Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VÁGAR Hallur av Rana E itt nýtt tilboð til føroysk skúlabørn, og kanska serliga teirra foreldur, sá dagsins ljós í fjør, tá bíleggingarskipanin matpakkin. fo, ið er partur av Gist & Vist samtakinum, varð al­mannakunngjørd. Talan er um eina tænastu ætlað skúla­ børnum, har tað ber til hjá foreldrum at bíleggja matpakkar til børnini, ið verða gjørdir í køkinum í Hotel Vágum og síðan útflýggjaðir børnunum í skúlunum. Til ber at velja millum eitt úrval av tvíflísum, salatum, sushi og øðrum. Higartil eru tað tíggju skúlar í Vágoynni, Streym­oynni og Eysturoynni, ið taka lut í skip­ anini hjá Matpakkin.fo. Gjørdir sama morgun Skipanin virkar á tann hátt, at um bílagt verður áðrenn klokkan hálvgum átta um morgunin, so fær næmingurin matpakkan sama morgun. – Um man hevur ein brúkara inn á matpakkin. fo, so kann man velja tað man ynskir og vit fáa síðan boðini. Um bílagt verður áðrenn klokkan 07.30 um morgunin, so verður matpakkin gjørdur og verður við í sendingini til skúlarnar, ið fer frá okkum klokkan 8.30, upplýsir Katrina Samuelsen. Talan er um eina relativ nýggja tænastu. Í fjør bleiv skipanin roynd í Vágoynni og seinni kring landið, men tað er fyrst í ár, at lýst verður við tænastuni, og sambært Kristina Samuelsen, so hava foreldur og børn tikið væl móti nýggja til­ boðnum. – Bíleggingarnar liggja millum einar 50- 200 um vikuna, og er tað voksið við eini 20 prosentum síðan summarferiuna, sigur Kristina Samuelsen. Gamalt hugskot tekur skap Bíggjarmaður letur byggja fýra summarhús í heimbygdini Hallur av Rana F ýra summarhús taka í hesum døgum skap skamt frá bygdini Bø í Vágoynni. Tað er bíggjarmaðurin Tróndur Niclasen, ið letur húsini byggja, ið eftir ætlan skulu leigast út til ferðafólk. Sjálvur hevur Tróndur Niclasen í fleiri ár fingist við ferðavinnuni við síðuna av sín­um vanliga starvi, og er tað eisini haðani, at hug­ skotið at byggja fleiri summarhús í heimbygdini er komið. – Mær dámar væl at fáast við ferðafólk, tí tað er ein jalig vinna har fólk eru væl nøgd, tí tey uppliva nakað, ið tey ikki eru von við. Tankin at byggja summarhús er heilt gamal. Haldi fyrstu ferð hann kom til mín var í 2002 og fyrsta upp­ skotið var klárt í 2008, greiðir Tróndur Niclasen frá. Talan var um eina fullfíggjaða verkætlan, ið Tróndur Niclasen hevði gjørt í samráð við ein arkitekt, men av tí, at hann metti verkætlanin lá ov illani í lendinum, bleiv uppskotið vrakað, og tað skuldi ganga fleiri ár, áðrenn ein nýggj verkætlan fyrilá. Gamal byggistílur Gamli dreymurin bleiv tikin upp aftur í fjør, tá ein nýggj verkætlan fyrilá, ið Tróndur Niclasen metti tók neyðuga atlitini til lendið og restina av umhvørvinum. – Tað týdningarmesta hevur verið, at lendið, har tað liggur, fer so lítið sum gjørligt. Tí verður bygt eftir gamla byggistílinum við flagtekju, nógvum gróti og sprossavindeygum, umframt at tey koma at standa eitt sindur trongt, sigur Tróndur Niclasen. Talan er um fýra summarhús, og er tað Búsetir, ið stendur fyri timburarbeiðinum, meðan restin í stóran mun er gjørt av lokalum kreftum í bygdini. – Talan eru um summarhús, ið er 36 fer­ metrar til støddar, men eru gjørd sum eini sethús við øllum tí, ið har til hoyrir. Tey hava vaskimaskinu, uppvaskimaskinu, ein køk við øllum hugsandi køksamboðum og eru væl bjálvaði, sigur Tróndur Niclasen. Miðja verður eftir, at summarhúsini verða liðug um ársskiftið. Gera matpakkar til føroysk skúlabørn Nú kunna foreldur bíleggja matpakka til børnini, ið verður gjørdur sama dag.