Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. september 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Í dag, mánadagin 11. september kl. 15, letur Myndlist upp nýggjan lista- og myndahandil í Tórsgøtu 16 í Havn. Myndlist er ein handil og rammuverkstaður, sum hjúnini Astrid og Ragnar Mouritsen eiga og reka. Tey keyptu EAG innramming á Argjum í november í fjør. EAG keypti upprunaliga rammu­ deildina hjá Termovirkinum við Sundsvegin, so handilin byggir á áralangar royndir í fakinum. Myndlist er har sum húsameklarafyritøkan Skyn áður helt til. Tað eru nokk eisini mong eldri fólk sum minnast, at málingahandilin Ælabogin helt til í somu hølum fyri eini 50 árum síðan. Umframt at ramma inn, so selja tey penslar og lørift til listafólk umframt rammukarmar, pappír, akryl- og oljumáling. Myndlist er eisini Tintin umboð í Føroyum og selur vælumtøktu Tintin plakatirnar og figurarnir. Ein tænasta sum Myndlist bjóðar bæði privatfólki, fyritøkum og stovnum er at ráðgeva, ramma inn, og at hanga myndir upp. Myndlist hevur m.a. verið við at prýða nýggja byggningin hjá Almannaverkinum. Í gongini í handlinum er gallarí til listafólk at sýna fram sínar myndir og málningar. Fyrstur at sýna fram er listamaðurin Jógvan Biskupstø. Vónin er, at hetta framsýningarhølið vil byrta undir listarspírar og stimbra føroyka lista­um­ hvørvið. Í sambandi við at handilin letur upp spælir Lea Kampmann livandi tónleik. Astrid og Ragnar Mouritsen bjóða øllum at vera vælkomin inn í Myndlist at síggja handilin og stóra vøruúrvalið. Ársveitslan 2017 hjá Landsfelag Pensjónista Ársveitslan verður á Skúlaheiminum í Marknagili, Janusargøta 1, Tórshavn leygarkvøldið 23. sept. 2017 kl. 17.00 Ársveitslan er fyri allar limir í limafeløgum landsfelagsins Kostnaður kr. 370,- Tilmelding við at rinda í Betri Banka á konto 9181-363.778.8 í seinasta lagi 17. sept. 2017 Søla av lutaseðlum við høvuðsvinningunum: Ferð frá Sólorku til Spania, virði kr. 11.000 Gávukort frá 62°N Travel, virði kr. 5.000 Góður sangur og tónleikur við Ólavi Højgaard, Holgar Jacobsen og Niels Olsen Landsfelag Pensjónista www.eldri.fo MYNDLIST er nú í Tórsgøtu Myndlist í Tórsgøtu Astrid og Ragnar Mouritsen