týsdagur 12. september 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tá ið vit tosaðu við ungfólk
upp undir kommunuvalið í
fjør, fingu vit fleiri ferðir at
vita, at tey keða seg.
Tað sigur Kristina Roest,
býráðslimur á Tvøroyri.
Hon heldur, at tað eigur
ikki at vera so, at ungdóm
urin mistrívist í kommununi,
og tískil hevur Umhvørvis-
og Trivnaðarnevndin, har
Kristina Roest eisini er for
kvinna, arbeitt við at seta
eitt ungdómsráð á stovn á
Tvøroyri.
Og nú er ætlanin komin
so langt, at eitt útkast er
lagt fyri býráðið og har varð
avgjørt, at arbeiðast skal
víðari við málinum.
Fyrsta stigið verður, at
Mentanarnevndin hjá býráð
num fer at hava fund við
skúlan, og næmingaráðið í
skúlanum, og tá fara tey eis
ini at umrøða spurningurin
um at seta eitt ungdómsráð
á stovn.
Tað, sum kemur fram á tí
fundinum, verður so tikið við
í arbeiðnum víðari.
Í mesta lagi fimm limir
Hóast tað ikki er endaliga
staðfest, hvussu ungdóms
ráðið verður skipað, sigur
Kristina Roest, at tey hava
hugsað, at talan skal vera
um eitt við í mesta lagi
fimm limum. Tey hugsa sær
eisini, at ungdómsráðið skal
umboða so stóra fjøld av
teimum ungu, sum tilber og
tí liggur tað í kortunum, at
framhaldsdeildin í skúlanum
velur onkur umboð í ráðið, og
at miðnámsskúlanæmingar
velja onkur umboð.
Men
spurningurin
er,
hvussu ungdómsráðið ann
ars skal veljast.
– Eitt uppskot hevur verið,
at tey, sum ganga í Pakkhús
4, sum er ungdómshúsið á
Tvøroyri, eisini velja onkur
umboð. Men hinvegin eru
tey, sum ganga í Pakkhúsið,
mangan tey somu, sum eisini
ganga í framhaldsdeild og
í miðnámsskúla, staðfestir
Kristina Roest.
Og hon sigur, at hetta er
nettupp ein av spurningun
um, sum endaliga greiða skal
fáast á í næstum.
Styrkja samstarvið
Kristina
Roest
sigur,
at
endamálið við ungdómsráð
num er at styrkja samstarvið
ímillum tey ungu og býráðið
Í hesum sambandi er
ætlanin, at tey í ungdóms
ráðnum skulu koma við hug
skotum til býráðið at arbeiða
við. Men endamálið er eisini,
at býráðið kann ráðføra seg
við ungdómsráðið, tá ið ar
beitt verður við ymsum
ætlanum, sum hava við ung
dómin at gera.
Talan kann vera um mál
um frítíðarítriv, lestrarum
hvørvið, lestrarbústaðir, fyri
at nevna nøkur fá dømi.
– Men endamálið er eisini
at geva teimum ungu ábyrgd
og at menna politiska, og
samfelagsliga
tilvitið
hjá
teimum ungu, sigur Kristina
Roest.
– Hóast vit fingu at vita
frá ungum fólki, at tey keða
seg, varð tað kortini ringt hjá
teimum at seta akkurát orð,
hvat tað er, sum manglar.
Men tey føldu seg at vera í
einum tómrúmi, tí tað eru
ov fá tilboð til ungdómin
á Tvøroyri, sigur Kristina
Roest.
– Og tað er hetta tóm
rúmið, vit skulu royna at
fylla og tað skulu vit gera
í einum samstarvi ímillum
Býráðið og ungdómsráðið,
leggur hon afturat.
TÍÐINDI
Vilja hava ungdómin á
Tvøroyri at trívast betur
Ungfólk á Tvøroyri siga, at tey keða seg, og tað eiga vit at gera nakað
við, sigur Kristina Roest, býráðslimur á Tvøroyri
Umhugsa at stevna fútanum
Áki Bertholdsen
Tvøroyar Býráð ger nú eina
seinastu roynd at fáa end
urgjald fyri útreiðslurnar,
kommunan hevði av at taka
ein oljuleka upp á sjónum
fyri fýra árum síðani.
Og í hesum sambandi
verður eisini umhugsað at
stevna fútan.
Tað eru fýra ár síðani, at
sjógvurin á sjónum við sam
ferðsluhavnina á Drelnesi
varð dálkaður av olju. Komm
unan hevur brúkt einar
500.000 krónur upp á at taka
oljuna upp aftur, og til aðrar
útreiðslur í hesum sambandi,
varð upplýst á býráðsfundi á
Tvøroyri mánakvøldið.
Til fánýtis
Síðani hevur kommunan
roynt at fáa endurgjald fyri
útreiðslurnar, men higartil
hava allar royndir verið til
fánýtis.
Og tað geva tey kanning
ararbeiðnum hjá løgregluni
skylduna fyri.
Talan var um tvey skip,
sum kundu hava elvt til
dálkingina, Smyril og eitt út
lendskt farmaskip.
Royndir vórðu tiknar av
oljuni á skipunum, men tey í
býráðnum á Tvøroyri siga, at
løgreglan sendi teir ongantíð
til kanningar. Hinvegin siga
tey, at langt aftan á fingu
tey at vita, at tað var tí, at
tað var ógreitt, hvør skuldi
rinda rokningina fyri kann
ingarnar.
Og sum tíðin leið, vórðu
royndirnar obrúkiligar, tí
tær vórðu ov gamlar at verða
kannaðar.
Sostatt er gátan framveg
is óloyst, og nú hevur løg
frøðingurin hjá býráðnum
staðfest, at tað loysir seg ikki
at fara víðari við málinum, tí
tað kann ikki prógvast, hvað
ani oljan stavar.
Men hann vísir sam
stundis á, at eftir hansara
tykki, hevur løgreglan ikki
útint kanningararbeiðið á
fullgóðan hátt.
Og nettupp hesi orðini
hjá sakføraranum, leggja tey
í býráðnum rættiliga stóran
dent á, og á býráðsfundi á
Tvøroyri í gjárkvøldið varð
enntá nevnt at stevna fútan
eftir eini hálvari millión.
– Talan er um skattaborg
arans pengar, og tí er tað
skeivt at gevast við roynd
unum at fáa teir inn, er
støðan í býráðnum.
Men í fyrstu syftu hevur
býráðið kortini samtykt at
biðja um fund við fútan um
málið, og so taka tey tað
víðani haðani frá, sum tey
málbóru seg.
FYLLA TÓMRÚMIÐ
Ung á Tvøroyri føla, at tey eru í einum tómrúmi, og tað skulu vit royna at fylla, sigur Kristina Roest,
býráðslimur á Tvøroyri, og forkvinna í Umhvørvis- og Trivnaðarnevndini hjá býráðnum