Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 4 Aftur í gjár viltist eitt útlendskt ferðafólk í fjøllunum. Hesa ferð var talan um eina unga kvinnu, sum var farin einsamøll á fjøllini í Norðoyggjum, men tá ið hon ætlaði sær oman aftur, fann hon ikki. Løgreglan sigur, at tað var beint fyri klokkan fimm, seinnapartin í gjár, at kvinnan ringdi og bað um hjálp. Hon var farin úr Árnafirði beint eftir døgverða í gjár, men har er bratt nógvastaðni, og hon fann ikki leiðina heim aftur. Men hon dugdi kortini so mikið væl at greiða frá, hvat hon sá, haðani hon var stødd, at staðkend fólk, løgreglan setti seg í samband við fingu peila seg inn á, hvar hon mundi vera stødd. Farið var so til gongu í hagan at leita og longu ein hálvan tíma seinni var hon funnin. Tey fylgdu henni so oman aftur í øllum góðum. Myndin vísir, hvussu stórur partur av Vágsfirði verður turrlagdur, hevði alt grótið úr komandi Suðuroyartunlinum verður fylt í hann At gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar er eitt ómetaliga stórt og umfatandi arbeiði. Men hvussu stór ein slík verkætlan er, hevur Landsverk lýst við nøkrum tølum. Landsverk sigur, at verður tunnilin gjørdur, verður talan um heilar 3,1 milliónir kubikk av grótið, sum skal borast úr tunlinum og herbergast onkustaðni Verður tað lagt á ein fótboltsvøll, hevði rúgvan verið 600 metrar høg. Og verður grótið lagt í Vágsfjørð, hevði tað fylt allan tann innara partin av fjørðinum, heilt av sandinum, út á Oyrarnar, har Pálshøll stendur. Og so høvdu Føroyar verðið 0,025 prosent størri, enn tær eru í dag, sigur Landsverk. Men tá ið tunnilin er komin, kunnu 99 prosent av føroyingum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum, og tá verða tað 68 kilometrar at koyra av Krambatanga til Havnar, tað verða 84 kilometrar at koyra av Krambatanga til Runavíkar, tað verða 108 kilometrar til Klaksvíkar og 112 kilometrar at koyra av Krambatanga á Flogvøllin. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Passar tað, at Posta fer starvsfólkatúr til Porto Føroyar vunnu sunnukvøldið 1-0 á Andorra á Tórsvølli H71 vann í gjárkvøldið stórsteypadystin móti VÍF 32-29. Astrið Foldarskarð, sum skal luttaka í Miss Danmark, er kosin Miss Her&Nu Mikudagin bleiv fyrsta samkynda partið vígt í Føroyum, tveir bretar. Súni Schwartz Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Betri- samtakinum, fer nú í starv sum varastjóri í J&K Petersen. Teir báðir menninir, sum vóru ákærdir fyri eldsbrunan í AA-húsunum á Tinghúsvegnum, vórðu fríkendir fyri eldáseting. AIS-skipan MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt – ongantíð áður hevur føroyska fótbóltslandsliðið fingið so nógv stig í eini undankapping. 8 Í samband við vanlukkuna í Skopunarfirði hevur nógv prát verið um, hvørt glastrevjabáturin hevði AIS-skipan ella ikki. Tað hevði hann ikki, men tað er heldur ikki lógarkrav á smærri bátum. AIS merkir Automatic Identification System og er ein skipan, sum skal fyribyrgja at skip stoyta saman. Skipanin sendir boð millum skip um samleika, knattstøðu, ferð, kós og annað til onnur skip umvegis VHF-sambandið. Summarið 2014: Grindstop Summarið 2017: Grind Non Stop Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, seinni norðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, um náttina yvirhøvur turt og tað klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig. Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 7 og 11 stig. Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, eitt skifi av eystri og hann øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig. 5-10 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s Máttu í fjøllini at leita eftir vilstum ferðafólki Kundu fylt allan innara part av Vágsfirði Visti tú? At eini 20 útlendsk pør eru vígd í Havn í summar? Visti tú? 38 feløg vóru send til skiftirættin, tí tey ikki hava sent roknskapin inn.