týsdagur 5. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er einki at ivast í, at skilabesti
hátturin at knýta Føroyar saman er
at gera fast samband millum oyggj
arnar – og millum so nógvar oyggjar,
sum til ber.
Tí er verkætlanin um ein tunnil
til Suðuroyar als ikki so óverulig,
sum hon kann tykjast í fyrstu syftu.
Gamaní eru tað nógvir pengar at
brúka yvir tríggjar milliardir krónur
til eina slíka farleið. Men hinvegin,
hetta verður ikki framt í dag ella
í morgin, so vit hava tíðina at fyri
reika okkum, og tað eiga vit at gera.
Vit kunnu bara taka fasta sam
band um Vestmannasund sum
dømi. Fyrsta veruliga uppskotið um
fast samband varð lagt fram á ting
í september í 1978, tá løgtingsmenn
inir í Vága valdømi, javnaðarmaður
in Haldor Hansen og og fólkafloks
maðurin Vilhelm Nielsen løgdu fram
uppskot til samtyktar um heingi
brúgv um Vestmannasund.
Hetta var ikki tikið í serliga stór
um álvara, og uppskotið varð felt.
Tingmenn kallaðu tað eitt fanta
siprosjekt, og Kjartan Mohr helt
fyri, at uppskotið var »fullkomiliga
óreallistiskt«. Men tó. Har birtist ein
neisti, sum eini 6-8 ár seinni festi
aftur í kjakið um fast samband, ta
ferðina um ein undirsjóvartunnil.
Hetta var nógvum hildið at vera
óðamannaverk. Og stór var øsingin,
tá farið varð undir verkætlanina í
1988. Men hon steðgaði tó aftur ár
ið eftir, tá kreppan av álvara fór at
merkjast, og landið skuldi spara.
Í nítárunum varð verkætlanin
um fasta sambandið um Vest
mannasund mangan nýtt sum ræðu
mynd upp á ørskapin, sum politik
arar kunnu finna uppá.
Men seinast í nítiárunum varð tó
farið í gongd aftur, og 10. desember í
2002 var koyrandi undir Vestmanna
sundi. Trý ár seinni var eisini koyr
andi um Leirvíksfjørð – og tær verk
ætlanirnar eru sera væl eydnaðar,
og eingin nevnir tann ørskap, sum
varð so nógv frammi, áðrenn verk
ætlanirnar vóru framdar.
Á sama hátt er tað við samband
inum til Surðuroyar. Tað er ein sera
stór verkætlan, nógvar ferðir størri
enn hinar – og helst størri enn
allar tunnilsverkætlanir í Føroyum
tilsamans.
Tað er einki at ivast í, at vit fáa
eitt nógv betri land at búgva í, tá
allar meginoyggjarnar eru bundnar
saman, og tá fólk kunnu ferðast frítt
millum øll øki í landinum.
Og vit kunnu staðfesta, at tað
sum fyri Kjartan Mohr mong onnur
var »fullkomliga órealistiskt« í 1978,
tað er í dag ein sjálvfylgja.
Tí er tað bara ein spurningur
um tíð, nær koyrandi verður til
Suðuroyar
Bara ein spurningur um tíð
nær koyrandi er til Suðuroyar
ómøguligt verður møguligt
Ed
mund sær
sjálvum
líkur
Jóannes Eidesgaard
Kjak síða 16
Menn
av Mars
kvinnur
av Venus
Bergunn kass
Kjak Síða 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Johan Mortensen
FNÚ
skal
hava
stóra
tøkk
fyri
s a m k o m
una í Perl
uni har sera
áhugaverdi
og
hugtak
andi
íslendski
umhvørv
is-aktivisturin og skaldið
Andri Snær Magnason legði
fram. Tað var sera ræð
andi at hoyra hvussu stórt
árin íslendski aluminiums
idnaðurin hevur á íslendsku
náttúruna og hvar ætlanin
við enn fleiri aluminiums
virkjum vildi tikið megin
partin av íslendsku áunum !
