mánadagur 11. september 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: SANDOY
Skálavík er lokomotivið
– Vit eru í fremstu røð, tá ræður um reint drekkivatn og góðkenda spillivatnsskipan. Vit hava góðkenda
innaneftirlitsskipan, og alt tað kommunala koyrir við led-perum. Nú vilja vit eggja okkara borgarum til at
ikki at brúka plastposar - og eisini at skifta sínar perur út við led, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri
Vilmund Jacobsen
B
orgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Lin
john Christiansen, stórfegnast um øll
tey ferðafólk – bæði føroyingar og út
lendingar – sum hava vitjað í bygdini í summar.
Hann er eisini serstakliga væl nøgdur við, at tey,
sum eiga summarhús í bygdini, eru so ófør at
viðlíkahalda sínar ognir.
– Eg vil siga tað soleiðis, at hesar ognir og
tey fólk, sum eiga hesi hús, eru sonn blómutyssi
fyri bygdina. Hetta er bæði galdandi fyri tey,
sum hava bygt nýggj summarhús í Skálavík og
fyri tey, sum hava yvirtikið gamlar sethúsaognir
og sett tær í stand.
Linjohn Christiansen sigur, at bæði føroyingar
og útlendingar, sum koma til bygdar, fjálga og
lívga um bygdarlívið.
– Í summar hevur onkrar dagar næstan
verið sum á ólavsøku í Skálavík. Tú hevur sæð
ferðafólk – ung sum gomul – dygst niðri við
sjóvarmálan, í ánni, gangandi og rennandi eftir
vegnum og haganum. Tað eru eisini tey, sum
á ymiskan hátt hava luttikið í okkara felagslívi
í bygdini. Øll hesi og mong onnur við teimum
skulu vera so hjartaliga vælkomin í Skálavík.
Reinast og flottast
Borgarstjórin leggur ikki fingrarnar ímillum, tá
hann sigur, at Skálavík er reinasta og flottasta
bygd í Føroyum.
– Hetta er helst eisini ein orsøkin til, at tey,
sum velja at eiga summarhús í bygdini, gjarna
vilja, at teirra ognir eru snøggar og vakrar.
Men, Linjohn Christiansen hevur kortini eitt
hjartasuff, og tað er til eitt fátal av sínum egnu
borgarum.
– Vit hava eini tvey ella trý skrímsl standandi
mitt í bygdini, sum hond ikki verður tikin um, og
tað er ógvuliga harmiligt. Tað eru ikki avbygda
fólk, sum eiga hesar
ognir, men fólk, sum
búgva í Skálavík. Hesar
ognir eru skemmandi í
okkara annars so vøkru
bygd og náttúru.
Borgarstjórin
vísir
á, at slíkar ognir, sum
hond ikki verður tikin
um, eru afturvendandi
trupulleikar, tá illveður
herjar.
– Tað kann ikki vera
rætt, at bjargingarlið og
sløkkiliðsfólk, tá illveður og
ódnir herja, afturvendandi skulu noyðast at
gera viðlíkahaldsarbeiði fyri fólk, sum sjálvi ikki
fáa í lag at gera tingini.
Linjohn Christiansen sigur, at kommunan
nú hevur boðað myndugleikunum frá, hvussu
støðan er, og hvørja støðu kommunan hevur til
hesi viðurskifti.
Sera stórur áhugi
Tað eru nú nøkur ár síðan, at Skálavíkar komm
una legði út eitt summarhúsøki, har pláss var
fyri seks summarhúsum. Fimm av hesum húsum
eru bygd, og fundamentið er stoypt til tað
seinasta í røðini.
Borgarstjórin sigur, at hann kundi hugsað
sær, at hetta sætta húsið nú kom undir land.
– Áhugin fyri at byggja og eiga summarhús
í Skálavík er sera stórur, men í løtuni eigur
kommunan einki lendi til endamálið. Vit vilja
helst, at eitt nýtt summarhúsøki ikki liggur
burtur úr bygdini – men heldur ikki mitt í bygdini.
Best egnaðu økini eru líka sum í kantinum av
bygdini, har bygdin og náttúruumhvørvi renna
saman.
