hósdagur 7. september 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 104
31
NØVN
75 ár
Hósdagin 14. sept. verður
Kristina Mortensen 75 ár.
Dagurin verður hildin í
húsinum hjá Odd Fellow,
Grønlandsvegur 56, leygar
dagin 16. sept. frá kl. 13. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
50 ára føðingardagur
Í sambandi við at eg fylli 50
ár tann 10. oktober 2017, ynski
eg at bjóða tykkum øllum at
hátíðarhalda dagin saman
við mær í B36 húsinum tann
23. september 2017 kl. 19.00.
Melda til í seinasta lagi 10.
september við at ringja til
Turið við Høgadalsá, tlf.
229599 ella Hanus R. Jensen,
tlf. 219088.
Hjartaliga vælkomin
Hanus við Høgadalsá
60 ár
So verður man 60 ár tann 7.
okt. Dagurin verður hildin í
VB húsinum leygarkvøldið
28. okt. kl. 19. Tey ið ynskja
at hátíðarhalda dagin sam
an við mær, kunnu tekna
seg við at ringja til Annu á
tlf 577976, ella skriva henni
ella mær eini privat boð á
Facebook seinasta lagi 7. okt.
Brúdleyp
Leygardagin 9/9-17
giftast Kristina Vang
og Claus Kiel. Vígslan
verður kl 14:30 í Assing
kirke, Vardevej 115, 6933
Kibæk. Veitsla fyri inn
boðnum í Rimmerhus
forsamlingshus,
Abildstrupvej 12, 6920
Videbæk. Kristina
er dóttir Turid Vang
Jacobsen og Jan
Joensen.
Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu
Tekniska deild
Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á
Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari
vegna aldur.
Undir Teknisku deild eru umframt tað kommunala
tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar
sløkkilið.
Høvuðsverkevni
Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn
og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd
Býar- og byggi planlegging
Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir
Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
Stýring av kommunalum
viðlíkhaldsarbeiðum
Luttøka í dagligum umsitingarligum
uppgávum v.m.
Projekteringsarbeiði og eftirlit
Uppmátingar-, kortleggingar- og
skrásetingar-arbeiði
Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir
og vitarnar virksemi fyri alla deildina
Vit kunnu bjóða
Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til
førleikamenning.
Eitt starv við nógvum áhugaverdum og
avbjóðandi uppgávum
Førleikakrøv
Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur
viðkomandi útbúgving
Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri
nevndu arbeiðsøkjum
Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist
Munnligan og skrivligan førleika
Hollan telduførleika
Opna og fyrikomandi atferð
Evni, at ganga undan og geva íblástur í
arbeiðinum
Leiðsluroyndir/-førleikar
Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl
bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og
góð/ur at heita á
Evnar at virka í eini politiskari skipan
Setan og løn
Starvið verður at seta 1. november 2017 ella eftir
nærri avtalu.
Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avarandi
yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til kommunustjóran
Henrik Weihe Joensen á tlf. 221091 ella
býarverkfrøðingin Tummas Sørensen á tlf. 211712
Umsókn
Saman við avritum av prógvum, CV, revsiváttan og
møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir,
skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80,
Tvørávegur 37, FO 800 Tvøroyri, í hendi, viðmerkt
”Leiðari til Teknisku deild”, í seinasta lagi mikudagin
27. september 2017 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu eisini sendast sum teldupostur til:
tvoroyri@tvoroyri.fo
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar
kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Sjúrður
Holm Mikkelsen,
Skálavegur 19, 900
Vágur, føddur tann 23.
august 1940, deyður
tann 4. juli 2017, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 235/2017,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 4. SEPTEMBER 2017.
70 ára føðingardagur
6. oktobur haldi eg 70 ára
føðingardag í sjókafeiini
í Runavík frá kl 19.00
stundisliga.
Haldið tykkum ikki aftur.
Har verður heitur rættur.
Súpan, lambakjøt, kaffi og
triffle v.m.
Undirhald við Hilmar Jan.
Eisini fara vit upp á gólv.
Tey ið ynskja at vera við til
veitsluna og gera mær dagin
hugnaligan og minniligan,
skulu tekna seg á tlf. 268296
Í seinasta lagi mikudagin 4
oktobur.
Dia Ellindsson, Runavík
TVINGSILSSØLA
Týsdagin tann 3.
oktober 2017 kl.
09.30, verður á
Dómaraskrivstovuni
í rættarsali VI, C.
Pløyensgøta 1, 100
Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir
ognunum matr. nr. 31
og 29 b, Lambi.
Matr.nr. 31 er sethús
á uml. 90 m2 í
einari hædd og
lágum vaskikjallara/
krúpikjallara.
Innrættin:
Durur/gangur, køkur,
kamar/arbeiðsrúm,
borðstova/stova, tvey
kømur og baðirúm.
Timbur á stoypta
grund við
trævindeygum og
alminiumstaki. Tak
skift í 2010. Húsini
krevja nógvar ábøtur.
Stykkið er ikki
víddarroknað, men
uml. 230 m2.
Matr.nr. 29 b er
grundøki, ið liggur
kring matr.nr. 31.
Stykkið er 1820 m2.
Ognirnar verða seldar
undir einum.
Nærri upplýsningar
um ognina fáast við
at venda sær til Fríðu
Patusson, advokatur,
Frúutrøð 4, Tórshavn,
tel. 353335 frp@jura.
fo (j.nr.20170083)
ella skrivaran Anniku
Reginsdóttir Olsen
aro@jura.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Mariu Simonsen,
Stoffalág 84, 100 Tórshavn,
fødd tann 6. september
1922, deyð tann 29. juli
2017, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Torkil Sivert
Simonsen, deyður 14. apríl
1993, verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríðu Patursson,
Frúutrøð 4, postboks 6, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
268/2017, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 4. september 2017.