Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. september 2017 · Nr. 106 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tvær ferðir sjeyti Eftirsum at vit bæði Ása og Petur eru vorðin/ verða sjeyti, 8. juli og 11. oktober, hevði tað glett okkum almikið at sæð familju, vinir og kenningar í skótahúsinum í Vági leygardagin 14. oktober 2017 millium kl. 12.00-19.00 til eina hugnaliga løtu. Øll eru hjartaliga vælkomin Kærar heilsanir Ása Brattaberg og Petur Dahl Nolsøe 75 ár Hósdagin 14. sept. verður Kristina Mortensen 75 ár. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Odd Fellow, Grønlandsvegur 56, leyg­ar­ dagin 16. sept. frá kl. 13. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ár So verður man 60 ár tann 7. okt. Dagurin verður hildin í VB húsinum leygarkvøldið 28. okt. kl. 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin sam­ an við mær, kunnu tekna seg við at ringja til Annu á tlf 577976, ella skriva henni ella mær eini privat boð á Facebook seinasta lagi 7. okt. Brúdleyp Leygardagin 28. oktobur kl. 13.00 giftast í Skála kirkju, Herborg Lamhauge & Jákup Jensen. Dagurin verður hildin í Bygdasalinum í Ítróttarhøllini á Skála. Borðhaldið byrjar kl. 19.00. Tilmelding fer fram á tlf: 792299 (Herborg) ella á tlf: 522222 (Jákup) Tað hevði glett okkum at sæð tykkum. Seinasta freist at melda seg til er, leygardagin 21. oktober Brúdleyp Leygardagin 7. oktober giftast Rakul Matras Absalonsen av Viðareiði og Andras Frederiksberg av Strondum. Vígslan verður í Kelduni í Skálabotni klokkan 12. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Norð á Viðareiði klokkan 18. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 17. septembur fyllir Hans Egil Joensen av Eiði 80 ár. Føðingardagurin verður hildin sama dag uppi í høllini í Eiðis skúla frá kl 16 Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 15. sept. verður Elsa í Holusteini á Glyvrum 90 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum, frá kl 17-22. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur 6. oktober haldi eg 70 ára føðingardag í sjókafeiini í Runavík frá kl 19.00 stundisliga. Haldið tykkum ikki aftur. Har verður heitur rættur. Súpan, lambakjøt, kaffi og triffle v.m. Undir­ hald við Hilmar Jan. Eisini fara vit upp á gólv. Tey, ið ynskja at vera við til veitsluna og gera mær dagin hugnaligan og minniligan, skulu tekna seg á tlf. 268296 Í seinasta lagi mikudagin 4 oktober. Dia Ellindsson, Runavík 90 ára føðingardagur Leygardagin 23. september, fyllir Hjørdis Vilhelmsen 90 ár. Tey ið ynskja at heilsa uppá Hjørdis, eru væl­ komin til brunch í Grøn­ lendingafelagnum, Jøkul­ strætið 8, Tórshavn, millum kl 11 og 15. Kvøldið verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Týsdagin 3. oktober verður Solveig Isfeldt 80 ár. Dagurin verður hildin í Bátafelagshúsinum í Vágsbotni frá klokkan 15 til 20. Øll eru vælkomin! MERKISDAGAR Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu Tekniska deild Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari vegna aldur. Undir Teknisku deild eru umframt tað kommunala tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið. Høvuðsverkevni  Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd  Býar- og byggi planlegging  Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir  Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði  Stýring av kommunalum viðlíkhaldsarbeiðum  Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.  Projekteringsarbeiði og eftirlit  Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar-arbeiði  Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina Vit kunnu bjóða  Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til førleikamenning.  Eitt starv við nógvum áhugaverdum og avbjóðandi uppgávum Førleikakrøv  Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving  Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum  Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist  Munnligan og skrivligan førleika  Hollan telduførleika  Opna og fyrikomandi atferð  Evni, at ganga undan og geva íblástur í arbeiðinum  Leiðsluroyndir/-førleikar  Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi  Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á  Evnar at virka í eini politiskari skipan Setan og løn Starvið verður at seta 1. november 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avarandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita Um starvið við at venda sær til kommunustjóran Henrik Weihe Joensen á tlf. 221091 ella býarverkfrøðingin Tummas Sørensen á tlf. 211712 Umsókn Saman við avritum av prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, Tvørávegur 37, FO 800 Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”Leiðari til Teknisku deild”, í seinasta lagi mikudagin 27. september 2017 kl. 12.00. Umsóknir kunnu eisini sendast sum teldupostur til: tvoroyri@tvoroyri.fo Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. MERKISDAGAR