Í Skálavíkar kommunu eru tey farin at leita
eftir einum nýggjum øki,
har summarhús kunnu
byggjast, men enn er
eingin støða tikin í hes
um sambandi.
– Fólk, sum eiga
summarhús í Skálavík,
rinda einans 1500 krón
ur um árið til komm
ununa, og fyri hetta fáa
tey fleiri tænastur, eitt
nú kloakk, reint vatn,
tøming av rottanga – og
eisini kunnu tey sleppa av
við rusk á ruskplássinum.
Hesi eru tó ikki partur av
innsavnanini av ruskposum hjá
IRF, tí hetta er ein tænasta, sum er til tey, sum
gjalda skatt í Skálavík, sigur hann.
Í Skálavík eru níggju hús, sum beinleiðis eru
bygd sum summarhús. Haraftrat eru umleið 20
eldri og gomul hús, sum fólk antin hava arvað
ella keypt, harav tey allar flestu eru sett í besta
stand og verða brúkt sum frítíðarhús.
Men, í Skálavík snýr alt seg sjálvsagt ikki bara
um frítíðarhús og nýtt summarhúsøki.
Ryggurin og krumptappurin í bygdini er tað
fólk, sum her býr – og fyri kommununa vónandi
onnur, sum vilja seta búgv her.
Linjohn Christiansen sigur, at kommunan í
løtuni hevur sjey grundstykki, sum kunnu seljast
til vanliga sethúsabygging.
– Vit høvdu 12 grundstykki í seinastu út
stykkingini, og fimm av hesum vórðu seld innan
eitt ár. Nú hava vit so sjey grundstykki eftir
og fólk, sum kundu hugsað sær at sett búgv í
Skálavík, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í
samband við kommununa.
Borgarstjórin vísir á, at tey, sum hava hug at
kunna seg um ymisk viðurskifti í kommununi,
kunnu fara inn á leinkjuna – http://alment.
kort.fo/kort/skalavik.html – og her liggja
neyvir upplýsingar um eitt nú um byggisamtykt,
matriklar, adressur, vatnleiðingar, vatnsýn og
kaðlar.
Hin grøna bygdin
Í Skálavík verður nógv gjørt fyri, at bygdin skal
hava ein grønan profil.
– Øll kommunal ljós eru skift til led, og
hetta hevur merkt eina sparing í el-nýtsluni hjá
kommununi á umleið 50 prosent, sum nýtslan
er minkað.
Linjohn Christiansen sigur, at næsta stigið,
sum kommunan nú fer at taka, er, at mæla fólk
til ikki at taka plastposar heim við, tá tey fara í
handlarnar at keypa. Samstundis verður mælt
fólki til at brúka led-perur.
– Vit hava gjørt ein posa við vøkrum búmerki
á og í hesum posa, sum í næstum verður borin
í hvørt húski í kommununi, liggja eisini fýra led-
perur. Ætlan okkara er, at fólk – heldur enn
at taka plastposa heim við sær – keypa upp í
posan, sum vit fara at lata húsarhaldini fáa. Á
henda hátt vilja vit vísa á, at tað saktans ber
til at lata plastposarnar liggja og ikki taka teir
heim við.
Borgarstjórin sigur, at hetta verður ein gáva
til fólkið í grønu bygdini, Skálavík.
– Okkara kommuna hevur verið lokomotivið
í Føroyum, tá ræður um reint drekkivatn og
góðkenda spillivatnsskipan. Haraftrat hava vit
góðkenda innaneftirlitsskipan. Alt tað komm
unala koyrir við led-perum, og nú vilja vit eggja
okkara borgarum til at sleppa sær av við plasti,
eins og vit vilja eggja borgarunum til at skifta
sínar perur út við led, sigur Linjohn Christiansen.
vilmund@sosialurin.fo
– Bæði føroyingar og
útlendingar, sum koma til
Skálavíkar, fjálga og lívga
um bygdarlívið, og øll skulu
vera hjartaliga vælkomin
til bygdar, sigur Linjohn
Christiansen, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen