hósdagur 7. september 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
8. september 2017
Nú eru bara Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin ímóti
at samkynd kunnu giftast
At tað broytist skjótt í politikki hava vit so
mangan sannað. Tí er tað als einki løgið í tí, at
Fólkaflokkurin spennir meira víða í málinum
um at víga samkynd, enn vit higartil hava
hildið. Meðan tað hjá borgarstjóranum í
Havn var ein gleðisdagur, tá hon sum tann
fyrsta slapp at víga samkynd, so er tað ein
sorgardagur partamanni hennara, ídnasta
framsøgumanninum hjá Fólkaflokkinum
málinum um at loyva samkyndum at giftast,
Jógvani á Lakjuni í Fuglafirði.
– Annika mátti tó kunnað latið vera og
biðið onkran annan gjørt tað – fyrrenn ikki,
bara fyri at víst eitt lítið sindur av virðing fyri
okkum øðrum í Fólkaflokkinum, sum hava
barst ímóti hesum, og okkara túsundtals velj
arum og so mongum øðrum, sum í dag gráta
um, at hetta eisini skuldi henda í okkara
elskaða, lítla, viðbrekna landi.
– Eg skilji ikki, at Annika kann gera hetta –
og taki frástøðu frá tí.
Soleiðis skrivar Jógvan á Lakjuni í lesara
brævi, sum hann hevur sent Vágaportali
num.
Men í Havn eru fólkafloksfólk ikki longur
ímóti, at samkynd skulu sleppa at giftast. Í
øllum førum ikki oddafólkini í Fólkaflokki
num við Anniku Olsen á odda:
– Tað er ein gleðishátíð, tá tvey menniskju
finna saman í kærleika, og tað var eins
gleðiligt í dag eins og hjá øllum hinum, segði
Annika Olsen við útvarpið, eftir at hon fekk
heiðurin at vera fyrsti borgarstjórin í Føroy
um at víga samkynd.
– Tað var nakað serligt, og tað var gott at
hoyra teirra søgu um teirra lív. Tað ger tað
til nakað serligt, sum er gott, tá tað er ein
serligur dagur sum í dag. Tað var ein ordiliga
hátíðarlig løta, segði Annika Olsen.
Men tá hon sum løgtingskvinna fyri
Fólkaflokkin atkvøddi ímóti lógini um at
loyva samkyndum at giftast, so var tað als
ikki tí, at Annika Olsen er ímóti at samkynd
giftast, sigur hon. Men hon var ímóti at
órógva kirkjuna og samkomur við hesum
máli, sigur hon.
Vit kunnu bara staðfesta, at koyrt verður
við fullari ferð eftir víðagitnu glíðibreytini.
Annika Olsen hevur brotið ísin í Fólka
flokkinum. Nú eru bara Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin, sum hava greiða støðu
ímóti, at samkynd kunnu giftast í Føroyum.
Í dag letur framsýning við verkum hjá Frits
Johannesen upp í Galerie Focus í Havn. Johan
Hentze fer at blása horn, tá ið framsýningin
letur upp.
Frits Johannesen hevur arbeitt sum lærari
í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár.
Hann hevur sýnt fram á málningaframsýning
um síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og
Svøríki. Hann hevur listprýtt nógvar bygningar
– eitt nú Mentanarhúsið í Fuglafirði. Bønhúsið á
Hellunum og Hvalvíkar
skúla.
Framsýningin
við verkum hjá Frits
Johannesen í Galerie
Focus er opin til 21.
september.
Við fullari ferð eftir glíðbreytini
Frits í Fokus
listaframsýning
Les eisini blaðið
á telefonini
Grindin er eitrað...
Tema síða 9-17
Nýskipan í tingið
mánadagin
tíðindi síða 20-21
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Í hesum døgum er forkunnug framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík við slupp-málningum, sum
gitni marinumálarin, skúgvoyingurin, Hans
Skálagarð, hevur mála.
Hans Skálagarð doyði í februarmánaði í ár,
93 ára gamal. Hann búði í USA alla sína tíð.
Tað er familjan hjá Hans Skálagarð í
Føroyum, sum skipar fyri framsýningini.
Bróðir hansara, Hjartvard Skálagarð, sigur,
at talan er ikki um eina søluframsýning,
men endamálið er at vísa sluppir, sum Hans
Skálagarð hevur málað.
Á framsýningini eru 22 málningar av slupp
um, sum familjan eigur, og nakrar sum tey
hava lænt frá øðrum.
Hans Skálagarð, sum búði í Kalifornia, var
víðagitin listamálari, serliga kendur fyri at
mála skip.
Hans Skálagarð var ikki hvør sum helst.
Gitna amerikanska »Classic Art Gallery«, sigur,
at Hans Skálagarð av bestu ummælarum í
USA varð mettur sum ein »livandi legenda«.
Áhugin at mála kom longu, tá hann flot
aði holabátar í Skúvoy sum smádrongur,
og gjøgnum eitt langt lív á sjónum og sum
ferðandi um allan næm hann sær kunnleika,
sum var heilt einastandandi á hansara øki.
Skipbrot hevur hann yvirlivað ótrúliga fýra
ferðir undir seks ára krígssigling.
Amerikanskir ummælarar halda, at tað
er ein sjáldsamur admirálur, sum ikki hevur
listarverk av Hans Skálagarð hangandi á
onkrum veggi. Verkstaður og gallarí hansara,
»Skalagard's Square-Rigger« í Carmel í
Kalifornia, var kent um stóran part av USA.
Hans hevur havt listaframsýningar frá
Singapore til Buenos Aires, í Japan, Italia og
øðrum londum. Og hann hevur havt óteljandi
framsýningar í US. M.a. hevur hann havt
stórar sýningar í Legion of Honour í San
Fransisco, Naval Post Graduate í Monterey
í California, Los Angeles County Maritime
Museum og Allen Knight Maritime Museum.
Listaverk hansara hanga í stjórnarbygn
ingum í Skandinavia, eins og Hvítu Húsini
í Washington hava prýtt veggir sínar við
maritimum málningum hjá Hans Skálagarð.
Hans Skálagarð hevur fingið tann heiður
at taka ímóti seks gullheiðurslønum, eini
silvur, eini »Statue of Liberty«-heiðursløn,
umframt at hann hevur vunnið sær heitið
»Maestro« - allur heiðurin latin av italskum
akademium. Ævisøgu hansara finnur tú bæði
í amerikansku »Who's Who in American Art«
og í »Who is Who in the World«.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur
sum sagt upp í dag klokkan 13 og er opin fram
til 13. september frá klokkan 13-17.
Sýna málningar hjá Hans
Skálagarði í Smiðjuni