Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: SANDOY Tað fløvar at fleiri børn aftur eru í kommununi Familjur við børnum hava valt at búgva í Húsavík og á Skarvanesi, og hetta sæst eisini aftur í barnatalinum í kommununi Vilmund Jacobsen F ara vit nøkur fá ár aftur í tíðina, var barna­ talið í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes, rætti­ liga lítið. Hóast fólkatalið í kommununi er fáment, 118 íbúgvar tilsamans, harav umleið 70 búgva í Húsavík, so er barnatalið kortini á heilt góðari leið. Borgarstjórin, Brynhild Sørensen, vísir á, at Húsavíkar kommuna samstarvar við Sands kommunu um barnaansing og barnaskúla. Tey smáu ganga í barnagarð á Sandi, og skúlabørn í 1. til og við 5. flokki ganga í Sands skúla, áðrenn tey fara í Meginskúlan Inni í Dal og halda fram har, til fólkaskúlin er liðugur. – Vit hava eini 24 børn í barnagarði og fólka­ skúla, og í mun til fólkatalið í kommununi er hetta eitt fittligt tal. Tað er ikki langt síðan, at vit bara høvdu ein næming í barnaskúlanum á Sandi; nú hava vit einar sjey næmingar har. Brynhild Sørensen sigur, at fyri nøkrum árum síðan var næstan einki fólk eftir á Skarvanesi, men nú búgva nú eini 10-12 fólk tilsamans á Skarvanesi og í Djúpadali. – Tað gleðir okkum eisini í hesum sambandi, at teir hjá Landsverki nú eru farnir at asfaltera vegin til Skarvanesar, tí hesin vegur, sum eisini er smalur, hevur ikki verið fyri sartar sálir, sum hon tekur til. Grundstykki eru tøk Bæði í Húsavík og Dali eru møguleikar at byggja sær sethús, men tað er í Húsavík, at nøkur hús eru bygd seinnu árini. Hinvegin eru nógv ár síðan, at nakað sethús er bygt í Dali. – Heima á Garði, har eini 5-6 grundstykki framvegis eru tøk at byggja á, eru eini fimm hús komin seinastu árini, og hetta eru ungar familjur við børnum. Borgarstjórin sigur, at ein útstykking er vorðin veruleiki Sunnanfyri Á í Húsavík, sum er tann minni býlingurin í bygdini, og her er vegur eisini gjørdur til økið í ár. – Her fáa vit trý grundstykki, harav tey eini húsini nú standa í gerð. Hini bæði grundstykkini eru ikki seld, og her er lendið ikki ognartikið enn. Fólk hava spurt seg fyri um hesi bæði grund­ stykkini eisini. Brynhild Sørensen vísir á, at tað eru eini 30 ár síðan, at seinastu sethúsini vórðu bygd Sunnanfyri Á. Í Dali er eisini bygdaplanur, og her ber eisini til at keypa sær grundstykki og byggja, um áhugi er. – Vit hava nóg mikið av grundstykkjum at vísa á í løtuni, og tí skulu fólk, sum kundu hugs­ að sær at sett búgv her hjá okkum, ikki halda seg aftur. Borgarstjórin ásannar, at eingin bygdaplanur er gjørdur fyri Skarvanes enn. – Vit verða ofta spurd um møguleikan at byggja summarhús í kommununi, men sum er hava vit eingi grundstykki í bygdaplaninum til summarhús, og kommunan hevur ikki tikið støðu til tann spurningin, leggur hon aftrat. Felagslív í kommununi Í Húsavíkar kommunu er ríkt felagslív, bæði til gamans og álvara. Ungmannafelagið Sólarris eigur felagshús í Húsavík, og dansifelagið Stígum Fast í Dali eigur felagshúsið, Eiriksgarð í Dali. – Tað er ikki so sjáldan, at húsini eru karmur um ymisk trivnaðartiltøk, og í aðrar mátar verða tey leigað út til bólkar. Borgarstjórin vísir á, at í Sólarris er aftur­ vendandi ársveitsla á kyndilsmessu 2. februar, sum er dagurin, tá felagið varð stovnað í 1943, og her verður eisini skipað fyri ræstkjøtaveitslu seint um heystið. – Fólk plaga at møta væl til hesi tiltøk, og hetta er eisini eitt gott høvi hjá teimum, sum ikki búgva í kommununi meira, at vitja aftur á gamlar gøtur og røtur. Brynhild Sørensen sigur, at ræstkjøtaveitslan er eitt hugnakvøld, og árliga veitslan á kyndils­ messu verður hildin upp á hin gamla mátan, sum hon tekur til. – Her verður borðreitt við góðum døgurða, og sangir verða sungnir, sum hava verið á skránni á veitsluni í mong ár. Felagið eigur eisini ein serligan sang, sum Sigvald Djurhuus, lærari á Sandi, í sínari tíð yrkti til eina av teimum fyrstu veitslunum hjá Sólarris. Men, tað er ikki bara í Húsavík, at tað gongur fyri seg. – Í Dali hava tey verið ófør við kvøldsetum, har høvi hevur verið hjá fólki, bæði føroyingum og útlendingum, eitt nú at spinna, kara og tøva. Hetta hevur í nøkur ár verið eitt tilboð, sum er vorðið ógvuliga populert og nógv vitjað av ferðafólki, sigur borgarstjórin. Fórst í uppgangi Í herviligum uppgangi í Dali hin 5. februar ár koppaði uttasta kistan á brimgarðinum í Dali, og dalbingar halda hetta vera ógvuliga óheppið, tí molin samstundis er bakkaverja, tá uppgangur er. – Vit fegnast um, at landsstýrið á eyka­ fíggjarlógini fyri 2017 mælir til at játta 200.000 krónur til at kanna, meta um og fyrireika eina verkætlan um, hvussu skaðin kann bøtast aftur, og hvat hetta arbeiði kemur at kosta. Brynhild Sørensen sigur, at dalbingar meta brimgarðin sum bakkaverju, tí brimið kemur so langt niðan í bygdina, tá uppgangur er. – Tí vóni eg eisini, at løgtingið hin 14. sep­ tember fer at taka undir við, at hesin pening­ur verður játtaður, sigur borgarstjórin. Í Húsavíkar kommunu hevur annars verið arbeitt við at bøta um kloakk-og vatn­viður­ skiftini, og skúlin í Dali hevur fingið nýggja tekju. At enda kann leggjast aftrat, at Sandoyar- og Skúvoyar Barnaverndartænasta heldur til í skúlanum í Húsavík. Barnatalið í kommununi er rímiliga høgt í mun til fámenta fólkatalið Í Húsavíkar kommunu eru bæði sagnir og søgur. Kirkjan er bygd í 1863. Frálíku myndina hevur Heri Sverrason tikið Brynhild Sørensen er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes