mánadagur 4. september 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: VÁGAR
Hallur av Rana
N
ú summarið er fari at halla nærkast eisini
endin av summarlegunum hjá Zarepta í
2017. Síðsta legan í summarskránni hjá
Zarepta er heystlegan, ið er í døgunum 6. til 11.
oktober, men longu leygardagin 14. oktober er
aftur eitt stórt tiltak á skránni í leguhúsinum á
Vatnsoyrum.
2. juli 1967 er nevniliga hálv øld síðan, at
leguhúsið av fyrstan tíð varð tikin í nýtslu, og
síðan hava túsundtals av føroyingum brúkt ein
part av síni summarferiu í barnavinarliga um
hvørvinum í Vatnsoyrum.
Tað verður hátíðarhildið 14. oktober, tá
bjóðað verður til opið hús í leguhúsinum, har
ymiskt verður á skránni
1440 leguluttakarar
Bygningurin, ið stóð klárur fyri 50 árum síðan,
rúmaði 70 børnum, men skjótt gjørdist greitt, at
tørvurin var nógv størri, og eru fleiri bygningar
bygdir síðan tá. Jens Bech, ið er partur av dag
ligu leiðsluni í leguhúsinum, upplýsir fyri Viku
blaðum, at tað í dag eru umleið 4.000 fólk, ið
gera nýtslu av húsinum hvørt summar.
– Frá tí, at summarlegurnar byrja síðst í juni
til tær enda í oktober, eru tað vanliga eini 1.440
luttakarar á legunum, og við hjálparfólkum, eru
tað eini 4.000 fólk, ið brúka húsið hvørt summar,
sigur Jens Bech.
Seinastu árini hevur verið arbeitt við at
byggja ein nýggjan bygning, ið skal bøta um
umstøðurnar á Zarepta. Í fjør varð nýggi bygn
ingurin tikin í nýtslu, tá nýggj gentukømur blivu
tikin í brúk, umframt at nýggjar skrivstovur og
felagshølir stóðu klár.
Bygningurin er tó ikki heilt liðugur, men
verða ymisk hølir tikin í brúk so hvørt sum tey
eru liðug, og í ár kundu leguluttakarar á fyrsta
sinni brúka nýggju høllina.
– Í ár hava vit fingið spælihøllina aftrat, og
tað, ið hartil hoyrir. Tað vil siga, at fleiri brúsirúm
og vesir eru komin aftrat. Høllin er komin væl
við, serliga tá veðrið ikki er av tí besta, tí nú ber
til at skipa fyri fleiri tiltøkum innandura, sigur
Jens Bech.
Sláturhús og café í einum
TEMA: VÁGAR
Í Gásadalsgarðinum verður lagt eftir at bjóða
ferðafólkum føroyskt framleiddar vørur
Hallur av Rana
Í
vár læt eitt forvitnisligt tilboð upp í Gásadali,
tá hjúnini Katrin og Pól Fagraklett saman við
vaksnu børnum teirra Jóhann, Gunnvá og Pauli
Fagraklett lótu dyrnar upp til fyrstu matstovuna
og café'ina í bygdini. Nýggja staðið fekk heitið
Gásadalsgarðurin.
Tað serliga við nýggju hølunum er, at um
framt at virka sum matstova og café, so er tað
eisini eitt góðkent sláturvirki, sum um heystið
verður brúkt til slakt.
Við Vikublaðið sigur Jóhann Fagraklett, at
talan er um eina roynd at tvinna landbúnaðin
við ferðavinnuna.
– So at siga allir bøndur í Føroyum siga, at
tað loysir seg ikki at vera bóndi. Vit hava ikki
nógvan seyð, men nógv ferðafólk koma til Gása
dals, so vit hugsaðu at vit kundu gagnnýta tey,
sigur Jóhann Fagraklett.
Somu krøv
Upprunaliga var ætlanin einans at byggja
eina garasju at fletta í, men eftir at hava tosað
við Heilsufrøðiliga Starvsstovuni endaði tað við,
at eitt sláturvirkið bleiv bygt.
– Tað gevur tó lítla meining at hava ein
bygning, ið einans kann brúkast tveir mánaðir
um árið, so tá vit fingu at vita, at tað ikki eru
stórvegis munur millum krøvini til matstovuvirk
semi og sláturvirkið, so fingu vit bæði í lag, sigur
Jóhann Fagraklett.
Higartil hevur móttøkan verið heilt góð fyri
nýggja staðnum í Gásadali, tó at gestirnir eru
nakrir aðrir enn fyrst væntað.
– Áðrenn vit lótu upp hugsaðu vit um øll
tey útlendsku ferðafólkini og bussarnir, ið
komu hendan vegin, men tað vísir seg, at tað
slett ikki eru tey, ið koma á gátt. Í staðin eru
tað føroyingar í fylla húsini. Tað eru vit bilsin av,
sigur Jóhann Fagraklett.
Føroysk framleiðsla
Eigararnir hava lagt seg eftir, at tað sum selt
verður í Gásadalsgarðinum skal vera føroysk
framleiðsla, og vóna verður, at garðurin ein dag
kann vera sjálvforsýnandi.
– Vit servera smyrjibreyð við føroyskum
viðskera sum kjøtpylsu, skerpikjøt, rullipylsu.
Alt er føroyskt, og vit leggja okkum eftir, at tað
skal vera frá garðinum sjálvum. Hugskotið er, at
vit einaferð verða sjálvforsýnandi við øllum mati.
Café'in stongir á hesum sinni 4. september,
og letur ikki dyrnar upp aftur fyrr enn 1. apríl.
Í oktober verða hølini nevniliga brúkt til slakt,
men tað verður framhaldandi møguligt at bí
leggja hølini til veitslur, jólaborðhald og onnur
tiltøk við heitum mati í september og tá liðugt
er at slakta.
Zarepta: Hálv øld við summarlegum
Leguhúsið á Vatnsoyrum fyllir 50 ár í ár, og verður tað hátíðarhildið í oktober