Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 4 Ferðaseðlarnir hjá Atlantsflog hava fingið nýggj nøvn. Teir eita nú Lágprís, SVEIM og SVEIM+. - Nøvnini SVEIM og SVEIM+, sum eru funnin í samstarvi við Sprotan, hóska væl saman við øðrum nøvnum, sum Atlantic Airways brúkar, sum til dømis Sveiggj og Súlubonus. Somuleiðis er orðið “sveima” samheiti fyri at flúgva, sum somuleiðis hóskar væl til eitt flogfelag, skrivar Atlantsflog. Umframt navnabroytingarnar eru fleiri tænastar lagdar afturat ferðaseðlunum og aðrar tillagingar gjørdar, boðar flogfelagið frá. Nógv kjak birtist, tá in.fo bar tíðindini um, at útvaldir kundar hjá Atlantsflog høvdu fingið eitt serligt bonuskort, Merkið, sum gav teimum eyka ágóðar í samband við ferðing. Talan var um ókeypis mat umborð umframt møguleikan at nýta fast track og lounge í Kastrup. Nú fer at standa enn fleiri í boðið at nýta fast-track, tí framyvir kunnu øll, sum keypa ein SVEIM-ferðaseðil nýta skjótaru leiðina gjøgnum trygdargeiran í Kastrup. Tey, ið hava keypt ein SVEIM+ ferðaseðil, kunnu harumframt eisini nýta loungina í Kastrup. – Eftir sera nógva umrøðu av júst hesum limaskapinum og trúfestiskortinum “Merkið”, gjørdi Atlantic Airways av at broyta navnið á kortinum. Nýggja heitið er “Basalt”, sum sipar til upphav Føroya. Basalt er grundarlagið undir landið okkara, eins og góðir og trúgvir kundar eru fyri eina fyritøku, skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi. Ein russiskur sjómaður, er nú útvístur úr Føroyum í eitt ár, umframt at hann hevur fingið 1000 krónur í bót. Tað var avleiðingin av, at hann, og ein skipsfelagið vóru runt í Klaksvík týsnáttina, har teir høvdu stolið seks súkklur. Tað var týsnáttina, at løgreglan í Klaksvík tók tveir russiskar sjómenn, sum høvdu verið ymsastaðni í býnum, har teir høvdu stolið tilsamans seks súkklur. Teir vóru við einum skipi, sum lá við bryggju. Málið hjá øðrum russaranum er avgreitt og hann fær 1000 krónur í bót og verður vístur úr Føroyum í eitt ár. Samstundis arbeiðis løgreglan framvegis við málinum viðvíkjandi hinum russaranum. Annars hava tey, sum áttu tær seks súkklurnar, sum vórðu stolnar, fingið tær aftur. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Áhugavert spinnátak ella valsending í KVF týskvøldið. Veit ikki hvat sendingin kallaðist, men kjak var tað so ikki. Tjóðveldi hevur tikið avgerð um, at Høgni Hoydal sigur fólkatingsessin sessin í Fólka tinginum frá sær og Magni Arge yvirtekur hann Hetta seinasta árið er fólkatalið í Suðuroy vaksið eitt prosent. Sostatt kann staðfestast, at Suðuroy fær ikki serliga stóran part av tí vøkstrinum, sum annars er í fólkavøkstrinum kring landið, tí av øllum økjum í landinum, er fólkavøksturin minst í Suðuroy. Nú skulu donsk skúlabørn læra meiri um Føroyar. Tað eru fimm tíðindafólk í Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, sum royna at gera eina miðlaætlan, sum skal geva skúlabørnum betri vitan um Føroyar. 8. mai sendi Sea Shepherd Holland tí eina umbøn til ES- kommissiónina um at ákæra Danmark fyri brot á djóra verndarlógirnar hjá ES. Nú hevur Sea Shepherd so fingið svar, men ikki tað, tey vónaðu. ES-kommissiónin vísir áheitanini frá sær, við tí grundgeving, at Føroyar eru ikki limir í ES og ikki umfataðar av ES-sáttmálum sum forbjóða hvalaveiðu. »Seksualitetur« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fólk vórðu evakuerað úr Moskva í vikuni Í vikuni var Norðurlendsk ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir heitinum Bryt Tabút. Evnið á ráðstevnuni var kynsligur ágangur og seksualitetur hjá fólki, ið bera brek. Evndamálini vóru tvinni, og í fyrsta lagi var tað at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív. Í øðrum lagi var tað at staðfesta, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Sæð á Facebook: Tað regnar á Føroyar, men tað er ikki meira enn tað dryppar á Suðuroynna. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, 10 – 15 m/s, sum seinni minkar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 – 13 m/s. Tað verður skíggjað og einstøk æl, men seinni verður turt og møguleiki fyri sólglottum. Um náttina verður skiftandi skýloft. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 11 stig. Lot til andøvsgul av norði, 3 – 7 m/s, sum seinni minkar og snarar í útsynningin. Tað verður turt og nakað av sól. Hitin millum 7 og 11 stig. Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 – 8 m/s. Tað verður turt við nakað av sól. Hitin millum 7 og 12 stig. 10-15 m/s 3-7 m/s F ð ðl i hjá Atl t fl h T l ók i t b Merkið eitur nú Basalt Sleppur ikki aftur til Føroyar í eitt ár n10.000 ftur. Shepher men ikk ES-k áhe við at ik ik ES forb Visti tú? At fi ski vinnu upp- skotið nú er lagt fyri tingið?