Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Fríggja­dagin 15. september eru tvey ár síð­ani, at sitandi samgonga tók við lands­ins leiðslu. Tað merkir, at vit í sein­asta lagi um sløk tvey ár aft­ur skulu á løgtingsval. Hóskandi er tí at spyrja, hvussu nógv er komið burturúr hjá sam­ gong­uni. Vit høvdu væntað, at ein fiski­ vinnu­ný­skip­an var samtykt longu fyrsta árið. Hetta hevur ver­ið stóra mál­ið – og júst tað mál­ið, sum und­ an­farna samgonga fekk nógvar á­koyr­ingar fyri ikki at gera nakað við. Hes­ir tríggir stjórn­ar­flokk­ ar­nir, sum nú sita, vóru so samd­ ir und­an vali­num, og vit veruliga høvdu roknað við, at hetta var eitt av­greiðsl­u­mál. Men tað var tað so ikki. Í skrivandi stund er mál­ið bor­ ið í tingið, tó at vit ikki kenna inni­ hald­ið enn. Pensjónsskipanin átti eisini fyri lang­ari tíð síðani at verið avg­reidd. Eisini hetta var eitt mál, sum funn­ ist var at undanfarnu samongu fyri ikki at fáa av­greitt. Og enn vita vit ikki, um hetta verður fuglur ella fisk­ur hjá sitandi samgongu. Um dagarnar hoyrist stríð um íløg­u­karm hjá kommununum. Fíggj­ar­mála­ráð­frú­an hevur boð­ að frá, at hon ætlar sær í ting­ið við lóg­ar­upp­skoti um, hvussu ein fel­ags karmur kann leggj­ast fyri íløgurnar hjá komm­unu­num og land­inum. Men tað er ikki fall­ið í góða jørð hjá borg­ar­stjór­um í Løgtinginum. Krist­in Michel­sen, borg­ar­stjóri á Tvør­oyri og løg­tings­mað­ur fyri Javn­að­ar­flokk­in. Tað tykir sum, at tað koma fleiri útmeldingar frá lands­stýr­is­fólk­um, sum verða skotnar niðuraftur av ting­fólk­um í meirilutanum. Og tað boð­ar ikki frá góðum sam­starvs­lag. Fiskivinnunýskipanin er legi­ tim­i­tet­ur­in hjá samgonguni – og júst hetta málið er tað, sum hev­ur bund­ið sam­gong­una nið­ur at kalla síðani byrjan. Málið hev­ur stór­an týdn­ing – og stóran hug­sjón­ar­lig­ an týdning eisini. Júst at­gongd­in til tilfeingið í sjónum er virð­is­pol­i­ tikk­ur á tann hátt, at tað snýr seg um at býta virðini í samfelagnum. Hetta er tað, sum skilir partarnar, og klárar samgongan ikki at loysa hend­an knútin, so býður henni ikki bøtur. Tí bíðar alt veruligt politiskt virk­semi eftir eini loysn á hesum máli. Tá verður uttan iva lættari at fáa eina pen­sjóns­ný­skip­an í­gjøgn­ um, har teir hugsjónarligu mót­ setn­ing­ar­nir helst ikki eru so stór­ir longur. Málið um stjórnarskipanina er kanska meira til pynt. Men verð­ur tað loyst, so kann tað broyta nógv í før­oysk­um politikki. Pol­ar­iser­ing­in millum samband og loysing sæst ikki í løtuni. Men hon kemur av og á – og hevur tá stóra ávirkan á føroyskan politikk. Nú bíða vit bara eftir, um tað ber til at koma við veruligum loysnum. Fiskivinnunýskipanin forðar eisini øðrum loysnum veruligar loysnir á borðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin www.banknordik.fo Leiðara- skifti á Tvøroyri › ra- á oyri Í sambandi við at Eydis Kjærbo hevur tikið við sum nýggjur leiðari á deildini á Tvøroyri, og leiðarin seinastu 29 árini, Bent Albinus, er farin í annað starv í bankanum, bjóða vit til almenna móttøku í BankNordik á Tvøroyri. Fríggjadagin 22. september kl. 15.00–17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.