Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VÁGAR Stríðið móti laksalúsini førdi til menning Í royndini at basa laksalúsini hevur alifyritøkan Luna samstundis tvífaldað framleiðsluna Hallur av Rana N ógv byggivirksemi er í hesum døgum á Fútakletti í Vágoynni, har alifyritøkan Luna hevur eina stóra smoltstøð. Farið er nevni­liga undir síðsta part av útbyggingini av smolt­støðini. Talan er um eina gamla verkætlan, ið upprunaliga var ein roynd at basa laksalúsini, men sum endaði við at tvífalda framleiðsluna hjá fyritøkuni. Atli Gregersen, stjóri í Luna, upplýsir, at man fór undir verkætlanina fyri sjey árum síðan, tá man ynskti at stytta um tíðina, ið laksurin var í sjónum. – Tað gongur væl við at ala í Føroyum, men vit hava hesa avbjóðingina við laksalúsini. Fyri at sleppa undan henni, royna vit nú at umleggja alla framleiðsluna soleiðis, at fiskurin verður so leingi sum gjørligt á landi, greiðir Atli Gregersen frá og leggur afturat. Jú fyrr jú betri Áður hevur verið vanligt, at fyritøkurnar hava latið laksin blíva einar 80-100 gramm áðrenn hann fór á sjógv, og hevur tað tikið umleið eitt ár. Síðan hevur laksurin verið í sjónum í einar átjan mánaðir, áðrenn hann bleiv tikin aftur. Tað gekk eisini fínt, sambært Atli Gregersen, men so gjørdist laksalúsin ein so stórur trupul­ leiki, at okkurt mátti gerast. – Hon er ikki ein trupulleiki tað fyrsta árið, tí fjørðurin liggur altíð brak í tveir mánaðir eftir, at ein ringur er tømdur. Hetta verður gjørt, so at øll sjúka og lús er burtur, tá byrjað verður aftur. Men teir síðstu mánaðirnar gerst lúsin ein trupulleiki, tí tá er hon komin fyri seg aftur. Tí ynskti man at stytta um tíðina, ið laksurin var í sjónum, greiðir Atli Gregersen frá. Royndirnar hjá felagnum vísti, at við at seta nógv størri smolt út, ið eru 500 gramm í staðin fyri 100 gramm, so stytti tað munandi um tíðina, ið laksurin var í ringunum. Og tá tann tíðin styttist munandi, so fingu lýsnar ikki líka góðan møguleikan at seta seg á laksin. – Við at leingja tíðina, ið tey eru inni í smolt­ støðini við seks mánaðum, so eru smoltini 18 mánaðir tá tey fara í sjógv, og eru síðan einans í sjónum í 10 til 15 mánaðir. Tá hava vit skorið tíðina, ið laksurin er í ringunum, frá 24 mánaðum til 15 mánaðir. Tað eru níggju truplir mánaðir, ið ikki eru longur, og á tann hátt minkar lúsatrupulleikin munandi, sigur Atli Gregersen. Øll framleiðslan umløgd Nýggi hátturin at ala uppá hevur víst seg at hjálpa so nógv uppá trupulleikan við laksalús, at felagið avgjørdi at umleggja alla framleiðsluna. – Vit vildu sleppa undan lúsini, og tað hevur hjálpt væl við tí. Nú brúka vit at kalla eingin kemikaliir og hava nógv færri lús. Samstundis hava vit verið heppin við, at laksaprísurin hevur verið góður, og hevur tað ført við sær, at vit hava havt ráð at halda fram við hesum og byggja meira á landi. So í ár og næsta ár byggja vit tí síðstu útbyggingina á Fútakletti í hesum førum. Tá verður alt smoltið hjá okkum í minsta lagi 500 gramm, tá tað verður settur út, sigur Atli Gregersen. Men umframt at hava minkað um laksalúsina, so hevur nýggja metodan eisini havt aðrar posi­ tivar broytingar við sær. – Positiva avleiðingin er, at tað at vit nú framleiða nógv skjótari á einum staði, so fer ársframleiðslan á staðnum eisini upp, soleiðis, at vit nú framleiða tað sama í 15 mánaðir, ið vit fyrr framleiddu í 24 mánaðir. Alt í alt er framleiðslan voksin úr 7-8.000 tons fyri nøkrum árum síðan til umleið 17.000 tons næsta ár. Tað var ikki endamálið við hesum, men absolutt ein stórur eykavinningur, sigur Atli Gregersen. Atli Gregersen, stjóri í Luna