mánadagur 4. september 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
S
tørsta tiltakið á Land í eygsjón er stórsligna
pallsetingin av Scener ur ett äktenskap
við Uppsala Stadsteater. Leikurin byggir
á heimskendu sjónvarpsrøðina hjá Ingmar
Bergman frá 1973, ið bæði elvdi til kjak og
øsing, øking í hjúnaskilnaði og bíðirøðir hjá
familjuráðgevum. Scener ur ett äktenskap er ein
leikur um makt, máttloysi, kærleika, vinalag og
sex. Hvussu sær hjúnabandið út eftir 10 ár, 20
ár og 30 ár? Og heldur dreymurin um lívlangan
kærleika?
Í nýggju pallsetingini hjá Eva Dahlman og
Lehna Edwall eru seks leikarar, fleiri teirra kendir
frá filmi og sjónvarpi, eitt nú Dag Malmberg
(Broen), Eva Fritjofson (Fjällbackamorden) og
Mikaela Ramel (Rederiet). Uppsetingin hevur
fingið framúr góð skoðsmál frá bæði áskoðarum
og ummælarum í Svøríki.
»Ein framúrskarandi leikhópur og ein
gløgg tulking ... stutt sagt: miss ikki henda
møguleikan!« – UNT
»Ein sjónleikaraveitsla.« – DN
»Elegant, lætt og við heitum, menniskjaligum
humor verður hesin Bergman leikurin heilt
einfalt endurføddur« – Aftonbladet
Einans tvær sýningar
Spennandi pallmyndin til Scener ur ett äkten
skap er nógv øðrvísi enn vit eru von at síggja í
Norðurlandahúsinum. Tí verður talið av áskoð
araplássum eisini avmarkað.
Einans tvær sýningar verða av Scener ur ett
äktenskap; fríggjadagin 29. og leygardagin 30.
september í Høllini í Norðurlandahúsinum.
Krás fyri oyruni
Klassiskt, poppur, jazzur, folk og vokaltónleikur.
Alt hetta er partur av spennandi tónleikaskránni
hjá Land í eygsjón. Millum annað verður eitt
serligt høvi at uppliva fjøltáttaða tónaskaldið
og selloleikaran Svante Henryson, ið vann Tón
listavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015. Hann
fer at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri,
síni egnu jazzkvartett og saman við konuni
Katarina Henryson, sum var við til at stovna
heimskenda vokalbólkin the Real Group.
Eingin føroysk veitsla
uttan svenskar vísur
Där går en dans på sunnanö, Vem kan segla
förutan vind og Leið meg út á villar víddir. Ja,
hvør kennir ikki onkra svenska vísu? Hóskvøldið
28. september verður svenskt vísukvøld, har
føroyskir sangarar syngja kendar svenskar
vísur. Føroysku sangararnir eru øll kend nøvn;
Guðrið Hansdóttir, Jens Lisberg, Lív Næs, Eyð
Berghamar Jakobsen, Kristian Holbæk, Jóhanna
Norðberg Niclasen, Tróndur Enni, Maria á
Lakjuni, Eyðun Nolsøe, Dánjal á Neystabø,
Jensina Olsen o.o
Orðaleysur sjónleikur til børn
Mikudagin 27. september verður orðaleysi
barnaleikurin Papper sýndur. Úr pappíri skapast
sveimandi fuglar, flákrandi firvaldar, ein
hábærslig skjaldbøka og óteljandi aðrar verur.
Pappírið verður rukkað, boygt, snúrað og skrætt
og verurnar umskapast, hvørva og koma aftur
til lívs.
Ein fjøltáttað skrá
Umframt alt hetta verður ein spennandi
installatiónsframsýning við Rydh/Sörenson,
Astrid Lindgren konsert við Jensinu Olsen,
svenskur lesikrókur, barnabio og Skúrurin hjá
Emil har øll tey (ó)skikkiligu børnini kunnu stytta
sær stundir og evna verur úr træi.
Land í eygsjón: Heja Sverige!
23.-30. september kunnu føroyingar seta gulan kross í kalendaran, tá árligi norðurlendski festivalurin
Land í eygsjón verður í Norðurlandahúsinum við eini røð av kendum svenskum superstjørnum. Á skránni
verður eitt fjølbroytt úrval av tí besta av svenskum sjónleiki, tónleiki, barnaleiki og myndlist