Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-04, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. september 2017síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 4. SEPTEMBER 2017 23 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TILMELDING OG GJALDING FER FRAM Á HEIMASÍÐUNI DANSIFROI.FO FRÁ 1/9. HAR LIGGUR EISINI EIN VEGLEIÐING. UM TÚ HEVUR TRUPULEIKAR VIÐ TILMELDINGINI KANST TÚ FÁA HJÁLP Í DANSIFRØI TÝSKVØLDINI Í SEPTEMBER FRÁ KL. 18-19 www.dansifroi.fo SKEIÐ OG TILMELDING 2017/2018 Góðu limir og dansarar So byrjar ein nýggjur dansivetur, og aftur í ár bjóða okkara einastandandi dansilærarar fjølbroytta undirvísing fyri bæði børn og vaksin, byrjarar og vand. Tað nýggja í ár er, at meira verður gjørt fyri at fáa børn til fólkadans. Hósdag er undirvísing fyri yngri børn og foreldur kl. 17.30 – 18.30, og týsdag kl. 18.00 – 18.50 eru tað eldri børn við livandi musikki, og aftaná fyri vaksin, byrjarar og vand. Av tí, at nøkur hava hug at dansa á fleiri holdum, hevur nendin avgjørt, at fyrsta holdið er til fullan prís og tað ella tey fylgjandi eru til hálvan prís. Byrjað verður viku 39 (frá 25/9), tó standard dansur 4/10 og børn hjá Sharon týsdag 19/9. Dansað verður 20 kvøld tilsamans. Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur 17.30 - 18.30 Linedansur byrjarar v/ Hervør og Birgir Kostnaður 900 kr 18.00 - 18.50 Fólkadansur fyri børn frá 3. flokki v/Sharon og fleiri Kostnaður 400 kr 18.00 - 19.15 Standard dansur byrjarar v/Annu Sofíu og Karl Kostnaður 1000 kr 17.30 - 18.30 Fólkadansur fyri foreldur og børn 1. og 2. flokkur v/Marnu og Helenu Kostnaður 400 kr 18.30 - 20.00 Linedansur byrjarar + v/Hervør og Birgir Kostnaður 1000 kr 19.00 - 21.00 Fólkadansur við livandi tónleiki v/Sharon og fleiri Kostnaður 1100 kr 19.30 - 20.45 Standard dansur lættari vand v/Annu Sofíu og Karl Kostnaður 1000 kr 18.30 - 20.00 Fólkadansur v/Marnu og Karstin Kostnaður 800 kr 20.00 - 21.30 Linedansur lættari vand v/Anniku J. Kostnaður 1000 kr 21.00 - 22.15 Standard dansur vand v/Annu Sofíu og Karl Kostnaður 1000 kr 20.00 - 21.00 Modern Jive v/Súsannu Skylv Kostnaður 900 kr 21.00 - 22.00 Tango fyri byrjarar og vand v/Mads, Anne Lise og Anniku W. Kostnaður 900 kr Tá tú ert tilmeldað(ur) eitt dansiskeið er tú limur í Dansifrøi og kanst luttaka í teimum tiltøkum, sum Dansifrøi skipar fyri (børn tó við samtykki frá foreldrum). Um tú ynskir at halda fram sum limur mást tú gjalda limagjald. DAGFEST TILTØK HENDAN VETURIN ERU: 21. oktober 2017 Kalt borð 27. januar 2018 Ársveitsla 4. februar 2018 Ársaðalfundur 17. mars 2018 Avdansidagur Meiri kunning um hesi tiltøkini kemur seinni. Eisini eru væntandi nøkur styttri dansiskeið. Limagjaldið fyri passivar limir er 200 kr um árið og fellur til gjaldingar í januar. STARVSFÓLK TIL 62°N TRAVEL Ó Hoydalsvegur 17 · 100 Tórshavn tel. 340010 · vinna@62n.fo travel www.62n.fo 62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum, og hevur eitt fjøltáttað virkisøki; ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, bilaleiga og handling av flogførum á Vága floghavn. Vit merkja stóra framgongd og økt virksemi, og tí søkja vit nú eftir dugnaligum fólkum til søludeildina á 62°N travel. 62°N TRAVEL | SØLU- OG FERÐARÁÐGEVI Føroyingar ferðast meira enn nakrantíð, og møguleikarnir fyri beinleiðis flúgving hava ongantíð verið so góðir, sum júst nú. Tí hevur okkara travel søludeild, sum skipar fyri frítíðarferðum út í heim, tørv á einum dugnaligum søluráðgeva. UPPGÁVURNAR FEVNA M.A. UM ∙ Ráðgeving í ferðamálum ∙ Avgreiðslu av flogferðaseðlum ∙ Hotell- og bilaleigu bíleggingar í samband við ferðina ∙ Charter bíleggingar ∙ Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum ∙ Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni VIT VÆNTA AT UMSØKJARIN ∙ Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta ∙ Arbeiðir væl undir trýsti, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn ∙ Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd ∙ Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt ∙ Hevur teldukunnleika á brúkarastøði ∙ Hevur lokið HH-prógv, Studentsprógv ella líknandi miðnámsútbúgving ∙ Kunnleika til Amadeus bíleggingarskipanina er ein fyrimunur, men ikki ein treyt Talan er um eitt fulltíðar starv, við starvsetan 1. november 2017 ella áðrenn. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan. Umsóknarfreistin er 17. september 2017. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Berg Thomsen, stjóra, á tlf. 73 35 35 Umsóknir skulu sendast til bergur@62n.fo Grafix 504251 Hoydalsvegur 17 100 Tórshavn tel. 340000 booking@62n.fo Sí meira á www.62n.fo