týsdagur 5. september 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. september 2017 · Nr. 103
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Síðani føroyskur fótbóltur
fekk altjóða limaskap, hevur
tað ongantíð eydnast at fáa
átta stig í eini HM ella EM
undankapping, fyrr enn nú.
Vit hava eina ferð fingið sjey
stig. Tað var HM 2002 undan
kappingin. Síðani hava vit
tvær ferðir fingið seks stig.
Hetta er eisini fyrstu ferð, at
vit megna at fáa stig í fleiri
enn trimum av dystum í eini
undankapping.
Tá vit so hugsa um, at tað
eru tveir dystir eftir av hesi
undankappingini – heima
móti Lettlandi og úti móti
Ungarn – so sigur tað ikki so
lítið um hetta landsliðið.
Her komu stigini
Vit byrjaðu undankapping
ina við at spæla á Tórsvølli
móti Ungarn. Vit vóru eisini
í bólki saman við Ungarn í
undanfaru undankapping.
Tá taptu vit tepurt tvær
ferðir. Tí var ein vón, um at
fáa stig burturúr dystinum.
Tað bleiv til ein málleysan
javnleik, sum í besta føri
kundi verið ein sigur, men
gestirnir vóru eisini nær við
at stjala øll stigini.
Stóra løtan í bólkaspæli
num var, tá vit í Lettlandi
vunnu 2-0. Tað var fyrsti
sigurin á útivølli í eini HM
undankapping síðani 2001, tá
vit vunnu 2-0 á Luksemborg.
Sonni Ragnar Nattestad og
Jóan Símun Edmundsson
skoraðu málini. Vit komu tó
niður aftur á jørðina við ein
um 6-0 tapi fyri Portugal.
Síðani kom helst minst
fagnaða stigið í føroyskari fót
bóltssøgu, tá vit spældu mál
leysan javnleik móti Andorra
í mars mánaði. Vit fingu
Jóan Símun Edmundsson
útvístan, men kundu alíka
væl havt vunnið dystin. Eitt
satt vónbrot, sum tó er mink
að við tíðini, tí Andorra hevur
síðani vunnið á Ungarn.
Seinastu trý stigini komu
til høldar, tá vit sunnudagin
vunnu 1-0 á Andorra. Ein
illa spældur dystur, men vit
standa eftir við stigunum
og ikki minst metinum. Met
fyri flest stig, stig í flest dyst
um og flestar ferðir at eitt
føroyskt landslið hevur hild
ið málið reint í eini undan
kapping.
Bíða eftir “Øssur-
løtuni”
Frammanundan var metið til
HM 2002 undankappingina,
tá vit fingu sjey stig. Tá byrj
aði undankappingin við at
spæla 2-2 móti Slovenia á
Tórsvølli. Slovenia skoraði
til 2-0 fýra minuttir fyri tíð,
men Uni Arge minkaði um
munin stutt seinni.
Í tíðini, sum dómarin legði
afturat, sendi Øssur Hansen
eitt fríspark í málhornið til
2-2. Ein av teimum heilt stóru
løtunum á føroyska landslið
num.
Síðani vunnu vit 2-0 á úti
vølli móti Luksemborg, har
Christian Høgni Jacobsen og
Kurt Mørkøre skoraðu, með
an Todi Jónsson takkaði fyri
seg veg afturvendandi skaða.
Hann spældi seinni aftur á
landsliðnum.
Vit vunnu eisini heima
dystin í oysandi regni á
Svangaskarði, tá Jens Krist
ian Hansen sendi eitt brots
spark, sum bleiv gjørt móti
John Petersen, í málið. Sjey
stig, men ikki longur met.
Núverandi landsliðið hev
ur ikki havt hasa “Øssur-løtu
na”, men við dystum móti
Lettlandi og Ungarn eftir,
so er ein møguleiki fyri fleiri
stigum og eini “Øssur-løtu”.
Hava vunnið á hinum
pinkutjóðunum
Hetta er fjórðu ferð, at vit
eru í bólki við øðrum so
nevndum
pinkutjóðum
í
fótbólti. Til EM 1996 vóru vit
bólki saman við San Marino.
Tá vunnu vit fyrst 3-0 á Toft
um og síðani 3-1 í San Marino.
Undankappingina eftir eru
vit í bólki við Malta. Aftur
vinna vit báðar dystirnar,
men tað stendur nógv á. Vit
fáa ikki vinnandi málið fyrr
enn í evstu løtu á Ta’ Qali
leikvøllinum í Malta, með
an vit á heimavølli koma í
trupulleikar, tá vit við eini
2-0 leiðslu fáa ein mann
útvístan. Malta skorar eftir
fylgjandi upp á brotssparkið,
men vit halda út og vinna 2-1.
Til HM 2002 undankapp
ingina fáa vit so Luksemborg
í okkara lut, og vinna aftur
báðar
dystirnar.
Mangan
verður víst á vónbrotið við
at tapa báðar dystirnar móti
Kýpros í HM 1994 undan
kappingini, her kann argu
menterast fyri, at Kýpros var
ein pinkutjóð, men eftirfylgj
andi úrslitini vístu, at talan
var um eina fótbóltstjóð í
rúkandi menning.
Eisini høvdu vit Kasak
stan úr lægsta strykisbólki
num til HM 2014 undan
kappingina, men her er als
ikki talan um eina pinkutjóð
- í hvørki stødd ella fótbólts
samanhangi.
Fleiri minnilig stig
Føroyska landsliðið hevur
fingið fleiri minnilig stig.
Frá sigrinum í Landskrona
móti Eysturríki í 1990 og
javnleikinum í Belfast móti
Norðurírlandi, stórar javn
leikir móti Skotlandi, Bosina-
Herzegovina, Norðurírlandi,
Eysturríki,
Slovenia
og
Kýpros, umframt sigrar móti
Estlandi, Litava og Lettlandi.
Her er ein listi við øllum
stiginum,
sum
føroyska
landsliðið
hevur
fingið,
síðani við tann 12. septembur
1990 bjóðaðu okkum fram á
altjóða
fótbóltspallinum.
Vónandi fáa vit fleiri góðar
løtur við føroyska landslið
num!
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Sigurin á Andorra var ikki sannførandi, men hann var ein staðfesting av, at hetta landsliðið hevur fingið
flest stig í eini undankapping. Dagsins landslið yvirhálar landsliðið, sum til HM 2002 undankappingina
fekk sjey stig. Her er eitt yvirlit yvir øll stigini, sum føroyska fótbóltslandsliðið hevur fingið
Landsliðssøgan:
HER ERU ØLL