týsdagur 5. september 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Nýggj tøl hjá danska Heilsudata
stýrinum vísa, at bíðitíðin hjá
krabbameinssjúklingum yvir alt
landið nú er á sama støði sum fyri
nøkrum árum síðan.
Hetta halda tey í Kræftens Be
kæmpelse í Danmark lítið um, og
tey taka hetta sum eitt vónbrot.
Eftir nøkur ár, har bíðitíðin
hevur verið nøkulunda støðug og
nakað styttri enn áður, er støðan
nú hin sama, sum fyri fýra árum
síðan.
Dapur lesnaður
Bara seinastu tríggjar mánaðir
nar eru út við 2000 krabbameins
sjúklingar kring um Danmark ikki
viðgjørdir til tíðina.
Í tríggjar mánaðir – frá fyrsta
fjórðingsári av 2017 til næsta fjórð
ingsár av 2017 – er talið av sjúk
lingum, sum eru viðgjørdir til tíð
ina, minkað úr 84 niður í 77 prosent.
– Hetta er dapur lesnaður, og tað
eru rættiliga nógv menniskju, sum
hetta viðkemur og rakar. Slakar
2000 familjur hava verið noyddar
at bíða ov leingi eftir einari kanska
lívsneyðugari viðgerð. Eg kann ikki
leggja nóg stóran dent á, hvussu
týdningarmikið tað er, at rættað
verður upp á hetta álvarsama brek
í heilsuskipanini, sigur stjórin í
Kræftens Bekæmpelse, Leif Vester
gaard Pedersen.
Hann heldur tað vera merkis
vert, at Region Syddanmark, sum
einasta økið í landinum, stendur seg
væl í kanningini. Í hinum endanum
liggur Region Midtjylland, sum frá
at liggja í oddinum, nú liggur heilt
í botninum.
– At Region Syddanmark klárar
seg munandi betri enn onnur
øki, vísir væl, at tað saktans kann
lata seg gera. Tað er ein greið
leiðsluuppgáva at fáa rættað upp
á viðurskiftini í øllum hinum
økjunum. Vit síggja í stóran mun
fram til eina gerðarætlan, sum má
koma eftir hesi skelkandi tøl, sigur
stjórin.
Álvarsligar avleiðingar
Bíðitíðin hjá fólki við krabbameini
kann fáa álvarsligar fylgjur fyri
sjúklingarnar, og fyri eini tíð síðan
bar eitt av stóru donsku bløðunum
tíðindini um, at Allan Riise, sum
ikki fekk sína viðgerð til tíðina, av
hesi orsøk doyði av krabbameini í
brisinum.
Men, Allan Riise er ikki hin ein
asti sjúklingurin, sum ikki hevur
fingið viðgerð til tíðina.
Tølini vísa, at tað bert er ein
slakur helmingur av sjúklingunum
við krabbameini í brisinum, sum
fáa viðgerð til tíðina. Hetta eru
teir sjúklingar, sum eru knýttir
at Region Hovedstaden í øðrum
fjórðingsári í ár. Tølini vísa eisini,
at í øðrum fjórðingsári í 2017 vóru
tað bert umleið helmingurin av
kvinnunum við bróstkrabba, sum
fingu viðgerð til tíðina í sama øki.
Júst bíðitíðin hongur neyvt sam
an við, hvussu álvarsliga krabba
mein kann mennast.
Hetta framgongur av einari
nýggjari stórari altjóða kanning,
sum Almen Praksis (FEAP) á Aar
hus Universiteti hevur staðið á
odda fyri. Kanningin vísir týðiliga,
at hvør dagur »telur«, tá ræður at
lekja krabbamein.
– Viðurskiftini eru ógvuliga
nívandi. Allan Riise setti nevniliga
andlit á teir mongu sjúkingar,
sum ikki koma í viðgerð til tíð
ina. Sjúkugongdin, sum hann var
ígjøgnum, vísir ultimativu av
leiðingarnar av longu bíðitíðini,
sigur Leif Vestergaard Pedersen.
Landsumfevnandi samstarv
Sambært Kræftens Bekæmpelse
staðfesta vánaligu tølini í kann
ingini, at tørvur er á initiativunum,
sum heilsumálaráðharrin, Ellen
Trane Nørby, legði út við herfyri,
og í Kræftens Bekæmpelse vænta
tey skjót og effektiv tiltøk til tess
at bøta um støðuna.
Tølini vísa eisini, at tvær av
trimum kvinnum við lívmóður
krabba ikki fáa viðgerð til tíðina í
Region Midtjylland. Her er betri
vorðið hjá Region Høvedstaden,
har fýra av hvørjum fimm kvinnum
við lívmóðurkrabba fáa viðgerð til
tíðina.
– Tað er alt ov stórur munur
í ymisku økjunum, og her hevur
heilsumálaráðharrin sett í verk við
gerðarsamstarv tvørtur um økis
mørkini, sum stórur tørvur er á.
Tað kann ikki vera rætt, at bíðitíðin
hjá
krabbameinssjúklingum
er
tengd at, hvar í landinum viðkom
andi av tilvild býr. Neyðugt er við
samstarvi um økismørkini, og
sjúkrahúsleiðslurnar eru noyddar
at hjálpa deildunum, soleiðis at
støðan kann betrast.
Leif Vestergaard Pedersen sigur,
at krabbameinsfelagið setir sínar
vónir til, at viðurskiftini verða
tikin í størsta álvara, og at trupul
leikarnir við bíðitíðini verða loystir
ógvuliga skjótt.
– Vit skulu minnast til, at tað er
eitt menniskja og ein familja aftan
fyri hvørt einasta tal í hagtølunum,
leggur stjórin í Kræftens Bekæmp
else aftrat.
Kelda: www.cancer.dk
Tað eru skelkandi úrslit, sum koma fram í nýggjari uppgerð yvir bíðitíðir hjá krabbameinssjúklingum í
Danmark. – Hvør dagur telur, tá ræður um at lekja krabbamein, sigur stjórin í Kræftens Bekæmpelse
HEILSA
Sjúklingar við krabbameini
fáa ikki viðgerðina til tíðina
Slakar 2000
familjur hava
verið noyddar
at bíða ov
leingi eftir
einari kanska
lívsneyðugari
viðgerð móti
krabbameini
– Vit skulu minnast til, at tað
er eitt menniskja og ein familja
aftan fyri hvørt einasta tal
í hagtølunum, sigur stjórin
í Kræftens Bekæmpelse