Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. september 2017 · Nr. 108 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað verður lagt upp til tveir sera avgerandi dystir miku- kvøldið, tá 23. umfar í lands- kapp ingini í fótbólti verður. Odda brakið í Gøtu kemur at avgera FM-stríðið, meðan dyst urin millum EB/Streym og 07 Vestur kemur at avgera, um gestirnir hava nakran møguleika at yvirliva. Víkingur-KÍ Hesin dysturin er tann týdningarmiklari fyri KÍ. Klaksvíkingar skulu vinna, tí tað eru heili fimm stig upp til Víking, ið liggur væl fyri á fremsta plássi. Í fjør var støðan júst umvent, tá KÍ hevði munin á Víkingi, so einki er avgjørt undan hes- um dystinum, men vinnur Vík ingur, so verður FM ball í Gøtu í ár. Tað er nokk ongin, sum ivast í tí. Víkingur kann eisini í størri mun liva við javn leik- in um, tí so verður munurin nið ur til KÍ og møguliga B36 fram vegis fimm stig. Skal ordiligur spenningur koma í FM-stríðið í ár, so skal KÍ vinna dystin. Tað tykist tað ongin ivi verða um. Bæði liðini eru væl fyri und an dystinum og hava at kalla fulla manning tøka. Hjalgrím Elttør sat utt an- fyri móti EB/Streymi, men verður helst tøkur miku- kvøldið. Bæði Víkingur og KÍ tykjast væl fyri undan topp- dystinum. Sosialurin tippar 1-1 EB/Streymur – 07 Vestur 07 Vestur gjørdi bart og van n heili 5-0 á Skála. Sig- ur in hevur við sær, at 07 Vest ur framvegis hevur ein møguleika at bjarga sær undan niðurflyting. Nú eru fýra stig upp til nið ur- flyt ingarstrikuna, har mót- støðu liðið mikukvøldið, EB/ Streym ur, er at finna. Tí er talan um ein veru lig- an niðurflytingardyst mill- um hesi bæði feløgini. Tað kemst ikki uttanum, at EB/ Streym ur hevur betri kort á hondini, tí teir hava fýra stig fleiri, men heldur 07 Vest ur fram við at spæla so væl sum sunnudagin, so er skjótt at vágamenn bíta frá sær í botn stríðnum. Heimaliðið fekk ein bank móti KÍ, men á heimavølli tykist liðið standa sterkt. Sosialurin tippar 2-2 B36 – TB/FCS/Royn B36 hevur framvegis møgu- leik an at blanda seg eitt sind u r í FM-stríðið, hóast tað nokk meiri líkist einum silv- ur-stríðið. Vinnur B36 á TB/ FCS/Royn, so hála teir inn á antin Víking ella KÍ – ella bæði – um tey spæla javnt. Árstalsfelagið hevur funn ið stevið í seinnu hálvu, men ósigrar í steypafinaluni og fyri Víkingi gera, at lið- ið framvegis rennur aft- aná, orsaka av nógv javn- leikunum í fyrru hálvu. B36 kann skjóta mál og er favorittur at vinna suð ur- oy ing um, sum tó prógvaðu móti NSÍ, at teir eisini kunnu verja til null. Sosialurin tippar 3-1 NSÍ – HB Ein fusari! Hvørki NSÍ ella HB røkka sínum máli í lands kapp ingini. NSÍ er langt frá FM, meðan HB er langt frá Evropa. Tí er hesin dyst urin farin frá at verða ein upplagdur topp dystur at fylgja, til ein fusara. NSÍ hevur fingið sítt Evropa League pláss við at vinna steypa kapp ing- ina, og tað eru tey helst nøgd við í Runavík, meðan tað er ringt at finna útav hvat HB’arar skulu verða nøgdir við í ár. Kanska at teir síggja út til at halda upp á eina venjara eitt heilt ár? N S Í tykist hava meiri at koma við á vøllinum, men skal HB hava nakran kjans í Europa League stríðnum, so skal liðið vinna. Tað ljóðar sum ein málríkur dystur, har heima liðið kanska hev ur mun in, tí Aleksandar Stan- kov ikki er við HB. Sosialurin 3-2 Skála – ÍF Hesin dysturin fekk brádliga ein størri týdning fyri Skála, eftir at teir taptu greitt fyri ÍF. Nú skal Skála brád- liga vinna hendan dyst in, tí annars kann lið ið koma í trup ul leikar sein astu um- før ini av nið ur flyt ing ar stríð- num. Tað ger ikki Skála til minni favorittar, men tað leggur eitt sindur av trýsti á heimaliðið, sum ikki var har áðrenn. Heimaliðið hevur staðið seg væl í ár, men tað er sum um at tað hava hini liðini rundanum nið ur flyt- ing ar stríðið eisini gjørt. Skála er favorittur. Sosialurin tippar: 3-1 Upptakt 23. umfar: Tað verður oddabrak mikukvøldið, tá Víkingur fær vitjan av KÍ í Gøtu. Tað er fimm stig á muni og tað eru fimm dystir eftir. Tí skal KÍ helst vinna, um ikki tað aftur í ár verður FM-veitsla í Gøtu FÓTBÓLTUR FM UPP Á SPÆL Í GØTU