Rávøruna til aluminium fær
franska felagið – sum eigur
virkini í Islandi – ur fátæka
Jamaica. Felagið hevur ikki
enn rindað nakran skatt
í Íslandi hóast tað livir av
tilfeinginum hjá øllum ís
lendarum. Til alla lukku eru
hesar ætlanir um fleiri virkir
tálmaðar. Andri gjørdi vart
við hvussu ófatuliga nógvar
aluminiumdósir
verða
burturbeindar á hvørjum ári
til onga nyttu og hann gjørdi
vart við hesa óhugnaligu
ringrás við at ræna Jamaica
og Islendsku náttúruna.
Tað hevur verið tosað
nógv um ein elkaðal ur Ís
landi til Europa via Føroyar.
Til alla lukku er eisini henda
ætlan støðgað. Varð hon
veruleiki vildi flestu áir í Ís
landi verið tiknar til byrging
ar at framleiða hesa orku.
Stuttligt var at hoyra
Andri siga frá ommu sínari,
sum var fyrsta kvinnan í Ís
landi, sum hevði flúgviprógv,
og hon gjørdi m.a. nógvar
kanningar av Vatnajøkuli.
Hann segði frá gubbanum,
sum frá barsbeini av var hug
tikin av krokodillum. Gubbin
gjørdist ein av heimsins før
andi krokodillu-serfrøðing
um og var við at bjarga kro
kudillustovninum í Amazon
ánni. Andri vil við hesum
dømun vísa á, at hevur tú
eina visión og eina sannfør
ing, so ber tað tær til at gera
hana til veruleika um tu
persónliga torir. Saman við
Andri hava vit føroyingar
felags
visiónina
um
at
bjarga og verja íslendsku og
føroysku náttúruni móti eir
indarleysari og destruktivari
kapitalismu.
Andri nevndi eisini sam
starvið við Orra Vigfusson
sála, føroyavinin og maðurin
sum bjargaði laksinum í ís
lendsku áunum.
So varð orðið frítt, og
Andri var spurdur, hvat hann
helt um Føroyar og okkara
náttúruvernd. Hann segði,
hvussu
djúpt
skelkaður
hann var at síggja, hvussu
gýtingaráin og umhvørvi hjá
sjósílum uppi á Sundi í hes
um tímum veður oyðilagt!
Oyðilagt av fólki sum vit
hava valt til at verja Havnina
og okkara umhvørvi.
Skommin er okkara!
FNÚ og Bónus skaldið
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð tekur
ein fyrrverandi
løgmaður sæti í
Tórshavnar býráð
Tað verður í annaðkvøld.
Fyrsta málið á skránni hjá
býráðnum er, at Annfinn
Brekkstein hevur biðið um
farloyvi, og varamaður hjá
einsamalla sambandsmann
inum í Tórshavnar býráð, er
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgtingsmaður og fyrrver
andi løgnaður.
Klókir eygleiðarar vóru
ikki í iva um, at Kaj Leo
Holm Johannesen fór at vera
greiður toppskorari hjá Sam
bandsflokkinum,
tá
hann
boðaði frá, at hann fór at
stilla upp á býráðsvalinum
í fjør. Men tá av tornaði sat
fyrrverandi løgmaður eftir
ið ongum. Tí einsamallir
sambandsmaðurin
í
býráðnum tvey tey seinastu
skeiðini, Annfinn Brekkstein,
fekk tríggjar atkvøður fleiri
enn fyrrverandi løgmaður.
Kaj Leo Holm Johannesen
hevur tó sitið í býráðnum
áður, frá 1997 til 2000. Hann
var valdur á valinum í 1996, tá
Lisbeth Petersen varð koppað
av trúnuni sum borgarstjóri,
tá Javnaðarflokkurin kastaði
saman við Fólkaflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum og valdi
Leiv Hansen til borgarstjóra.
Fyrrverandi
løgmaður í býráðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Forsíðan á Sosialinum 16. oktober 1986