mánadagur 18. september 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Gundadalur
Spenningur
Víkingur hevur havt stórar
trupulleikar av HB hetta
kappingarárið. Fyrsti dyst
urin í Gundadali endaði við
2-2-javnleiki, og tá ið liðini
herfyri hittust í Sarpugerði,
vann HB óvæntaðan 3-1 sigur.
HB hevur eisini víst gott
toppstøði ímóti toppliðun
um, og um mánaðarskiftið
juli-august vunnu teir øll
trý toppliðini, Víking, KÍ og
NSÍ, í rapp. Hesi hagtølini
vóru við til at skapa ein
stóran spenning til dystin
leygardagin, har Víkingur
bara var lítil favorittur.
HB var uttan toppskjúttan
hjá sær, Aleksandar Stankov,
sum var skaddur. Rókur
av Fløtum Jespersen slapp
ístaðin at royna seg heilt har
frammi við Øssuri Dalbúð.
Víkingur
var
hinvegin
fullmannað, men byrjaði við
Filip Djordjevic á bonkinum,
sum saman við afturvenda
Andreasi Lava Olsen vóru
uppløgd boð upp á leikarar,
sum kundu koma inn av
bonkinum at gera ein mun.
Heimaliðið vísti seg frá
síni góðu síðu. Tað var ikki
so effektivt, men saman
spælið var stundum vakurt,
og
Daniel
Johansen
og
Tróndur Jensen sótu væl á
miðvøllinum, har tann fyrri
nevndi var sera eyðsýndur
og óivað mest skapandi leik
arin á vøllinum.
Tað skuldi klikka hjá
HB í maskinrúminum
á
miðvøllinum,
tí
víkingarnir
vóru
við sínum eirinda
leysu umstilling
um tilreiðar at
revsa tað minsta
mistakið.
Brotsspark
Elastikkið
var
ikki fult spent hjá
hvørgan av liðun
um í fyrra hálvleiki,
so tað vóru ikki teir
stóru málmøguleikar
nir.
Tað vóru tó tvær deyð
bóltsstøður, sum kastaðu
tvey mál av sær løtuna
undan hálvleikssteðginum.
Tað fyrsta málið kom til
Víking smáar 10 minuttir
undan hálvleikssteðginum,
tá ið dómarin, Alex Troleis,
peikaði á brotssparksblettin
eftir at Gert Hansen lá slætt
ur í feltinum. Dómarin metti,
at Sebastian Pingel hevði felt
Víkinga-leikaran, men hetta
er danski vongleikarin ikki
samdur í.
– Eg havi sæð tað umaft
ur, og eg má viðganga, at eg
komi við nógvari ferð. Hann
smekkar reyvina í meg og
dettur. Eg haldi, at tað er ov
lætt. Dómarin dømir tá ið
slíkt
knapp
ligt hendur í brotsteiginum,
og møguliga var tað býtt av
mær at geva honum møgu
leikan at døma. Men tað
var ikki brotsspark, sigur
Sebastian Pingel.
Hanus
Jacobsen
varð
settur at skjóta. Hann var
ósvikaliga tryggur og legði
Víking á odda 1-0.
Tað gingu tó einans tveir
minuttir til HB hevði javnað
til 1-1. Tað var dagsins maður á
heimaliðnum, Daniel Johan
sen, sum hegnisliga sneiddi
eitt fríspark úr 25 metrum
beinleiðis í málið til 1-1.
Hetta var eisini
hálvleiksstøðan.
Avgerðin
Í seinna hálvleiki gjørdist
dystargongdin
enn
meiri
týðilig. Tað var HB, sum
fyri tað mesta hevði bólt
in, meðan Víkingur serliga
gjørdi um seg við umstill
ingum. Filip Djordjevic og
Andreas Lava Olsen komu
á vøllin og hvestu Víkinga-
álopini, men tað var ikki fyrr
enn heilt seint í dystinum,
nevniliga seks minuttir fyri
leiklok, at avgerandi málið
fall til Víking.
Talan var um eina lítla
umstilling, har Sølvi Vatn
hamar og Adeshina Lawal
upp á eitt, tvey og trý høvdu
broderað seg fram til eitt
opið skot, sum nigerianski
áleyparin plaseraði inn við
handaru stong til endaliga
úrslitið, 2-1 til Víking.
– Vit klára at halda HB
frá øllum. Teir hava ikki
tað stóra í dag, og tað var
uppskriftin hjá okkum, helt
venjarin hjá Víkingi, Sámal
Erik Hentze, sum tó ikki vil
kennast við luktin av gulli,
hóast Víkingur nú liggur sera
væl fyri.
– Tað er einki avgjørt. Tit
vita tað. Tveir dystir, so er
galið, sigur Víkinga-venjarin.
Tað var ikki tí at Víkingur bergtók nakran við vøkrum fótbóltsspæli, men
tað var í eyðkendum stíli og sera effektivt, tá ið verandi meistararnir
fingu hálað ein 2-1-sigur í hús ímóti HB leygardagin. Eingin dugir betur at
vinna dystir enn Víkingur, sum nú liggur sera væl fyri at endurvinna FM
ÓSIGRAÐIR Á ÚTIVØLLI
Víkingur er greitt besta liðið á útivølli í Effodeildini,
og í grundini eru teir eisini betri á útivølli, enn teir
sjálvir eru á heimavølli – hetta hóast teir hava
spælt ein heimadyst meira enn útidystir. Teir eru
ósigraðir á útivølli, har teir hava vunnið sær 24
stig. Á heimavølli hava teir vunnið 21 stig.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Víkingur nærkast FM:
EIN MEISTARLIG
AVGERÐ
Spælarametingar
1: Avrikið er út av lagi
vánaligt og kostar
dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir
miðal og tað sæst aftur
á liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal,
men ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og
spælarin røkir tær
uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir
miðal
7: Avrikið er yvir miðal
og tað sæst aftur á
liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir
miðal og spælarin er
avgerandi
9: Avrikið er framúr
og spælarin er
dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í
morgin!