týsdagur 5. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Mítt Land verður í ár at
kenna aftur, tí festivalurin
vendir aftur til upprunan.
Í 2015 var ongin Mítt Land
festivalur, eftir at peningur
árið fyri var horvin úr kass
anum. Í 2016 varð so aftur
ein roynd gjørd, fyri at vita,
um áhugi framvegis var fyri
festivalinum.
– Vit skipaðu so at siga
fyri einum mini Mítt Land
í Amager Bio og royndu at
byrja av nýggjum. Men før
oyingar eru meira til festi
val undir opnum himni, og
tí venda vit nú aftur til Fem
øren, sigur Evi Tausen, ein av
fyrireikarunum.
– Vit eru glað fyri at byrja
aftur og merkja eisini, at fólk
eru glað fyri, at Mítt Land nú
veruliga er aftur á skránni.
Útisetar og ommur
og abbar
– Vit hava havt kappingar
á facebook, og undirtøkan
hevur verið sera góð. Tað
eru eisini sera nógv, ið hava
fregnast,
hvussu
verður
við festivalinum, sigur Evi
Tausen.
– Sera stuttligt er at síggja
útisetar savnast á einum og
sama stað. Og somuleiðis er
suttligt, at føroyingar leita
sær til Danmarkar á Mítt
Land, sigur Evi Tausen og
leggur afturat, at talan eisini
er um ommur og abbar, ið
koma til Danmarkar at vera
um ommu- og abbabørn,
meðan lesandi útisetar fara
á festival.
Eyðun og Mítt Land
– Skráin er sera fjølbroytt, og
fríggjakvøldið eru t. d. Signar
í
Homrum,
Uni
Debess,
Janus W. Mortensen og Jens
Marni Hansen á skránni,
umframt troubadourarnar
Sámal Ravnsfjall og Stanley
Samuelsen, sigur Evi Tausen,
ið sjálv fer á pall sum gesta
sangari hjá Kristinu Bærend
sen.
– Og leygarkvøldið er
skráin spennandi og er fyri
ung og tilkomin. Klokkan
24 fer Eyðun Nolsøe á pall,
og tá er sangurin Mítt Land
á skránni, tað er vorðið
siðvenja, sigur Evi Tausen,
ið fegnast um góðu undir
tøkuna, nú roynt verður av
álvara at leggja lunnar undir
Mítt Land av nýggjum.
Mítt Land 2017 verður 15.
og 16. september.
TÓNLEIKUR
Føroyski festivalurin í Danmark vendir nú aftur til upprunan undir opnum
himni – eftir at hava verið inni í Amager Bio í fjør
Mítt Land vendir heim til Femøren