Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Atkomuvegur skal betrast – Eg eri ógvuliga harmur um, at vinnufyritøkurnar í Havnardali ikki hava ein betri atkomuveg. Hetta er bara ikki nóg gott og skal gerast betri, sigur formaðurin í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu Vilmund Jacobsen Í gøtunum í Havnardali, Akranesgøtu, Mikines­ gøtu, Stiðjagøtu og við Sandá, eru nógvar vinnufyritøkur, men atkomuvegurin oman fyri – endin av gamla Veðbastaðvegnum – er sera vánaligur. – Tað verður ikki tann »forkromaða« loysnin á hesum vegastrekki, sum vit fara eftir í fyrsta umfari, men tað er greitt, at her skal nakað gerast. Tað sigur formaðurin í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, Jákup Dam. Hann vísir á, at tey, sum reka fyritøkur í Havnar­dali, hava eisini strongt á at fáa nakað gjørt. – Hetta er bara ikki nóg gott, er formaðurin í teknisku nevnd púrasta sannførdur um. Semja í býráðnum Jákup Dam er ógvuliga harmur um, at um­støð­ urnar við endan av gamla Velba­staðvegnum eru so vánaligar. – Men, vit hava eina verkætlan, har vegurin verður settur í góðan stand, og eg vóni, at hetta arbeiðið kann gerast um ikki so drúgva tíð. Formaðurin í teknisku nevnd vísir á, at í bý­ ráðnum er semja um, at her veruliga er neyð­ugt at fremja viðlíkahald og betringar. – Tað, sum vit í fyrstu syfti vilja gera, er, at vegastrekkið verður sett í hóskiligan stand, og í mær er als eingin ivi um, at hetta hava tær mongu fyritøkurnar í økinum eisini krav upp á, sigur Jákup Dam, býráðslimur. TEMA: ÚTJAÐARIN Í HAVN Sp/f Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | 100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon.fo | eysturlon@eysturlon.fo Vit bjóða vælgjørt arbeiði Sí meira á heimasíðu okkara www.eysturlon.fo Vit eru altíð klár til eitt óbindandi prát ring 28 42 56 Ný- og umbygging Umvæling og innrætting Sethús og aðrar bygningar – størri sum smærri – Tað verður ikki tann »forkromaða« loysnin á hesum sinni, men hetta skal gerast betri, sigur formaðurin í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu