Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 15. september 2017 – Politikkur er at vilja broytingar, hevur so mangan verið sagt Spurningurin er tó, um tað veruliga er so, at politisku flokkarnir so fegnir vilja broytingar. Ofta tykir tað heldur, sum tað øvugta, at flokkarnir ikki vilja broytingar. Eitt mál er ríkisrættarliga støðan. Í gjár vóru 71 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946. Tað er sjálvandi ikki rætt at siga, at vit ikki eru komin úr stað, tí tað eru vit. Øll hava flutt seg, eisini sambandsfólk. Men at loysa mál vilja vit ikki. Vit vilja held­ur dyrka ósemjuna – hesa ósemjuna, sum í roynd og veru er tilverugrundarlagið hjá tveim­um stórum politiskum flokkum. Vit kunnu siga sum so, at um ein loysn og ein semja á til dømis ríkisrættarligu støð­uni (um hon altso hevði verið hugsandi) hevði í prinsippinum verið endin á Sam­bands­ flokki­num og Tjóðveldinum. Og so hava vit allar ósemjurnar í Løg­ tingi­num. Vit hava eina samgongu og eina and­støðu. Tað besta, sum tey semjast um tvørt­ur um samgongumarkið er at vera ósamd. Eingin heldur, at hini gera nakað gott. Og tað býtið, sum skilir partarnar, hava vit havt aftan á tvey tey seinastu valini. Eft­ir løg­tings­valið í 2011 funnu flokkarnir, sum nú eru í andstøðu, saman. Og síðani sein­asta val í 2015 hevur støðan verið hin øv­ugta. Tjóðveldi hevur í summar verið í stríð við seg sjálvt um eitt lyfti um ikki at hava somu fólk í fleiri sessum. Eitt lyfti, sum varð givið fyri at vinna flokkinum tokka – eins og Javn­að­ar­flokk­urin og Sambandsflokkurin høvdu gjørt. Tað gav trupulleikar at upp­ fylla val­lyft­ið, tí nú gekk tað út yvir persón, sum fegin vil vera í báðum størvum. Loysn­ in bleiv so, at sami persónur sleppur at vera í báð­um størvum, bara ikki í senn – og at tvey onn­ur fólk loysa av í hinum starvinum – upp á skift. Og so hava vit hesar vælsignaðu ný­skip­ an­ir, har vit eisini hava tveir partar, sum eru ósamdir, tí teir eru hvør sínu meg­in samgongumarkið. Svíkir onkur í sam­gong­ uni, so hvørvur javnvágin. Tað tykir, sum um okkara kosnu fólk fyrst taka støðu til at vera ósamd – fyri síð­ ani at gera av, at tey eru ósamd um alt. Tað er ringt at gita, hvat vendir upp, og hvat vendir niður – og um skútan hjá Akseli klár­ar at sigla millum boðar og sker. Men saml­aða kósin hjá politisku skipanini tykist sera ógreið. Fólkatalið í Føroyum var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 455 og burð­ ar­av­lopi á 277. Ein stór broyting er sam­stund­is at síggja í fólka­vøkst­ r­inum, tí nú er hann mun­andi størri uttan fyri Tórs­havnarøkið enn í høv­uðs­stað­num. Løgið at vera samd um at vera ósamd Nú eru vit 50.451 fólk í Føroyum støðugt framá Les eisini blaðið á telefonini Brexit – ein bumba undir Norðurírlandi Sjúrður Skaale, síða 20-21 Hví legði Jógvan Skorheim frá sær? Hallbera F. West kjak síða 28 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Høgni Hoydal sleppur ikki aftur í Fólkatingið hetta valskeiðið Tað er greitt, eftir at hann hevur boðað Fólk­ atinginum frá, at hann ikki tekur aftur við fólka­tings­sessinum hetta valskeiðið. – Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami per­só­ nur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at far­loyvi skal takast úr øðrum tinginum, sig­ur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi í frá­boðan til miðlarnar. – Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysn­in er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sam­bandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fing­ið frá veljarunum, sigur hann. Hann sigur víðari, at hann sjálvsagt hevur um­hugsað støðuna gjølla. – Eg og flokkurin fingu jú stóra und­ir­ tøku á fólka­tingsvalinum, sum eg eri sera takk­samur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri lands­stýr­is­mað­ur, floks­formaður og ein av sam­gongu­leið­ar­u­ num, brúki eg alla orku í Føroyum við teim­um stóru politisku mál­um, ið eru fyri framm­an, og fari ikki at røkja fólka­tings­sessin, sig­ur Høgni Hoydal. Sambært fráboðani frá Tjóðveldi, so hev­ur Magni Arge boðað frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í gjár at rokna. Hetta merkir, at Magni Arge nú er full­ gyld­ug­ur fólkatingsmaður, sum um hann var valdur í Fólkatingið. Hann hevur sagt, at hann ætlar sær at skifta í millum Fólka­ ting­ið og Løgtingið. Varafólk hansara eru: 1. Krist­ina Háfoss, 2. Sir­ið Stenberg, 3. Annita á Fríð­riks­mørk, 4. Tórbjørn Jacobsen, 5. Ólu­va Klett­skarð, 6. Gunnvør Balle. Kristina Háfoss og Sirið Stenberg kunnu ikki taka sæti. Annita á Fríðriksmørk hevur fyrr sagt, at hon tekur Løgtingið frammum. Tór­bjørn Jacobsen hevur verið varmaður einaferð – og kann væl hugsast at gera tað aft­ur. Honum dámar so væl drama­tikk um seg sjálvan, so tað frætta vit neyv­an um, fyrr enn tað er akt­u­elt. Óluvá Klettskarð hevur fyrr sagt, at hon fegin hevði far­ið í Fólka­ ting­ið, men hon má helst liva í ó­viss­uni frá Tobba. Við hesi støðu kann Ing­olf Olsen ikki kenna seg trygg­an sum ting­mann. Tí tekur Tór­bjørn Jac­obsen sæti á Fólka­ting­ ið, so rýkur Ing­olf Olsen aft­ur út í kuldan úr Løg­tingi­num. Hvør sigur, at tað skal vera lætt, tá somu fólk vilja ráða alla­ staðni? :-) Høgni sagt upp í Fólkatinginum