mánadagur 18. september 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
T
að fara tey í SMS at hátíðarhalda við
einum stórum føðingardagsátaki, har tey
vilja takka øllum fyri góða samstarvið øll
hesi mongu árini.
– Hetta til nýggjárs hátíðarhalda vit runda
dagin við at lata 7.500 hepnum kundum gávu
kort við ymsum upphæddum á – tilsamans eina
millión krónur.
SMS byrjaði á Trapputrøðni í 1977, men í dag
er størsti parturin av virksemi uttan fyri SMS í
Bónus- og Mylnuhandlunum.
– Tað verða tí hesir handlar – Miklagarður í
SMS, Mylnuhandlarnir kring Havnina og Bónus
handlarnir kring landið – sum verða karmur
um stóra føðingardagsátakið við heitinum
»skava3eins«, siga tey í SMS.
Fyri hvørjar hundrað krónur tú keypir fyri
í Miklagarði, Bónus ella Mylnuni, fært tú ein
seðil at skava. Skavar tú somu upphædd tríggjar
ferðir, hevur tú vunnið eitt gávukort við hesi
uppæddini. Um tú til dømis skavar 3 x 1000
kr, vinnur tú eitt gávukort á 1000 kr., sum kann
nýtast í Miklagarði, Bónus ella Mylnuni.
Vit lata:
4400 gávukort á 50 kr.
1800 gávukort á 100 kr.
1000 gávukort á 200 kr.
300 gávukort á 1000 kr.
– Men teir seðlar, sum ikki vinna, tá tú skavar,
kunnu kortini gerast vinnaraseðlar. Skriva navn
og telefonnummar á seðilin og lat hann inn í
einum av handlunum, so er hann við í dráttinum
um fimm dreymaferðir til ávikavist New York,
París, Azorurnar, Astrid Lindgrens Verden í
Svøríki og Costa del Sol. Hvør ferð hevur eitt
virði á 20.000 kr.
Altso gávukort fyri 1 millión kr. – og síðani
dreymaferðir fyri 100.000 kr. omaná. Sum takk
fyri gott samstarv.
Átakið er galdandi til og við 31. desember
í ár.
Sølumiðstøðin sum
kollvelti handilslívið
Í ár eru 40 ár liðin,
síðani SMS fór undir
handilsvirksemi,
sum fekk sera stóra
ávirkan á handilslívið
í høvuðsstaðnum. Tað
verður hátíðarhildið
við gávukortum fyri
eina millión krónur
Myndin er tikin, tá fyrsti spakin varð settur í fyri SMS í 1976. Petur Chiristiansen, borgarstjóri, sæst saman við Hans
Mortensen, sum stovnaði SMS. Smádrongurin á myndini er sonur Hans, Niels Mortensen, sum í dag er stjóri í SMS
40 ár síðani SMS læt upp
Tað var longu í 1973, at
Hans Mortensen, saman
við øðrum stovnaði
felagið aftan fyri SMS
– Tórshavnar Býráð hevði ætlanir um sølumið
støð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann
hátt, at gjørd varð ein høvuðsgøta, har handlar
so kundu byggja sær handilshøli framvið. Tá alt
so var liðugt, skuldi tak leggjast á.
Soleiðis greiddi Hans Mortensen, fyrrverandi
stjóri og stovnari av SMS frá í Sosialinum fyri
nøkrum árum síðani.
Men hetta hugskotið helt Hans Mortensen
ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við
býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS.
– Hetta var ein tung prosess, og málið var fyri
í býráðnum fleiri ferðir, men tað endaði so við,
at Petur Christiansen, borgarstjóri, kundi skjóta
fyrista skotið í 1976, greiddi Hans Mortensen frá.
Tá ið SMS læt upp tann 2. november í 1977,
var SMS ikki tað, ið tað er í dag. Tá vóru bert tvær
lonir – og handlarnar kundu tú telja á fingrunum.
Men ætlanin var altíð, at byggjast skuldu
fleiri lonir afturat, og í 1980 var farið undir at
byggja hinar fýra lonirnar.
Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um- og út
byggingar gjørdar, ein tann størsta, tá parker
ingskjallarin og goymsluhølini norðanfyri vórðu
gjørd.
Fyri havnarborgarar – og føroyingar annars
– var tað nakað nýtt at kunna fara til handils
»undir taki«. Nógv varð tosað um, at hetta fór
at køva miðbýin, og tað vóru fólk, sum als ikki
vildu seta sín fót í SMS av slíkum grundum. Men
í dag munnu tey vera fá, ið ikki keypa í SMS av
hugsjónarligum orsøkum.
Tað, sum eisini sermerkti SMS var matvøru
handilin Superland, sum skifti navn til Miklagarð
fýra mánaðir eftir upplatingina, tann 1. mars 1978.
Umframt at hetta var ein stórur handilin, so
bar nú eisini til at keypa fekst neytakjøt, sum var
innflutt úr Danmark í kølibingjum.
Leiðari í slaktarínum í SMS tá var tann 27
ára gamli danin, Jørgen Jørgensen – og har er
hann enn.
Hann greiddi Sosialinum frá fyri nøkrum
árum síðani, at hann ongantíð hevði verið í
Føroyum áður, og at tað var eitt sjokk at koma
fyrstu ferð.
Tey fóru beinanvegin at leggja til rættis,
hvussu fekst neytakjøt kundi innflytast úr Dan
mark, og gjørdar vóru serligar kølibingjur at flyta
kjøtið í.
– Tað hevur alla tíðina verið málið hjá okkum
at hava gott kjøt, sigur Jørgen Jørgensen, sum
vísir á, at tey nú innflyta kjøt heilt sunnan úr
New Zealandi hinu megin klótuna – og tað er
fyrsta floks kjøt, sigur hann – kjøt av neytum,
sum liva í Guds fríu náttúru, neyt, sum ongantíð
hava kent rákan av hvørki kraftfóðuri ella heili
vági.
Jørgen Slagter – Jørgen Jørgensen
hevur verið við øll 40 árini og er ímyndin
av góða kjøtinum í Miklagarði