Stab
ilitet goldið 258 milliónir krón
ur serliga til advokatar fyri at
føra sakirnar.
Her eru málini og støða
teirra:
• Amagerbankin. Finan
siel Stabilitet kravdi upprun
aliga 300 milliónir av øllum
11 saksøktu, og at sjey har
umframt skuldi gjalda 600
milliónir. Rætturin í Lyngby
frídømdi øll tann 12. juni. Fin
ansiel Stabilitet hevur kært
dómin og krevur nú 375 mill
iónir.
• Capinordic Bank. Í eini
semju fekk Finansiel Stabi
litet í oktober í 2013 70 milli
ónir krónur. Í málinum móti
trimum leiðarum var kravið
400 milliónir. Í oktober í 2015
lendi Eystari Landsrætturi á
90,5 milliónum. Dómurin er
kærdur.
• Roskilde Bank. Stjórn,
nevnd og grannskoðari eru
kravd eftir einari milliard.
Eystari Landsrættur fer at siga
dómin í heyst.
• Ebh Bank. Stjórn, nevnd
og grannskoðari er saksøkt
eftir 700 milliónum. Vestari
Landsrættur byrjar málið í
dag, sum heldur fram næsta
árið.
• Eik Banki Danmark.
Stjórn, nevnd og grannskoðari
eru saksøkt eftir 250 millión
um. Eystari Landsrættur skal
avgera stríðið og byrjar málið í
dag. Roknað verður við umleið
100 rættarfundum.
• Eik Banki Føroyar. Sjey
persónar eru saksøktir eftir
150 milliónum. Føroya Rættur
hevur fyrsta rættarfund í jan
uar komandi.
• Løkken Sparekasse. Sjey
eru saksøkt eftir 275 millión
um. Vestari Landsrættur hev
ur fyrsta rættarfund í oktober
næsta ár.
• Andelskassen JAK í Slag
else. Stjóri og nevndarformað
ur eru kravd eftir 14,3 milli
ónum. Rætturin í Glostrup
skal viðgera málið.
Keldur: Rættarskjøl, ársfrágreðing
hjá Finansiel Stabilitet, Ritzaus
Bureau.
/ritzau/
Átta mál ímóti bakaleiðslum
– advokatar tjent 258 mió kr
Tað kann enda galið, tá ein
annar førir pennin, Edmund!
Kravið frá Finansiel Stabili
tet ímóti Eik-fólkunum er til
samans 400 millónir krónur
Hví heldur út
varpsvertur
in, at hann er
stuttligari enn
selfie-genturnar
hjá Atlantic
Airways?
Finnur Koba, tíðindavertur
í Kringvaprinum, vertur í
góðan morgun Føroyar og
satirikari Kringvarpsins er
súrur um, at onkur kanska
tekur
uppmerksemi
frá
honum.
Tað gav at bíta fríggja
morgunin, tá hann gjørdi
grin við selfie-gentunum
hjá Atlantic Airways, sum
hann helt áttu at yvirtaka
3-2, tí at tær høvdu prátað
við føroyskar fótbóltsspæl
arar í sambandi við lands
dystin millum Portugal og
Føroyar. Hann segði nakað
soleiðis:
»Atlantic Airways hevur
ikki ráð at loyva teimum, ið
tørva tvey setur, at flúgva
fyri vanligan prís.
Men at flúgva selfie-
genturnar allan vegin til
Portugal at flirta við fót
bóltsspælarum fyri opnari
mikrofon – tað er eingin
trupulleiki«.
Men harragud Johnny í
Grótinum! Finnur Koba ger
sjálvur selfie-journalistikk.
Hann elskar at seta seg
sjálvan í fokus. Ja so nógv
er hann upptikin av sær
sjálvum, at tá hann velur
røddir, sum fólk skulu gita,
so velur hann sína egnu
rødd. Er tað ikki upp á tíð
ina, at onkur vaksin er við
til at gera sendingarnar,
so alt ikki verður tað reina
fjant og fjas?
Verturin sum sær so
nógv í sær sjálvum
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin