Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sámal Eyðstein Debes á Oyri hevur róð út burtur av í eini 15 ár. Hann eigur glastrevjabátin, Gordrúgvan, sum er 38 føtur langur. Teir eru tveir mans umborð, og vanliga skipar ein maður fyri umreking á landi. Sett verður úr trakt, og agnið er høgguslokkur og gágga. Gordrúgvin hevur ligið heilt í oddinum sum útróð­ rar­bátur í sínum bólki í fleiri ár. – Eg haldi, at tað hevur verið nógvur fiskur at fingið, heilt síðan eg byrjaði at rógva út. Nøkur ár herfyri var heldur minni at fáa í eini tvey ár, men sum heild haldi eg, at veiðan hev­ur verið góð, eisini seinastu árini, nú fiskifrøðin annars hevur bedýrað, at lítil og eingin fiskur er til. Kuldi gevur fisk Sámal Debes vísir á, at Gordrúgvin fiskar bara við línu og hevur ikki trumlu við nylonlínu, sum onkrir aðrir bátar hava og sum teir plaga at fiska við um summarið. – Vit løgdu stilt umleið 1. juni í ár. Báturin hevur verið leingi á beding, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, og fyri eini tíð síðan var báturin klárur aftur til eitt nýtt útróðrarár. Í august hevur Gordrúgv­ in gjørt fimm túrar við línu, men fiskiskapurin hevur ikki roynst. Teir hava sett einar 36 línur hvønn túrin, men bert tann eina dagin fingu teir 3.500 pund á setuna. Hin­ar fýra útróðrardagarnar høvdu teir um 2.000 pund hvønn dagin. – Fiskurin tekur vanliga ikki, fyrr enn sjógvurin verð­ur kaldari, og tað plagar at hjálpa um heystarnar, tá hann legst við høgætt. Fisk­ urin er fullur í sild, og hann leggur einki í agnið, meðan lýggja er í sjónum. Hesar fimm túrarnar í august, hevur Sámal Debes roynt bæði innari og ytri, men veiðan hevur ikki roynst. – Tað skrivar nógv á lodd­ inum, men fiskurin tekur bara ikki. Nú sigur hann aft­ ur frá høgætt og nakað kald­ ari veðri, og vit ætla at loysa aftur í kvøld til nýggjan túr, leggur hann aftrat. Vil síggja tað Nú kanningar hjá Havstov­ uni vísa, at nebbasild er um alt havið, og smá hýsa er víða um, er útróðrarmaðurin á Oyri sjálvsagt spentur eftir at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða, hvat fiskiskapi við­ víkur. Sámal Debes endurtekur, at eftir hansara tykki hevur nógvur fiskur verið at fingið leingi, og útróðurin hjá teim­ um hevur bæði gingið væl og givið pengar av sær. – Nú rógva vit bara út her norðuri, og tí skal eg einki siga um, hvussu hevur verið aðrastaðni. Men, áðrenn eg trúgvi, at útróðurin fer at roynast uppaftur betri enn undanfarin ár, vil eg fyrst síggja tað. Hinvegin verður eingin fegnari enn vit, um bæði nøgdin av hýsu og toski fer at veksa tey næstu árini. Útróðrarmaðurin vísir á, at yvir eitt ár hevur veiðan hjá Gordrúgvanum verið um­leið 2/3 toskur – og 1/3 hýsa. – Fara vit nógv ár aftur í tíðina, var býtið øvut; tá var nevniliga hin størri helmingurin hýsa. Sámal Debes hevur eisini heft seg við, at nógvur gróður var í sjónum í vár og tíð­liga í summar, og hetta plag­ar at vera gott tekin. Sleppa ikki at fiska Seinnu árini hevur útróður verið ein doyggjandi vinna í Føroyum, og tilgongdin av ungum útróðrarmonnum hev­ur verið lítil og eingin. – Tað var ikki vanligt at rógva út við línu um summarið, men við tað, at vit ikki sleppa inn á tær góðu leiðirnar norðan fyri við línu um várarnar, royna vit at fáa eitt ískoyti til útróðurin um summarið. Sámal Debes vísir á, at meðan helmingurin av Norð­havinum er stongdur fyri línuveiði um várarnar, sleppa frítíðarfiskimenn at fiska við snellu um somu tíð – júst sum tað passar teim­ um. – Tað eru so ógvuliga fáir fullriknir útróðrarbátar eftir, og tað eru sum heild teir full­ riknu, sum fiska við línu og bara onkur einstakur við snellu. Hann vísir á, at útróðrar­ bátarnir, sum vanliga fiska á við línu á Norðhavinum, eru átta í tali, fýra smáir av Eiði og úr Sundalagnum og síðan fýra størri úr Norðoyggjum. – Tað hevði komið væl við hjá okkum, um vit, sum enn reka útróður burtur av, sluppu at fiska við línu á einum størri øki norðan fyri – eisini um várarnar. Út­ róður er okkara livibreyð, men soleiðis er vanliga ikki hjá teimum, sum rógva út við snellu á Norðhavinum um várarnar. Eg veit ikki, hví vit, sum eru fullriknir út­ róð­rarmenn, skulu vera fyri vanbýti, sigur Sámal Eyð­ stein Debes. vilmund@sosialurin.fo FISKIVINNA Útróðrarmaðurin á Oyri kennur einki til fiskaloysi – Fiskurin tekur vanliga ikki, fyrr enn sjógvurin verður kaldari, og tað plagar at hjálpa um heystarnar, tá hann legst við høgætt og kaldari veðri. Fiskurin er fullur í sild, og hann leggur einki í agnið, meðan lýggja er í sjónum, sigur Sámal Eyðstein Debes, útróðrarmaður Fakta Tað hevur gingið væl hjá útróðrarbátinum, Gordrúgvanum, og í nøkur ár hevur veiðivirðið ligið um góðar 4 miljónir krónur um árið. Gordrúgvin fiskar í bólki 5A, sum eru fullriknir útróðrarbátar undir 15 tons. Báturin er bygdur á bátasmiðjuni Mótun hf á Hafnarfjørðinum í Íslandi í 2002. Hann er stívliga 10,4 metrar langur og stívliga 3,6 metrar breiður. Maskinan er ein Cummins 232,93 KW. Kennibókstavirnir eru FD 359, og báturin er skrásettur á Oyri, har eigarin, Sámal Eyðstein Debes, eisini býr. Gordrúgvin, sum her liggur við góðari veiði á Eiði, hevur gjørt nógvar roktúrar á útróðri, og veiðivirðið hevur ligið um góðar fýra miljónir krónur um árið