Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hallur av Rana 2017 hevur higartil verið eitt gott ár fyri Vága Floghavn, ið hevur notið gott av stóra áhuganum í Føroyum sum ferðamál og herdu kappingini millum Atlantic Airways og SAS. Vøksturin í talinum av ferðafólkum hevur sligið met nærum hvønn mánað, og tann gongd­ in heldur fram, nú felagið hevur fingið tølini fyri juli. – Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í august var 41.162 í mun til 33.937 í august 2016. Tað er ein framgongd á 21,3 prosent í mun til august 2016, boðar felagið frá. Ein kanning sum Gallup hevur gjørt fyri Vága Floghavn í juli staðfestir eisini, at ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Vága Floghavn, tí fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava fleiri útlendingar enn føroyingar ferðast umvegis flogvøllin. 44 prosent av ferðafólkunum í juli vóru føroyingar ímeðan 56 prosent vóru útlendingar. Størri enn Aarhus Um hugt verður eftir hagtølunum fyri 2017 sum heild, so er vøksturin eitt sindur minni gjøgnum árið enn í juli. – Samlaða framgongdin hjá Vága Floghavn frá 1. januar til 31. august 2017 er 33.555 ferða­fólk ella ein samlað framgongd á 16,1 pro­sent, boðar felagið frá. Við stóra vøkstrinum í ferðafólkatalinum hevur Vága Floghavn staðfest sína støðu sum ein av størstu flogvøllunum í danska ríkinum, og er nú fyri fyrstu ferð størri enn Aarhus Lufthavn, tá hugt verður eftir talinum av ferðandi. Meðan 242.197 ferðafólk hava ferðast um Vága Floghavn í 2017, hava 236.046 ferðafólk ferðast um Aarhus Lufthavn. Ferð komin á fólkavøksturin Vøksturin í fólkatalinum í Sørvágs kommunu er higartil í ár tvífalt so stórur sum í 2016 Hallur av Rana N ýggja bygdaráðið í Sørvágs kommunu hevur fingið eina hugalig byrjan, um hugt verður eftir tølunum fyri fólkavøkstur í bygdini. Síðan nýggja bygdaráðið tók við 1. januar er vøksturin í kommununi nevniliga munandi størri enn undanfarna ár. Tað upplýsir Aimé Jacobsen, borgarstjóri í kommununi. – Eins og í restini av landinum, so hava vit upplivað ein stóran vøkstur í fólkatalinum í Vága kommunu. Í fjør vaks fólkatalið í kommununi við 22 fólkum, meðan tað bara higartil í ár, nú átta mánaðir eru farnir av 2017, er voksið við 45 fólkum, sigur nýggi borgarstjórin. Stóri vøksturin í talinum hevur tó nýggjar avbjóðingar við sær, og ásannar borgarstjórin, at neyðugt er at útvega nýggj grundstykkir í bygdini. – Vit hava keypt eitt stórt øki í bygdini, ið vit vóna at kunna bjóða út næsta ár. Væntandi verða tað eini 30 grundstykkir, harav nøkur eisini er ætlað til alternativar bústaðir, sigur Aimé Jacobsen, Hava uppiborið betri umstøður Umframt at útvega nýggj grundstykkir, so er eisini nógv ymiskt annað virksemi í gongd í kommununi. – Fótbóltsvøllurin hevur fingið nýtt graslíki og er vorðin góðkendur av FSF, skúlin er vorðin umbygdur og arbeitt verður við at betra um kloakkviðurskiftini og vegakervið, sigur Aimé Jacobesen. Harumframt verður nú hugt eftir hvat kann gerast fyri at betra um umstøðurnar hjá Sørvágs Ítróttafelag. – Vit hava elituna inna flogbólt í Føroyum her í Sørvági, og tær hava ikki nøktandi umstøður, hóast úrslitini hava verið góð. So nú skulu vit taka støðu til, um vit útbyggja verandi høll ella fara undir at kanna møguleikarnar fyri eina nýggja høll og hvar hon skal liggja. Men vit skylda teimum betri umstøður, sigur Aimé Jacob­sen. Vága Floghavn nú størri enn Aarhus Lufthavn Fleiri ferðafólk ferðast nú umvegis Vága Floghavn enn Aarhus Lufthavn TEMA: VÁGAR Aimé Jacobsen, borgarstjóri