Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 2 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ F yri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt kinverskt listafólk myndprýtt føroysk frímerki. Tað snýr seg um føroyska ævintýrið, »Teir sjey svanirnir«, sum viðurkendi listamaðurin Li Yunzhong hevur sniðgivið á frímerkjum. Li hevur m.a. teknað frímerki fyri kinesiska post­verkið og ST. – Posta hevur í fleiri ár verið við á frímerkja­ framsýningum í Kina og hevur áhugin fyri før­ oyskum frímerkjum avgjørt verið til staðar har, skrivar Posta. Samstarvið við Li Yunzhong kom í lag á eini slíkari framsýning umvegis ein annan listamann, Martin Mörck, sum hevur teknað og graverað fleiri føroyskar frímerkjaútgávur. – Vit á Posta eru væl nøgd við úrslitið og verða frímerkini sett til sølu í dag, samstundis sum ein stór altjóða framsýning letur upp í Nanjing í Kina. Har eru vit eisini til staðar og eru sera spent at vita, hvussu kinverjar taka ímóti frímerkjunum, skrivar Posta. Ævintýrið stendur í »Færøske folkesagn og æventyr«, 1898-1901, skrivað niður eftir frásøgn frá Jóhan Hendrik Matras á Kirkju. Les meira á heimasíðuni: www.stamps.fo VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðar­ deildini í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00. Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Grafisk framleiðsla: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sosialurin.fo Viðmerkjast: Vikublaðið Frida Mellemgaard LÝSINGASAMSKIPARI lysing@sos.fo tel. 231826 Bartal í Gongini LÝSINGARRÁÐGEVI bartal@sos.fo tel. 270600 Magnus Gunnarsson LÝSINGARRÁÐGEVI maggi@sos.fo tel. 216135 Terji Nielsen SØLU- & MARKNAЭ ARLEIÐARI terji@sos.fo tel. 289035 Noomi Weihe LÝSINGARRÁÐGEVI noomi@sos.fo tel. 595410 Miðlahúsið Søguligt frímerkjasamstarv millum Føroyar og Kina Nú sleppa kollfirðingar at byggja Nú sleppa kollfirðingar loksins aft­ur at byggja sethús í a Tað er langt síðani, at komm­ unan hevur havt grundstykki í bygdini, men nú verður farið und­ ir at stykkja 22 grundstykki út í Hamrabøi mitt í Kollafirði. Hetta hevur verið ein ógvuliga umstrídd útstykking, men nú er tað so endaliga samtykt at fara undir hana og um eitt hálvt ár er stykkini byggibúgvin. Tað elvdi til stóra ósemja í býráðnum um hesi stykkini tá ið meirilutin gjørdi av at selja stykkini munandi bíligari enn onnur grundstykki í Havn verða seld fyri. Meirilutin stúrdi fyri, at ann­ ars sluppu tey ikki av við stykkini, tí «eingin fer at keypa grund­ stykki í Kollafirði fyri eina hálva millión«, sum tey málbóru seg. Og tískil varð prísurin settur niður í at kalla helvt, sum tey mettu var marknaðarprísurin á grund­stykkj­ um í Kollafirði. Men í minnilutanum í býráð­ num vóru tey so ónøgd við, at prísurin varð lækkaður, at tey klagaðu meirilutan fyri Kommu­ nala eftirlitinum. Tey tvíhildu um at tað var ólógligt at lækka prísin, tí kommunan kann ikki gera mismum á borgarunum. og sostatt kunnu summi ikki fáa sersømdir, tá ið tey keyptu grund­ stykki. Men tey fingu einki burtur úr klaguni, tí Kommunala eftirlitið gav meirilutanum í býráðnum viðhald í, at prísurin kundi setast niður, í eini roynd at sleppa av við grundstykkini. Og nú vísur seg, at tað er stórur áhugi fyri stykkinum, sigur meirilutin í býráðnum. Ætlanin var at bjóða tey 22 grundstykkini út í tveimum umførum. Men áhugin fyri teim­ um er vorðin so stórur, at býráðið hevur nú samtykt at selja øll ísenn. Býráðið sigur eisini, at 11 fólk standa á bíðilistanum eftir grund­stykkjum, og í fyrstu syftu verða tey við í lutakastinum um grundstykki. Men harafturat hava fleiri onnur, sum ikki er á bíði­listanum boða frá, at tey vilja eisini verða við lutakastinum. Og stykkini, sum eru eftir, tá ið tey bíðilistin er avgreiddur, verða so drigin í einum almennum luta­ kasti, har øll kunnu melda seg til. Og sostatt verður hildið fast um aðalregluna um, at stykkini verða útlutað við lutakasti, og at allir verandi, og komandi borgarar, verða javntstillaðir, sigur umsitingin í býráðnum. Tróndur Sigurðsson, býráðs­ lim­ur fyri Javnaðarflokkin, fegn­ ast um, at útstykkingin í Kolla­ firði verður avgreitt nú. Men hann heldur kortini, at tað leypir í eyguni, at býráðið selur grund­ stykki á Dánjalstrøð fyri 1,1 millión, men selur grundstykki í Kollafirði fyri eit brotpart av tí. Og hann vildi hava at vita, hvat meirilutin í býráðnum helt um tað. Men á býráðsfundinum, har málið varð viðgjørt, fekk hann einki svar upp á tann spurningin. Og tá ið avtornaði varð tað kort­ini einmælt samtykt at selja grund­ stykkini í Kollafirði. Fríggjadagin var ein heilt serlig frímerkjaútgáva á skránni hjá Posta Súkklur til einhvønn tørv telefon 20 59 59