mánadagur 11. september 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. september 2017 · Nr. 105
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HB OMANÁ
HB hevur fingið sjey av níggju møguligum stigum
móti TB/FCS/Royn í ár. Fyrstu uppgerðina vann
HB 2-1 í Gundadali, meðan dysturin við Stórá
endaði við málleysum javnleiki. Eftir sigurin
í gjár, so vinnur HB innanhýsis dystin við sjey
stigum móti einum við málúrtøkuni 5-1.
Venjarin hjá TB/FCS/Royn er ónøgdur við avrikið móti HB. So
ónøgdur, at hann einki positivt kann taka við suður, hóast tað stóð á
jøvnum líka til 83. minuttir eru spældir. – Tað snýr seg um at 21 ára
gamlir spælarar vilja renna og spæla fótbólt, sigur Maurice Ross
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað er ein suðuroyingur, sum
er avgerandi, tá HB í gjár
vinnur 3-1 á TB/FCS/Royn í
Gundadali. Tíverri fyri gest
irnar úr suðuroynni, so er
avgerandi suðuroyingur í HB
troyggju. Talan er um inn
skifta Símun Eiler Samuel
sen, sum í tveimum førum
leggur upp til mál seinastu
sjey minuttirnar.
Eftir dystin er venjari
hjá TB/FCS/Royn, bersøgni
Maurice Alexander Ross, alt
annað enn fegin um dystin.
-Eg kann einki gott taka
við frá hesum dystinum.
Tað snýr seg ikki um taktikk,
men um at 21 ára gamlir
spælarar
vilja
renna
og
spæla fótbólt. Tað er mær
óskiljandi hvussu ein ungur
spælarari ikki kann vilja
renna og spæla fótbólt, her í
Gundadali undir hesum frá
líku umstøðunum og móti
HB, sum er ein kappingar
neyti. Eg skilji tað ikki, sigur
Maurice Ross, argur á máli
num.
Hann er alt annað enn
nøgdur við ein dyst, har
TB/FCS/Royn annars var á
lívi líka til 90 minuttir vóru
spældir.
Eitt “Rókur-mál”
HB er Sebastian Pingel, sum
hevur leikbann. Hann gevur
HB nógva orku á fremstu
plássunum. Adrian Justinus
sen er aftur eftir leikbann,
so tað gongur upp fyri, sum
fyrstu løtuna tykist spæla
við sjálvsáliti.
Aleksandar Stankov er
fleiri ferðir á bóltinum og tað
er eisini rundan um make
donan, at HB leggur seg á
odda. Eitt mótálop endar við,
at hann steðgar á og leggur
bóltin upp á tvørs á brots
teigar markinum, har Rókur
av Fløtum Jespersen meddar
bóltin í málið.
-Tað er ikki av tilvild, at
fáa málið úr økinum uttan
fyri brotsteigin. Vit hava
sæð, at teir mangan verja
langt afturi á vøllinum og at
hatta økið er opið, sigur Sig
fríður S. Clementsen, venjari
hjá HB.
Rókur av Fløtum Jesper
sen, sum hevur havt størri
og smærri trupulleikar alt
kappingarárið
við
skað
um, kemur fleiri ferðir í
dystinum til líknandi støð
ur, har hann leitar eftir
skotinum í økinum uttan
fyri brotsteigin. Ein gjøgn
umgongd av Rókur-málum,
hevði nokk staðfest, at hatta
er ein støða hann trívist væl
í.
Búi er vónin
Suðuroyingar
eru
nakað
kroystir restina av fyrra
hálvleiki og eru hepnir, at
Øssur Dalbúð bara rakar
stongina, tá HB fangar bóltin
í uppspælinum hjá TB/FCS/
Royn.
Svarið kemur, tá dysturin
er ein tíma gamal. Jón
Krosslá Poulsen sendur ein
góðan bólt upp um verjuna
hjá HB. Teitur M. Gestsson
er ov seinur úr málinum og
skjóti Búi Egilsson kann
prika bóltin og síðani skjóta
hann í tóma málið.
Eina
løtu
er
suðuroyingar við og hótta,
tá teir fara í mótálop.
Maurice
Ross
vil
ikki
avskriva suðuroyingar, sum
eitt lið í niðurflytingarvanda.
Óiva eitt tað besta vápið
móti niðurflytingini, er Búi
Egilsson og hansara renn
ingar á høgra vongi.
Símun vendi dystinum
HB mátti miðskieðis í fyrra
hálvleiki skifta Aleksandar
Stankov út. Í hansara stað
kom Hjalti K. Djurhuus inn.
Hann stríddist væl, men í
eini roynd at vinna dystini
sendi Sigfríður S. Clement
sen bæði Hera H. Mohr og
Símun Samuelsen inn. Tað
skuldi vísa seg, at verða ein
góð avgerð.
Løtuni seinni eltir Símun
Samuelsen langa sending
í vinstru. Málverjin kemur
væl úr brotsteiginum, men
nær ikki bóltin, áðrenn vág
bingurin prikar bóltin fram
á baklinjuna, áðrenn hann
sendir
eitt
snóra
beint innlegg í høvdið á
Hera Hjalt Mohr.
-Eg eri ikki ónøgdur við
avgerðina hjá málverjanum
at koma út. Eg vil hava
okkara málverja at standa
langt frammi og í øðrum før
um bjargaði hann okkum
upp á líknandi støður. Eg
eri ónøgdur um mátan hann
roynir at vinna bóltin. Eg
haldi hann kundi vunnið
bóltin, sigur Maurice Ross.
Løtu seinni spæla vág
bingurin á HB-liðnum og
Øssur Dalbúð væl saman.
Tað endar við, at Símun
Samuelsen spælir upp á
tvørs til Øssur Dalbúð, sum
skorar sítt fimta mál í bara
666 minuttum fyri HB í ár.
-Símun Samuelsen kemur
inn og tekur ábyrgd. Eg haldi
eisini at Heri Mohr
kemur inn við nógvari orku,
sigur Sigfríður S. Clement
sen, venjari hjá HB um inn
skiftingarnar, sum vunnu
HB dystin.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Maurice Ross ónøgdur:
MUGU VILJA
SPÆLA FÓTBÓLT