Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ J ólatúrarnir hava verið ein fastur táttur í vetrar­siglingini hjá Norrønu í rættiliga nógv ár, og hesi seinnu nógvu árini hava túrarnir verið til Hirtshals og Danmarkar, har teir áður vóru til Newcastle í Onglandi. Fram til í fjør var bert skipað fyri einum jólatúri um árið, men í fjør var so á fyrsta sinni roynt at hava tveir ymiskar jólatúrar, har annar var ætlaður yngra ættarliðnum, meðan hin var ætlaður tí meiri eldra kundaskaranum og barna­ familjunum. Hetta vísti seg at hepnast sera væl, og tí verður hetta endurtikið aftur í ár. Góð undirtøka Tann fyrri túrurin er ætlaður teimum eitt sindur meiri tilkomnu og barnafamiljunum, og tann túrurin er av Havnini hóskvøldið 30 novembur. Túrurin fyri tey ungu verður eina viku seinni við fráferð av Havnini hóskvøldið 7. Desembur. Tað var sera góð undirtøka fyri túrunum í fjør, og alt bendir á, at talan aftur í ár verður um tveir túrar, har Norrøna fer at sigla at kalla full av føroyingum í jólahýri, sum umframt at keypa jólagávur umborð ella í Danmark eisini bara fara at taka sær av løttum og hugna sær á ferðini. Tí jólatúrarnir eru annað enn bara jóla­shopp­ ing í Aalborg ella Hjørring. Tað er so sanniliga eisini hugnalig samvera, góður matur, góður tón­leikur og mangt annað. Shoppingmøguleikarnir eru nógvir Á jólatúrinum fer Tax-Free handilin umborð á Norrønu sjálvsagt at hava eina rúgvu av góðum tilboðum uppá bæði góðgæti, luktilsi, gávulutir og mangt annað, og ivaleyst verður fleiri serligar jólavørur eisini at fáa. Á túrinum verður steðgað í Danmark í 12 tímar, frá klokkan 9 leygarmorgun til klokkan 21 leygar­kvøldið, so stundir eru at leita sær eitt nú til Hjørring ella Aalborg, har góðir inn­ keypsmøguleikar eru. Um man ikki velur at hava bil við sjálvur, so skipar Smyril Line eisini fyri bussferð bæði til stóru handilsmiðstøðina Aalborg Storcenter í Aalborg og til miðbýin í Aalborg og heimaftur, eins og tað eisini verður skipað fyri bussferð til handilsmiðstøðina Metropol í Hjørring. Fjølbroytt skrá Á báðum jólatúrunum verður skipað fyri ym­ iskum undirhaldi umborð á Norrønu bæði á veg til Danmarkar og á veg heimaftur. Kendir tón­ leikarar fara at spæla og undirhalda, og eisini verður skipað fyri øðrum undirhaldi. Matarstøðini umborð fara ivaleyst eisini at spíla seg út, og í Buffet-matstovuni verður víðagitna Jólabuffetin á matarlepanum. Ein stórur partur av Norrønu hevur fingið eina ordans yvirháling seinasta árið, og serliga eru tað Buffet-matstovan og náttklubbin, sum hava fingið nýtt »look«, so tað verður eisini forvitnis­ligt at síggja hjá teimum, sum ikki hava verið við Norrønu seinasta árið. Jólatúrarnir eru meiri enn bara shopping Aftur í ár skipar Smyril Line fyri jólatúri við Norrønu til Danmarkar, og eins og í fjør verður skipað fyri tveimum ymiskum jólatórum