mánadagur 18. september 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tá fuglarnir lupu á
gravimaskinurnar
– Tað var syndarligt at síggja tjøldrini, hvussu tey grótu, tá gravimaskinur gróvu
moldina oman av og tóku teirra reiður – teirra heim – við sær
Vilmund Jacobsen
Ú
tjaðarin í Havn er ikki komin burtur úr
ongum, og tað er greitt, at øll bygging
og tøka av traðum og lendi annars hevur
havt sín prís fyri náttúruna og tað fuglalív, sum
her búleikaðist.
Søgufróði, Marius Rein, hevði í grækaris
messurøðu í 2016 eina ávísa lýsing av umstøð
unum, tá Havnin av álvara fór at veksa, og traðir
og náttúra annars vórðu tikin til byggiøki.
Kendu tjøldrini
Marius Rein segði, at tá hann vaks upp, vóru
fá hús við Hoyvíksvegin í Havn, men her vóru
nógvar traðir og eitt sera ríkt fuglalív.
– Her vóru tjøldur, spógvar, láir, mýrisnípur,
steinstólpur og nógvir aðrir smáfuglar. Um
grækarismessutíð kappaðust vit um at síggja
fyrsta tjaldrið, og síðan taldu vit í eina tíð,
hvussu nógv tjøldur, vit høvdu sæð.
Hann vísti á, at á trøðni hjá teimum vóru eini
fýra ella fimm tjaldursreiður, og hvørt vár komu
somu tjøldur aftur »til tað reiður, sum tey elska
nógv«.
– Vit kendu okkara tjøldur, og tey vóru so
spøk, at tey komu heilt inn í túnið hjá okkum,
segði hann.
Traðir máttu lúta
Men, menniskjan skal eisini hava sítt reiður –
sítt heim – og ein dag vórðu eisini traðirnar á
Konmansmýru tiknar til vegir og byggiøki.
Marius Rein segði, at tá traðirnar umsíðir
máttu lúta fyri framtíðini, var synd í fuglunum.
– Tað var syndarligt at síggja tjøldrini, hvussu
tey grótu, tá gravimaskinur gróvu moldina oman
av til veg og tóku teirra reiður – teirra heim – við
sær.
Í røðu síni vísti hann á, at fuglarnir bókstavi
liga lupu á gravimaskinurnar, sum gjørdu enda
á teirra heimi.
– Men, tá øll høvdu fingið síni hús og velt
var uttan um – ja, tá komu fuglarnir so líðandi
aftur at vitja okkum av og á, men als ikki í so
stórum tali, sum tá traðirnar vóru óbygdar, segði
Marius Rein.
Náttúran minkar
Hann vísti eisini á, at fólkatalið í Føroyum er í
vøkstri, men at náttúra okkara minkar.
– Vit krevja meira pláss til byggilendi til okk
ara egnu heim, og vit hoyra um, hvussu komm
unurnar kappast um at gera útstykkingar til
húsabyggingar. Vit skulu eisini hava pláss til
vegir, vinnuvirkir, itróttarvallir og ítróttarhallir,
og alt hetta tekur lendi burtur av okkara lítlu
náttúru.
Í røðu síni bar Marius Rein eisini fram eina
áheitan á politikarar, býarplanleggjarar og onn
ur, sum hava við slíkar útbyggingar at gera.
– Vælsignaði, ansið væl eftir náttúruni. Havið
í huga, at pláss má vera fyri okkum øllum, sum
byggja landið – eisini villini fuglum, segði hann.
– Tað var syndarligt at síggja tjøldrini, hvussu tey grótu, tá gravimaskinur gróvu moldina oman av til veg og tóku teirra reiður – teirra heim – við sær, sigur Marius Rein
Tá Marius Rein vaks upp við
Hoyvíksvegin í Havn, vóru nógvar traðir
um hesar leiðir, og her var sera ríkt fuglalí
TEMA: ÚTJAÐARIN Í HAVN