mánadagur 4. september 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Amerikanski sjónleikarin Mark Wahlberg er á
ovast á árliga listanum hjá blaðnum Forbes yvir
best løntu sjónleikarar í heiminum.
Hildið verður, at Wahlberg hevur tjent slakar
430 milliónir krónur frá juni í 2016 til juni í 2017
upp á millum annað filmar sum »Transformers:
The Last Knight« og »Daddy's Home 2«.
Mark Wahlberg, sum er fyrrverandi rappari,
tekur metið frá í fjør frá Dwayne »The Rock«
Johnson, sum í ár hevur tjent umleið 410
milliónir krónur.
Listin hjá Forbes vísir eins og undanfarin
ár, hvussu stórur munurin er á inntøkunum hjá
monnum og kvinnum í sjónleikaraheiminum.
Menninir á topp 10 tjena tilsamans gott og
væl tríggjar milliardir krónur, næstan tríggjar
ferðir so nógv, sum topp 10 hjá kvinnunum, sum
tjena góða millard tilsamans.
Best lønta kvinnan í sjónleikaraheiminum
er Emma Stone, sum við sínum 164 milliónum
krónum ikki hevði klárað at knógvað seg á topp
10 listan hjá monnunum.
Forbes heldur, at munurin millum menn
og kvinnur í sjónleikaraheiminum millum
annað stendst av nógvum superhetju- og
actiónfilmum frá Hollywood, sum mangan tjena
nógvar pengar, men sum hava fáar kvinnur í
høvuðsleiklutunum.
Nummar trý topp tíggju listanum hjá
monnunum er Vin Diesel, sum sambært Forbes
hevur tjent umleið 344 milliónir krónur.
Hinir
sjónleikararnir
á
listanum
hjá
monnunum eru menn sum Adam Sandler, Jackie
Chan, Robert Downey Jr. og Tom Cruise.
Tríggjar av teimum størstu stjørnunum hjá
monnum í indiska filmsídnaðinum, kendur sum
Bollywood, knógva seg akkurát inn á listan sum
nummar átta, níggju og tíggju. Tað eru indisku
sjónleikararnir Shah Rukh Khan, Salman Khan
og Akshay Khumar.
/ritzau/Reuters
Mark Wahlberg er heimsins
best lønti sjónleikari
Listin yvir best løntu sjónleikararnar í heiminum vísri stóran ójavnað millum
lønirnar hjá monnum og kvinnum í sjónleikaraheiminum
Her eru heimsins best
løntu sjónleikarar
Mark Wahlberg (myndin) er ovast á listanum
hjá Forbes við teimum best løntu monnunum
í sjónleikaraheiminum.
Her eru teir tíggju sjónleikararnir, sum hava
havt bestu inntøkuna í heiminum í heiminum:
1. Mark Wahlberg, 429,3 milliónir krónur.
2. Dwayne Johnson, 410,3 milliónir krónur.
3. Vin Diesel, 344,1 milliónir krónur.
4. Adam Sandler, 318,8 milliónir krónur.
5. Jackie Chan, 309,4 milliónir krónur.
6. Robert Downey Jr., 303,1 milliónir krónur.
7. Tom Cruise, 271,5 milliónir krónur.
8. Shah Rukh Khan, 239,9 milliónir krónur.
9. Salman Khan, 233,6 milliónir krónur.
10. Akshay Kumar, 224,1 milliónir krónur.
Kelda: Forbes.
/ritzau/
Sunnudagin 10. september 2017
skipar bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús
fyri eydnuhjóli til frama fyri felagið
Vit taka fegin móti lutum til eydnuhjólið,
og um onkur er, ið heldur vil lata pening,
so ber tað til við at flyta eina upphædd
á konto í Betri Banka 9181-426.654.6.
Vit keypa so vinningar fyri peningin.
GJÁAR SAMKOMUHÚS
EYDNUHJÓL
Tað er fyri millum
annað filmar sum
»Transformers: The Last
Knight« og »Daddy's
Home 2«, at Mark
Wahlberg tjenar so
nógvar pengar