Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 104 6 Richard McBride og Leslie Travers úr Onglandi eru fyrsta samkynda parið, sum er gift í Føroyum, eftir at lógarbroytingin kom í gildi 1. juli í ár HARRIET OLAFSDÓTTIR – Vit kundu ikki hugsa okkum eina øðrvísi vígslu, løtan var avbera ró­ lig og innilig við eini vakrari røðu frá Anniku Olsen, borgarstjóra. Tað siga teir báðir bretarnir, ið sum tað fyrsta samkynda par­ ið hevur gjørt sær dælt av lógar­ broytingini, sum loyvir sam­kynd­ um at giftast. Mikudagurin 6. september klokkan 14.00 gjørdist ein søguligu løta – tá fyrsta samkynda parið varð vígt á borgarstjóraskrivstovuni í Havn. Tað vóru teir báðir, 47 ára gamli Richard McBride úr Norður­ írlandi og 48 ára gamli Leslie Travers Onglandi, ið gjørdust teir fyrstu. Teir hava verið par í 15 ár og búgva í London, har Richard er advokatur og Leslie er designari. Tað var Annika Olsen, borgar­ stjóri í Tórshavnar Kommunu, ið vígdi parið, og vóru tað einans teir báðir, starvsfólk á kommununi og ein fotografur, ið vóru við til sjálva vígsluna. Annika Olsen endaði vígsluna við at lesa yrking úr »The Prophet« hjá Kahlil Gibran fyri nýgifta parinum, og siga teir næstan í ein munn, at hettar var eitt tað vakrasta teir nakrantíð høvdu hoyrt, so inniligt og gott. Vistu ikki at vit vóru fyrstir – Tá vit vaknaðu í morgun, vistu vit ikki, at vit vóru teir fyrstu at blíva vígdir í Føroyum. Og tá hetta gekk upp fyri okkum, gjørdust vit bæði rørdir og fjálturstungnir í senn. Fyri at vera erligur, so kennist hetta eitt sindur sum at hava verið til roynd. Allar fyrireikingarnar, væntanir og uppbyggingin fram til tann stóra dagin eru nú liðnar, og vit eru endiliga giftir. – Hetta kennist sjálvandi eisini fantastiskt, bæði at vera giftur og sjálvandi eisini ótilvitað at vera partur av føroyskari søgu, sigur Richard McBride og leggur afturat, at ein partur av okkum fer nú altíð at verða samtvinnaðir við Føroyar. – Hetta er so serligt, at tað ikki kann lýsast við orðum, sigur hann. Spurdir hví júst teir valdu at blíva vígdir í Føroyum, svarar Leslie Travers, at tað í veruleikanumv er eitt sindur av tilvild – og tó. Teir høvdu báðir altíð droymt um at vitja Føroyar og høvdu so gjørt av, at í ár skuldi tað vera. Lógarbroytingin fekk teir at giftast Men tá teir so lósu um, at nú fór tað at vera lógligt fyri samkynd at giftast í Føroyum, gjørdu teir av, at hesum vildu teir fegnir gera sær dælt av. – Vit hava tosað um at giftast í nøkur ár eftir hondini, men tá Richard í 2014 fekk staðfest krabba­ mein gjørdu vit av at bíða eitt sindur, til tíðin og orkan gjørdist betri, greiðir Leslie Travers víðari frá. Richard McBride heldur fram at fortelja. – Hetta er ein máti hjá okkum at endurvinna s e p t e m b e r mánað, tí sep­temb­ er fyri okkum hevur líka síðan eg fekk staðfest krabbamein verið ein sera tungur mánaður. – Vit vildu heldur enn at minnast aftur á september sum nakað ringt, gera mánaðin til eina gleðistíð, ein mánað, ið fyri okk­ um boðar vón, kærleika og treysti, greiðir hann frá við skelv­andi rødd og tárum í eyg­unum. Fitt og fyrikomandi starvsfólk – Í september mánaði 2014 og aftur í 2015 helt eg veruliga, at mín síðsta løta var komin. Og nú vit skriva september 2017 eri eg enn her, frískur og giftur við mínum størsta kærleika, lívið kundi ikki verið betri, sigur hann. Hóast teir nú eru partur av eini søguligari hending, var hettar als ikki meining og ikki í teirra tonkum, tá teir tóku avgerðina at skriva til Tórshavnar kommunu í februar. – Tað kendist gott at blíva giftur í dag, tí tað var so avslappað og í okkara verð ikki uppblást, sum tað kanska hevði verið í eitt nú London. – Borgarstjórin og starvsfólkið á kommununi vóru sera fyrikomandi og rólig, og enntá fjølmiðlarnir tykt­ust ikki at vera so áleypandi, men heldur varlætnir og siðiligir. – Føroyar eru eitt fantastiska vakurt land, og kundu vit ikki havt valt eitt vakrari stað enn júst Tórshavn, at blivið giftir í. Ein sjarmerandi lítil býur mitt í Atlantshavinum, ið nú í allar ævir fer at hava eitt serstakt pláss í hjørtum okkara. Føroyar partur av okkara samleika – Vit koma heilt sikkurt aftur til Føroyar við jøvnum millumbilum, tí hettar er nú ein partur av okkara samleika – sum tað staðið, har vit gjørdust hjún. Sum heild hava vit eisini eina fatan av, at føroyingar eru eitt heilt einastandandi fólkaslag. Øll tykjast so fitt og opin. Líka frá manninum, ið arbeiddi umborð á bátinum til Nólsoyar til borgarstjóran og øll har ímillum virka øll líka fitt og smílandi, siga teir. Eftir vígsluna fóru teir báðir aftur í húsini teir høvdu leigað niðri á Kongabrúnni, síðan at taka nakrar brúðarmyndir og at enda til Kirkjubøar í Koks at eta eina góða máltíð, áðrenn leiðin aftur gekk til London hósdagin. – Faktist bíløgdu vit borðið á Koks, áðrenn vit bóðu um tíð at giftast. Vit hava hoyrt sera nógv gott um matstovuna bæði í miðlin­ um og frá vinfólki í London, so hetta var eitt must at royna, tá vit komu til Føroyar. Hóast Richard og Leslie ikki hava nakra brúðarveitslu í Føroyum, so fara teir at hátíðarhalda dagin við eini stórari veistlu fyri familju, vinum og kenningum í London í januar. SAMKYNDIR BRETAR SKRIVA SØGU Í FØROYUM 6 ... enntá fjølmiðlarnir tyktust ikki at vera so áleypandi, men heldur varlætnir og siðiligir PERSÓNSSØGA