mánadagur 18. september 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 38 • 18. SEPTEMBER 2017
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: ÚTJAÐARIN Í HAVN
HVS-fyritøkan Hiti við Karla-
magnusarbreyt í Hoyvík selur
hitapumpur, sum eru sera væl
egnaðar til føroyska veðurlagið.
Talan er um svensku Euronom
rustfríu hitapumpurnar við stórum
kapasiteti. Hiti hevur 12 ára royndir
við hesum hitapumpum í Føroyum
Euronom hevur eina luft til vatn
hitapumpu, sum eitur Exoair og fæst
í trimum ymiskum støddum, alt eftir
hvat stødd av sethúsi tað er til.
Tað eru nógvir fyrimunir við at fáa
sær hitapumpur, sum til dømis at har
er eingin ketil, eingin skorsteinur ella
oljutangi. Euronom hitapmpurnar
hava eisini nokk av orku bæði til
radiatorar, gólvhita og heitt vatn.
Útrokningar vísa, at luft til
vatn hitapumpur í Føroyum hava
hægri COP faktor enn í øðrum
Norðanlondum. Hetta er tí at okkara
vetrar eru nógv líggjari. Vit hava bara
nakrar fáar dagar um árið, har vit eru
niðan fyri frostmarkið.
Viðskiftafólki síggja skjótt
sparingina aftur í krónum og oyrum.
Við at keypa eina hitapumpuskipan
fær kundin meirvirðisgjaldið aftur
av bæði sjálvari hitapumpuni og
arbeiðslønini við at seta tær upp.
Lógin kom í gildi 1. januar 2017 og
er galdandi til 2019.
Vit geva fegnir eitt óbindandi
tilboð upp á eina Euronom
hitapumpuskipan. So tað er bara at
gera skjótt av, sigur Áki Mortensen
frá Hita.
RUSTFRÍAR
Euronom
hitapumpur