Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ V ikublaðið hevur hitt Rannvá og Maibritt og biðið tær greitt frá um bituff – hvat fyritøkan hevur gjørt, og hvørjar ætlanir tær hava. Tað var á páskum í fjør, at fyrsti tankin um bituff spratt. Nakrar vinkonur vitjaðu Rannvá í spanska býnum Alicante, har Rannvá og familj­ an høvdu búð í góð 2 ár. Maibritt arbeiddi sum vinnusálarfrøðingur í egnari fyritøku í Keyp­ manna­havn, og Rannvá var byrjað at átaka sær uppgávur innan marknaðarføring og ráðgeving. Seint eitt kvøldið tosaðu vit um, at tað kundi verið spennandi at gjørt okkurt saman, tí vit høvdu nógvar royndir hvør á sínum øki, greiða Maibritt og Rannvá frá. Hví ikki? Vit vóru eisini samdar um, at vit ikki skuldu avmarka okkum til nakað ávíst virkisøki. Ella stutt og greitt: Alt ber til. Navnið bituff kom seinni. At vera tough kann í slangútgávu stavast tuff og merkir, at vera hvassur, kul, frálíkur og óførur. Eftirsum at tað kann vera avbjóðandi og strævið fyri fólk at læra, gera okkurt nýtt, broyta hugburð ella bjóða sær sjálvum av, vilja vit fegnar stuðla og viðurkenna hesa strembanina við okkara virk­ semi og tiltøkum. Tað má og skal røra fólk Alt, sum vit seta í gongd, kemur frá íblástri vit fáa, tá ið vit tosa við fólk, og frá tí vit lesa og hoyra. So royna vit at finna ein spennandi vinkul, soleiðis at tað riggar til okkara kundar. Ígjøgnum árini hava vit hvør í sínum lagi fingið eitt stórt netverk av dugnaligum fólkum innan ymisk yrki, sum kunnu hjálpa. Eisini hava vit eitt super toymi av fríyrkisfólkum, ið vit heita á, tá ið vit hava tørv á íblástri og arbeiðsmegi. Vit royna allatíðina at hava í huga, at vit skulu bjóða okkara kundum mennandi undirvísing og góðar upplivingar. bituff skal verða ein vitanar­fyritøka, ið arbeiðir við vitan, mentan og upplivingum bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta gera vit m.a. við at ráðgeva, halda skeið og varpa ljós á spennandi og viðkomandi evni. Nøkur evni kunnu vit ikki lata vera við at seta á skrá, og um fólk hava tørv á, at vit varpa ljós á eitthvørt evni stórt sum smátt, skulu tey bara siga okkum frá. Seinasta ár skipaðu vit – í samstarvi við Sinnisbata – fyri einum kenslu­ bornum temakvøldi um at liva við sálarsjúku, og eitt annað kvøld fingu vit nøkur boð uppá góða barnauppaling frá námsfrøðinginum Sunnevu Mohr. Fyrr í ár greiddu Heini í Skorini og navn­ frami sýriski læknin Haifaa Awad, ið eisini hevur búð í Føroyum, frá um ræðuliga kríggið í Sýria. So tað eru fjølbroytt evni, vit kasta okkum yvir. Temakvøldini snúgva seg um evni, vit meta eru neyðug og viðkomandi at taka upp. Hendan mánaðin fara vit at skipa fyri tí fyrsta av trimum temakvøldum um pædofili, og í oktober kemur Frank Erichsen, sum vit kenna sum Bonderøven frá sjónvarpssendingini hjá DR, at tosa um, hví hann og familjan hava valt eitt einfalt lív. At liva og læra Gandhi segði einaferð, at tú skal liva sum um man doyr í morgin, og læra sum tú man livir í allar ævir. Vitan og frálæra er tískil ein umráðandi partur av okkara virksemi. Verkætlanardagurin, sum vit skipaðu fyri í apríl í ár, eydnaðist væl, og luttakararnir fingu nógv burturúr. Her møttust fólk innan ymisk fakøki, sum dagliga fáast við at stýra verkætlanum, har arbeiðsmegi, fígging og tíðarætlan skulu hanga neyvt saman. Skeiðini í Prezi og grafiskari fasilitering hava eisini verið væl móttikin og eru aftur á skrá, og í næstum byrjar eitt skeið í sponskum, og tú kann enntá læra at gera vakrar negl. Hetta fyrsta árið hevur sannført okkum um, at bituff er á rættari kós. At fáa tingini at rigga er altíð ein avbjóðing, tí onki kemur av sær sjálvum. Okkara ambitión er at flyta mørk og hugburð, so onnur eisini tora og duga at síggja, at alt ber til, um tú er hugaður at berjast fyri sakini. Rannvá og Maibritt reka fyritøkuna bituff Hví ikki? Fyritøkan bituff bjóðar føroyingum vitan, mentan og upplivingar. Nú eitt gott ár er fráliðið, síðan bituff varð stovnað, kunnu Rannvá Troest og Maibritt Højgaard hyggja aftur á eitt spennandi tíðarskeið, har tær hava ráðgivið fyritøkur og skipað fyri skeiðum og ymsum tiltøkum til gaman og álvara. Viðhvørt hevur tað verið strævið, men tær hava samstundis lært eina rúgvu um, hvussu javnvágin millum arbeiði og frítíð skal finnast, tá tú sjálvur er skipari Rannvá Troest og Maibritt Højgaard