Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 107 32 BAKSÍÐAN H etta summarið er komið at enda og bert eitt av stóru ferðamannaskipunum kemur afturat. Veit ikki um tað hava verið nógv meira fremmandafólk í landinum í ár, samanborið við onnur ár. Men eg kann fortelja tykkum, sum ikki hava tykkar adagligu gongd í Vágsbotni, at her hava vit hitt nógv fleiri fólk enn vit vanliga gera. Tey komu longu í mai og tey hava gingið her til nú og nøkur síggjast framvegis. At ferðafólk koma hendan vegin er sjálvandi at fegnast um, tí ferðavinnan er eftirhondini vorðin ein vinna, sum nógv fólk liva av. Spurningurin er bert um vit sum samfelag eru til reiðar at taka ímóti so mongum fólkum. Vit hava hoyrt um trupulleikar í Mykinesi og í Saksun og teir eru sjálvandi eisini aðrastaðni, men gjøgnunumgangandi gongur tað væl. Sum føroyingur, sum í 20 ár tilsamans havi búð uttanlands, so haldi eg hetta vera ómetaliga spennandi, men eg undrist yvir, hvussu hetta kann lata seg gera. Viku eftir viku koma stóru ferðamannaskipini á Havnina, men hvat bjóða vit teimum? Sjálvandi er tað eitt upplivilsi fyri hesi fólkini at koma til hetta minisamfelagið, men hvussu fáa vit nakað burturúr. Haldi vit eiga at taka hattin av fyri Visit Faroe Islands fyri tað arbeiðið, tey saman við øðrum hava gjørt fyri at fáa fólk hendanvegin, men hvat gera vit, tá ið ferðafólkjini eru komin higar. Hendinganar í Saksun í summar og tað sum Mykines- fólk hava gjørt bendir á, at vit ikki hava hugsað okkum nóg væl um. Vit hava ikki dugað at skipa okkum nóg væl. Tí eitt er, at vit eru ósamd um ymiskt – tað liva vit við – men vit eiga ikki at lata tað ganga útyvir teir gestir, sum vit fegin vilja hava at leggja pening eftir seg hjá okkum. Veit at vinnumálaráðið arbeiðir við hesum. Haldi at vit skulu seta okkum sum mál, at fáa hesi viðurskifti í rættlag, áðrenn summarárstíðin við nógvu ferðafólkunum byrjar aftur. Lat okkum skipa landið í økir og so ger leiðreglur fyri, hvar ferðafólkini verða beind. Lat okkum eisini gera eina felags prísskipan fyri, hvat ymiskt skal kosta. Almennu Føroyar skulu sjálvandi vera ein partur av hesum, men samstundis skulu vit ansa eftir, at vit ikki taka áræði frá teimum, sum halda at ferðavinnan er eitt spennandi arbeiðsøki, sum kann gerast vinnuvegur hjá enn fleiri. Vit liva av fiski og fiskavørum, men tað hevði sjálvandi verið stuttligt at gjørt ferðavinnuna til ein vinnuveg, sum eisini stuðlar undir føroyska búskapin. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Leygardagin verður tiltakið Slaktið aftur á skránni fyri aðru ferð. Fyrireikarar siga, at endamálið er at seta sjóneykuna á tað tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini. – Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt, siga fyrireikararnir við in.fo í dag. – Tey vitjandi fáa høvi at royna føroyskan mat, sum verður borðreitt á ymsan hátt. Kokkar fara at grilla lambskjøt og bjóða smakkiroyndir. Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka við básum og bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar vørur, sum hava við slakt at gera, siga fyrireikararnir. – Livandi kríatúr, so sum seyðir og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir – ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum, hvussu matur verður fingin til vega, siga fyri­ reikararnir í dag. Læra hvar matur kemur frá