mánadagur 11. september 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: SANDOY
Vilmund Jacobsen
S
andoyggin slóðar eisini fyri, tá ræður um
ymiskt annað grønmeti, og her arbeiða
bøndur og fólk við áhuga fyri grøði, væl
saman.
Fantastiska tiltakið – Eplafestivalurin – sum
seinnu hevur verið hildin í Trøðum á Sandi, er
eisini eitt tekin um, at í Sandoynni eru tey komin
longur enn flestu onnur, tá um grøði úr jørðini
ræður.
– Tað gongur væl at selja umtóktu eplini,
sum vit velta í sandi, og vit taka altíð ímóti fyri
spurningum og bíleggingum.
Jóannes í Miðstovuni, Jóannes Johannesen,
sigur, at seinnu árini hava teir gjarna bíðað við
at sett eplini niður, til komið er nakað út í mai.
– Fara eplini ov tíðliga í sandin, er skjótt, at
alt verður tað bera ókrút. Tað vísir seg, at kemur
kuldi, veksur ókrútið, men ikki eplini.
Miðstovugarðurin plagar at seta millum
eitt og tvey tons av seteplum niður á hvørjum
ári, men ymiskt er – ár um ár – hvussu grøðin
vignast.
Spurdur, hvørji epli viðskiftafólk helst vilja
hava, sigur Jóannes í Miðstovuni, at tað er rætti
liga ymiskt.
– Onkur vil hava tey hvítu, onkur vil hava tey
reyðu, og so er tað uppaftur onnur, sum keypa
av báðum sløgum.
Samanumtikið heldur miðstovubóndin, at
sølan av hvítum og reyðum eplum man vera
umleið helvt um helvt.
Føroysku sandeplini hjá Miðstovugarðinum í
Trøðum eru væl umtókt.
– Vit plaga at selja eplini í Havn, Klaksvík
og av og á eisini í Suðuroy, og sølan plagar at
ganga væl.
Tey, sum kundu hugsað sær at bílagt epli hjá
Miðstovugarðinum, kunnu ringja á tlf. 220203.
Tveir grótharðir menn
Brøðurnir, sum eiga og reka Føroya Grótvirkið í
Skopun, Høgni og Heini Tausen, havt gjørt mong
stór og smá arbeiði, síðan teir keyptu virkið
Vilmund Jacobsen
S
tørsta einstaka verkætlanin er uppihalds
trappan í Vágsbotni, sum má sigast at
vera eitt satt meistaraverk og ein sonn
frægd fyri eygað.
Men, virkið í Skopun er kent fyri so mangt
annað enn trappur og trapputrin.
Á heimasíðuni – www.fgv.fo – eru mong snið
av gravsteinum at velja ímillum, og virkið hevur
altíð nakrar á goymslu. Harumframt kunnu av
varðandi bíleggja ein gravstein eftir ynski, og
flestu gravsteinarnir verða eisini framleiddir
eftir ordra.
Vanliga gongur ein stórur mánaði frá tí, at
gravsteinurin er bílagdur, til hann stendur upp
settur í kirkjugarðinum.
Føroyski gravsteinurin hjá Føroya Grótvirki er
í allar mátar kappingarførur við teir útlendsku
og innfluttu.
Avvarðandi kunnu fáa júst tann gravsteinin,
sum tey ynskja sær, og hava fólk serlig ynski,
verða tey eisini gingin á møti.
Føroya Grótvirki hevur eisini pakkaloysnir,
har virkið ger gravsteinin, graverar áskrift og
dagfesting, setir steinin upp og ger gravarbed.
Gravsteinarnir hjá Føroya Grótvirki eru vanliga
antin hápoleraðir ella slípaðir. Tó er møguleiki at
hava aðra yvirflatu á gravsteininum.
Góðir í ráðum
Brøðurnir eru góðir í ráðum og geva viðskiftafólki
góðar stundir saman við viðskiftafólki.
Eitt, sum hevur vundið meira og meira upp
á seg, er, at avvarðandi velja ein fyribils stein,
sum oftast er ein rundur steinur við navni og
øðrum á.
– Fólk kunnu nevniliga fáa ta áskrift á fyribils
steinin, sum tey ynskja sær, siga Høgni og Heini
Tausen.
Ein annar møguleiki er, siga teir báðir er, at
viðskiftafólk eisini kunnu koma við einum steini
sjálvi, sum tey ynskja sær á grøvina hjá einum
avvarðandi.
– Tá kunnu vit tillaga steinin, um okkurt er,
sum fólk vilja hava eitt sindur øðrvísi, og vit seta
tekstin á gravsteinin, siga brøðurnir á Føroya
Grótvirki í Skopun.
Størsta einstaka verkætlanin
er uppihaldstrappan í
Vágsbotni, sum má sigast at
vera eitt satt meistaraverk og
ein sonn frægd fyri eygað.
Miðstovugarðurin
við nýggjum eplum
Tað er neyvan nøkur oygg í Føroyum, sum fær so nógv burtur úr jørðini sum Sandoyggin. Stóru eplavelturnar,
sum bøndur á Sandi velta, eru at síggja til størri enn aðrar veltur, sum tú sært kring landið
– Fara eplini ov tíðliga í sandin,
er skjótt, at alt verður tað bera
ókrút, sigur miðstovubóndin