Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: SANDOY Sands kommuna fær fleiri nýggj grundstykki – Ætlanin er at halda prísin so lágan sum tilber, og miðað verður eftir, at grundstykkini kunnu seljast til várs. Fólk eru hjartaliga vælkomin at seta seg á listan, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu Vilmund Jacobsen S ands kommuna hevur samtykt at fara í holt við eina nýggja útstykking, har pláss verður fyri 13 nýggjum grundstykkjum og sethúsum. Kommunan hevur átt lendið í fleiri ár, og nýggja byggiøkið kemur at liggja tætt uppat summarhúsøkinum, har Articon byggir 12 summ­arhús, harav nøkur nú eru liðug. Økið, har summarhúsini hjá Articon eru, verð­ ur rópt Handan Hamralið, og nýggja út­stykkingin hjá Sands kommunu liggur Heimanfyri Hamralið. – Vit meta, at hetta er lættasti máti at fáa flest møgulig grundstykki upp á stytstu tíð, og vit vóna at kunna selja nýggju grundstykkini til várs. Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands komm­ unu, vísir á, at fyri nøkrum árum síðan varð nevnda økið sundurlutað, men tá fingust bara sjey grundstykki burtur úr lendinum. – Vit hildu, at vit áttu at brúkt lendið betri, soleiðis at fleiri grundstykki kundu útvegast her. Við nýggjum tekningum, nýggjari sundurluting og broyttum vegi í økinum hevur tað eydnast okkum at fáa størri nyttu burtur úr sama lendi, nevniliga 13 grundstykki heldur enn sjey. Borgarstjórin sigur, at projekteringsarbeiðið nú er í gongd, og tá tað er liðugt, verður arbeiðið boðið út. – Ætlanin er at halda prísin so lágan sum tilber, og miðað verður eftir, at grundstykkini kunnu seljast til várs. Eini trý av grundstykkjunum í nýggju út­styk­ kingini eru longu umbiðin, og Brandur Sandoy sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin at seta seg á listan. – At fólk seta seg á listan og so hendir einki meira, hevur sum so ikki verið nakar trupulleiki hjá okkum, tí áhugin at byggja hevur ikki verið ser­liga stórur í fleiri ár. Men, nú er rættiligur røringur komin í. Borgarstjórin bjartskygdur – Vit hoyra javnan frá fólki, sum venda sær higar og spyrja, um tey ikki kunnu búgva til leigu á Sandi, og bara í summar hava í øllum førum nakrir seriøsir fyrispurningar verið um leigumál. Jú, áhugin at seta seg niður her á Sandi vísir seg at vera veksandi Borgarstjórin sigur seg væl skilja, at fólk aftra seg við at seta búgv í Sandoynni, fyrr enn tey vita, at borurin er settur í til Sandoyartunnilin. – Tað er eingin loyna, at farleiðin um Skopun­ a­rfjørð er ein fløskuhálsur, nú streymurin av ferð­andi og farmi er so stórur. Hetta merkist serliga í summarhálvuni, tá bíðitíðin at sleppa við Teistanum í ringasta føri kann gerast upp í tímar. Ei heldur er hetta serliga høgligt um veturin, tá ringt veður og brim gera seg galdandi. Bjartskygdur vísir Brandur Sandoy á, at sam­ bært lógini um tunnilsbyggingarnar skal borurin setast í til Sandoyartunnilin í seinasta lagi í 2018, sum er næsta ár. – Eg ivist onga løtu í, at her fer nógv at henda, tá boringin er byrjað, og vit eru til reiðar at taka ímóti fólki, sum vilja seta búgv her hjá okkum. Vit hava góðan barnagarð, góðan skúla, og eldraøkið liggur í tryggum kørmum – og ítróttar- og frítíðarfasilitetirnir við lutfalsligu nýggju ítróttarhøllini og fótbóltsvøllinum eru fram­úr. Haraftrat kemur vakra og óspilta náttúr­ an, bæði her á Sandi og kring um í oynni. Borgarstjórin sigur, at fasta sambandið fer eisini at gera tað nógv lættari hjá teimum, sum longu búgva í Sandoynni, og tað verður lættari at ferðast inn á meginøkið í skúla ella til arbeiðis. – Eg vil siga tað soleiðis, at vit hava alt her suðuri. Okkum tørvar bara fólkini, leggur hann aftrat. Beint í løtuni eigur Sands kommuna eingi grundstykki at selja møguligum keyparum, men onkur privat grundstykki eru til sølu. – Seinasta hálva árið eru trý grundstykki seld Uppi í Nes, og tað fjórða er fyri eini tíð síðan selt í Sandarbrekkuni. Men, enn er eingin bygging á hesum fýra stykkjunum farin í gongd, staðfestur Brandur Sandoy. Tilbúgvingarætlan Sands kommuna hevur samtykt at gera eina tilbúgvingarætlan samsvarandi tilbúgvingar­ lógini, sum kom í gildi fyri nøkrum árum síðan. – Lógin sigur, at vit skulu hava eina nøktandi tilbúgvingarætlan, og sum er hava vit onga slíka. Tað kann tykjast, sum hetta eru stór krøv at seta einari kommunu, men eg vænti, at vit fara at síggja virðið í hesum, um okkurt hendir, sum vit sjálvandi vóna, at tað ikki ger. Borgarstjórin sigur, at kommunan eisini hev­ur samtykt at byggja brandstøð, tí sum er húsast brandbilurin á flakavirkinum. Nýggja brandstøðin, sum eisini er liður í tilbúgvingini, verður innanfyri og undir liðini á nýggju húsinum hjá bjargingarfelagnum í oynni. – Farið verður beinanvegin undir at projek­ tera, og síðan verður arbeiðið bjóðað út. Brand­ støðin skal kunna rúma bili, pumpum, slangum og allari útgerðini hjá Sands Sløkkiliði. Í samband við tilbúgvingarætlanina, hevur kommunan gjørt avtalu við Emiel Simonsen á Sandi, sum hevur arbeitt nógv við slíkum viður­ skiftum. Hann fer at arbeiða í tøttum sam­starvi við tilbúgvingarnevndina hjá kommununi. Brandur Sandoy sigur, at arbeiðið við til­ búgv­ingarætlanini fer í gongd beinanvegin, og vænt­andi kemur seinasti partur av ætlanini upp á pláss til várs. – Tað fyrsta, sum skal gerast, er ein váða­ met­ing av kommununi, og síðan verður til­búgv­ ingarætlanin gjørd samsvarandi hesum, leggur borgarstjórin aftrat. Sands kommuna hevur samtykt at gera eina tilbúgvingarætlan samsvarandi tilbúgvingarlógini, sum kom í gildi fyri nøkrum árum síðan – Tað fer at henda nógv, tá boringin er byrjað, og vit eru til reiðar at taka ímóti fólki, sum vilja seta búgv her hjá okkum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu