Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu Tekniska deild Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari vegna aldur. Undir Teknisku deild eru umframt tað kommunala tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið. Høvuðsverkevni  Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd  Býar- og byggi planlegging  Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir  Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði  Stýring av kommunalum viðlíkhaldsarbeiðum  Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.  Projekteringsarbeiði og eftirlit  Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar-arbeiði  Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina Vit kunnu bjóða  Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til førleikamenning.  Eitt starv við nógvum áhugaverdum og avbjóðandi uppgávum Førleikakrøv  Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving  Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum  Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist  Munnligan og skrivligan førleika  Hollan telduførleika  Opna og fyrikomandi atferð  Evni, at ganga undan og geva íblástur í arbeiðinum  Leiðsluroyndir/-førleikar  Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi  Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á  Evnar at virka í eini politiskari skipan Setan og løn Starvið verður at seta 1. november 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avarandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita Um starvið við at venda sær til kommunustjóran Henrik Weihe Joensen á tlf. 221091 ella býarverkfrøðingin Tummas Sørensen á tlf. 211712 Umsókn Saman við avritum av prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, Tvørávegur 37, FO 800 Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”Leiðari til Teknisku deild”, í seinasta lagi mikudagin 27. september 2017 kl. 12.00. Umsóknir kunnu eisini sendast sum teldupostur til: tvoroyri@tvoroyri.fo Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. KUNNGERÐ UM BROYTING AV BYGGISAMTYKTINI Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina soleiðis, at matr. nr. 144ai og 144ak í Trongisvági verða broytt frá øki B "bústaðarøki" til øki E "almennir stovnar". Almenna framløgan er frá 25. august til 15. september 2017 á býráðsskriv­ stovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er 6. oktober 2017. Sí annars www. tvoroyri.fo TVØROYRAR KOMMUNA Súkklur til einhvønn tørv telefon 20 59 59 Minnist til haldaragjaldið Boks 76, FO-110 Tórshavn Dreymastarvið finnur tú á in.fo