mánadagur 11. september 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 11. SEPTEMBER 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
M
yndin er tikin á Eystaru bryggju í Havn
umleið 1960. Trolarin Vágbingur TG66
liggur við bryggju.
Blái bilurin er ein Ford Taunus Transit Pickup.
Hesir Taunus Transit vórðu framleiddir frá
1953 til 1965. Tað var bilasølan P/F Wenzel
Petersen, sum umboðaði Ford í Føroyum.
Bilurin høgrumegin er ein Austin A95 hýru
vognur, sum koyrdi á bilstøðini Taxa 1313. Hesir
Austin A95 vórðu framleiddir frá 1956 til 1959.
Her hjá okkum var tað Charles Mauritzen & Co.,
sum seldi Austin.
Mynd: Eigil Gunnarsson
Trolari og bilar á Eystaru bryggju
Bilasøga
– Skúlabørn eiga at hava kravda undirvísing í
fýra málum.
Tað heldur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri
Framsókn, og forkvinna í mentanarnevndini hjá
løgtinginum.
Við skúlablaðið sigur hon, at í Føroyum
tykist hugburðurin at vera tann, at vit hava ikki
brúk fyri at læra onnur mál enn føroyskt og
danskt og enskt. Og tað heldur hon er skeivt. Tí
heldur hon, at vit eiga at endurskoða frálæruni í
fremmandamálum í fólkaskúlanum.
– Føroyar eru eitt lítið máløki, og bæði innan
og uttan fyri skúlagátt hevur tað yvirhøvur
verið semja um, at vit hava brúk fyri at læra
fremmand mál fyri at luttaka og virka í altjóða
samfelagnum, og fyri at samstarva á jøvnum
føti við onnur lond, sigur hon.
Men umframt at vit eru eitt lítið mál, eru vit
eisini ein útjaðari, og Hanna Jensen heldur, at
vit eiga at hava kravda frálæra í fýra málum í
fólkaskúlanum.
– Vit liva í einum norðurlendskum, evrop
iskum og altjóða veruleika, og Føroyar taka lut í
ymiskum samstørvum í ymiskum samanhangum,
staðfestir hon.
Við in.fo sigur hon, at hon skal ikki læsa seg
fasta í, hvørji fremmandamál, vit skulu hava í
fólkaskúlanum. Men hon staðfestir samstundis,
at tað skerst ikki burtur, at vit hava nakrar
aldargamlar siðvenjur og politisk og mentanarlig
sambond, sum vit mugu leggja upp fyri.
– Sjálvandi skal frálæra í føroyskum vera
fyrsta málið í fólkaskúlanum sum góð móður
málsfrálæra. Men landafrøðiliga eru vit partur
av Norðurlondum, og søguliga, mentanarliga og
politiskt liggja vit tætt upp at Danmark. Tískil
slepst tað heldur ikki undan, at børnini ikki eisini
læra danskt í skúlanum, sigur Hanna Jensen.
Hon vísir á, at tað er líka neyðugt, og sjálv
sagt, at vit eisini læra enskt í skúlanum. Hon
heldur samstundis, at føroyskt, danskt og enskt,
eru so nátúrlig at læra í fólkaskúlanum, at tað
valla kann kalla eitt fremmant mál í hesum høpi.
– Og hava vit ikki eitt rættiligt fremmanda
mál, verða vit heimføðislig, tí so duga vit bara
føroyskt, danskt og enskt.
Og hóast hon sigur, at hon ikki skal læsa seg
fasta í, hvat tað fjórða málið í fólkaskúlanum
skal vera, heldur hon, at tað er skjótt at koma í
tankar um týskt.
– Týskland er fólkaríkasta landið, og størsti
búskapurin í Vesturevropa, sum vit hava nógv
samband við. So fáa børnini eisini frálæru
í týskum í skúlanum, er tað eitt stórt mál í
Evropa, tey læra, og tí er tað ein stórur vinningur
at styrkja frálæruna í týskum aftur.
Fyrr høvdu vit ta skipan í fólkaskúlanum,
at børnini skuldu hava týskt fyri at sleppa í
miðnámsskúla. Og Hanna Jensen heldur, at tað
var eitt mistak at sleppa teirri skipanini, tí talið
á teimum, sum velja týskt, er fallið eina helvt
upp á trý ár.
Ein avleiðing av tí er, at vit fáa ikki hildið fast
í eina nátúrliga gongd, har børnini fáa føroyskt í
fyrsta flokki, danskt í triðja flokki, enskt í fjórða
flokki, og so skuldi tað verið nátúrligt at fingið
týskt í sætta, ella sjeynda flokki.
– Tað er stutt ímillum føroyskt, danskt og
enskt, men so er eitt langt glopp í til tey kunnu
velja sær týskt í framhaldsdeildini.
Og ein avleiðing av tí er so, at týskt verður
heldur ikki í miðnámi, tí tað ber ikki til at manna
ein flokk tí at ov fá velja týskt í framhaldsdeildini
í Fólkaskúlanum.
– Tað ávirkar eisini førleikan at byrja upp á
tey nýggju málini í miðnámi, at færri næmingar
nú hava lisið týskt frammanundan, sigur Hanna
Jensen.
– Tað er fult av grundgevingum fyri at hava
týskt í fólkaskúlanum. Tað er kanska verri at
finna grundgevingar ímóti tí, leggur hon afturat.
Børnini skulu hava eitt fremmant
mál aftururat í fólkaskúlanum