Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hevur tú krabbamein, kann tað vera gott at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu long bíðitíðin er at koma í viðgerð – skurðviðgerð, strálu­við­ gerð, kemoterapi og eftirviðgerð, og tað kann eisini vera gott at vita, hvørji rættindi tú sum sjúklingur hevur. Átta yrkadagar Allir sjúklingar, sum vera vístir til sjúkrahúsviðgerð, skulu fáa tilboð um viðgerð innan ásettu freistir. Í seinasta lagi átta yrkadagar eftir, at sjúkrahúsið hevur fingið ávís­ing frá tínum kommunulækna ella serlækna, skal tú hava boð frá sjúkrahúsinum, um tey kunnu bjóða tær viðgerð innan hámarks­ bíði­tíðina. Tú tú verður ávíst/-ur til viðgerð í Dan­mark, verður tú vístur til sjúkra­hús nærindis tínum bú­ staðar­øki. Men, sum útgangsstøði hevur tú eisini møguleikan fyri sjálv/-ur at velja títt viðgerðarstað. Tað er bara í fáum støðum og førum, at ikki er møguligt at gera brúk at fría sjúkrahúsvalinum, eitt nú tá talan er um bráðfeingistørv á viðgerð – ella, tá tú hevur tørv á serviðgerð, sum bert kann fremjast á fáum viðgerðarstøðum. Um tú ynskir fría sjúkrahúsvalið, skalt tú vita, at tú sjálv/-ur betalir fyri flutning. Ynskir tú at gera brúk av fría sjúkrahúsvalinum, fært tú neyðugu kunningina til at gera rætta valið. Víðkað sjúkrahúsval Øvut av fría sjúkrahúsvalinum, har tað er tú sum sjúklingur, ið ynskir at fáa viðgerð á øðrum staði, enn tú ert ávístur til, kann víðkaða fría sjúkrahúsvalið koma upp á tal, um viðgerðarstaðið ikki kann bjóða tær rættstundis viðgerð. Í slíkum føri hevur tú rætt til at velja annað viðgerðarstað, antin í tínum egna ella øðrum øki. Tú hevur eisini rætt til at velja eitt privat viðgerðarstað, sum títt sjúkrahúsøkið hevur gjørt avtalu við um viðgerðina, sum tú ert ávístur til. Tú skalt leggja tær í geyma, at tú av almenna viðgerðarstaðnum skal vera vístur til viðgerð á privata viðgerðarstaðnum fyri at vera vísur í, at viðgerðin er ókeypis. Situr tú við spurningum um frítt ella víðkað sjúkrahúsval, kanst tú seta teg í samband við sjúk­linga­ vegleiðaran á deildini á sjúkra­ húsinum, sum tú ert víst/-ur til. Krabbamein og bíðitíð Ásettar eru serstakar reglur fyri hámarksbíðitíðir fyri sjúkra­hús­ viðgerð av krabbameini. Reglurnar eru galdandi bæði fyri kanningar, viðgerð og eftirviðgerð. Reglurnar fyri hámarksbíðitíðir eru galdandi fyri næstan allar sjúk­lingar við krabbameini. Tó eru húð­krabbi – sum ikki er móður­ merkjakrabbi – og krabbasjúkur, sum krevja flutning av beinmergi, ikki fevndar av hesum. Hámarksbíðitiðir fyri krabba­ mein eru annars hesar: • 2 vikur til forkanning • 2 vikur til skurðviðgerð • 2 vikur til viðgerð við heilivági • 4 vikur til stráluviðgerð • 4 vikur til eftirviðgerð Bíðitíðirnar eru galdandi frá tí løtu, har viðgerðardeildin hevur fingið ávís­ingina. Tú eigur at gáa eftir, at hámarks­ bíðitíðin ikki er galdandi fyri tær forkanningar, tú møguliga skalt ígjøgnum, áðrenn lækni endaliga hev­ur staðfest sjúkugreiningina, eitt nú við røntgen ella skanning. Um møguleiki ikki er at fáa við­ gerðartilboð á einum sjúkrahúsi í tínum øki innan nevndu hámarks­ bíðitíðir, eitt nú vegna plásstrot ella trot á starvsfólki, skal sjúkrahúsið bjóða tær ávísing til alment ella privat sjúkrahús aðrastaðni í land­ inum ella í útlandinum – eftir regl­ unum um víðkaðaða fría sjúkra­ húsvalið. Um sjúkrahúsið í tínum øki ikki kann finna eitt viðgerðartilboð inn­an hámarksbíðitíðirnar, skal sjúkra­húsið sjálvt finna eitt ann­að tilboð í øðrum øki ella í út­land­in­ um. Hvat sigur LSH? Áðrenn vit sleppa hesi síðuni, kunnu vit hyggja, hvat okkara heim­liga Landssjúkrahús sigur um visjónir, tó at hetta ikki beinleiðis hevur við hámarksbíðitíðir at gera. Her verður víst á, at sjúkling­ur­ in er í miðdeplinum, og at Lands­ sjúkra­húsið vil veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúku­greining, viðgerð, røkt, heilsu­fremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av. Um strategimál verður sagt, at dygdin í sjúklingagongdini skal opti­merast og tryggjast – og at trygd og dygd skal vera í allari við­ gerð. Endamálið er, at sjúk­lingurin er í miðdeplinum og kennir seg trygg­an. Kelda: cancer.dk/www.lsh.fo Í hesi greinini verður víst á, hvørjar hámarksbíðitíðirnar og viðgerðartrygdin er innan sjúkrahúsverkið – ikki minst, tá ræður um so álvarsama sjúku sum krabbamein HEILSA Hvussu leingi skalt tú bíða eftir hjálp? Ynskir tú at gera brúk av víðkaða sjúkrahúsvalinum, fært tú neyðugu kunningina til at gera rætta valið – antin tað er í Danmark ella í útlandinum Serstakar reglur eru galdandi fyri hámarks­bíðitíðir innan viðgerð av krabbameini, og reglurnar eru galdandi bæði fyri kanningar, viðgerð og eftirviðgerð